Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 231 - 2. desember 2009 viðmerkingar Meðan samgongu flokk­ ar nir kjakast gjøgnum fjøl miðlarnar um leyst og fast, førir fíggjarmála­ ráðharrin ósannindi fram um, at andstøðan ikki hevur viljað tikið lut í búskaparsemjum. Vit hava hinvegin prógvað, at vit eru til reiðar at taka stór tøk og at skapa leiðslu og álit aftur í landinum, men sam gong­ an hevur tilvitað sett andstøðuna til viks Betri seint enn ongantíð, at samgonguflokkarnir nú fara at tosa um eina búskapar semju(!). Men ófatiligt at hoyra vaksið fólk, sum siga seg vera stjórn í landinum, nústaðni fara at tosa leyst tos um at gera búskaparsemjur – uttan at hava nakað ítøki­ ligt boð uppá ein politikk. Uppaftur meira marg­ háttligt er tað, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin fáa bestu senditíð í útvarp­ inum í eini tíðindasending at gera viðmerkingar til tað, sum verður rópt eitt ”uppskot” frá Jørrgini Niclasen og Fólkaflokk­ inum. Og hvat er so hetta uppskotið? Jú, tað er at nú mugu flokkarnir fara et gera eina búskaparsemju (!) Vorðið sum uppskot. Nú bert góð vika er til álit skal skrivast um fíggjarlógina. Uttan nakran spurning sita so løgmaður og fíggjar málaráðharrin í tíðind unum og hava eina­ røð ur og leyst tos – sum eitt slag av eygleiðarum – um, at helst áttu politik ar­ arnir at gjørt hetta og hatta. Men at annars skal sam­ gongan fyrst finna semjur, tí andstøðan vil ikki taka lut, segði enntá Jóannes Eidesgaard. Tað eru ósannindi og grov niðurgering, ið eg als ikki fari at góðtaka. Máti skal vera við. Andstøðan roynt semjur støðugt Alt síðani hendan sam­ gongan tók við – og hóast andstyggiligu framferðina hjá Eidesgaard og javnaðar flokkinum, tá tey slitu CHE­samgonguna – so hava vit trúliga bjóðað okkum fram at gera semjur við bæði javnaðarflokk og samgonguna. Vit hava gjørt uppskot um framtøk og bygnaðarbroytingar, skotið ópopuler tiltøk upp og so frameftirni. Tey uppskot, sum yvirhøvur eru samtykt á tingi, og sum gera mun, eru antin komin frá and­ støð uni ella frá andstøðu­ og samgongutingfólki í felag. Vit hava tó tikið harðliga frástøðu frá teirri napp ing­ ini, nartlingini og nálging­ ini, sum samgonguflokk­ arnir hava gjørt mótvegis teimum veikastu bólkunum – og vit hava kravt, at veruligar framtíðaríløgur skulu gerast í útbúgving, gransking, mentan og burðardygga orku­ og umhvørvisnýtslu. Í fíggjarlógarviðgerðini fyri ári síðani løgdu okkara umboð fram eitt greitt upp­ skot við røð av tiltøkum og framtøkum. Vit vístu tá staðiliga á, at hallið fór at nærkast milliardini, varð onki gjørt beinanvegin. Samgongan vrakaði øll uppskot. Ítøkilig uppskot vrakað Kortini fundaðist Tjóðveldi við samgonguflokkarnar í alt summar um búskapar­ semju og neyðug átøk. Vit vendu okkum frá asosialu og stuttskygdu handlunum í ólavsøkupakkanum, og løgdu fram hesi mál: − langtíðarætlan fyri bæði rakstur og íløgur − krøv til fíggjargeiran eftir óstýrdu yvirhit­ ingina av búskapinum − fiskivinnureform – við tilfeingisbúð og útbjóð­ ing av fiskirættindum − útbúgvingar­, mentanar og umhvørvispolitikk. − krav um, at veikastu bólkarnir ikki vórðu píndir. Hóast lyfti um ta øvuta, hoyrdu vit hvørki orð ella ei aftur frá samgonguni, fyrr enn hon legði “ólav­ søkupakkan” fram á tíð­ indafundi. Hann legði eftir teimum veikastu, hevði ongi verulig átøk, og var bert eitt slag av royksløri fyri atgerðarloysi sam­ gongunnar. Og hóast ser­ liga javnaðar­ og sam­ bands fólk síðani hava runnið undan, so atkvøddu tey øll fyri honum við øllum teimum tiltøkum, ið tey nú látast at vera í and­ støðu til. Politikarar skulu standa til svars Andstøðan er tó framvegis til reiðar at taka leiðsluna og at taka øll tøk, ið kunnu steðga hesum teiti, ið gong ur fyri seg í samgongu og í fjølmiðlunum. Vit liggja jú í full kom­ num leiðsluloysi. Har tey, sum skulu standa til svars og hava ábyrgd, fáa alla fjølmiðlatíð til at renna undan ábyrgd og senda ballónir avstað í fjølmiðl­ unum. Og síðani skulu somu flokkar, sum eru í stjórn, viðmerkja og skjóta ballónirnar niður hjá hin­ um. Eisini leys uppskot og tankar hjá egnum floks­ feløgum. Onki fyrireikað, eftirkannað ella umhugsað uppskot kemur frá landsins stjórn, og ongin verður hildin til svars. Jóannes, Jørgin og Kaj Leo kundu fyri tað sitið á mánanum og detta nú knappliga niður á jørðina og síggja skilið. Teir hava eftir øllum at døma als ikki verið her á jørðini, tey 6 árini, teir hava sitið við landsins leiðslu. Teir taka í hvussu er ikki nakra ábyrgd fyri avleiðingunum av teirra skilaleysa búskaparpolitikki, ið er dumpaður so dyggiliga, sum yvirhøvur sæð í politiskari søgu. Ikki vantandi peningur, men vantandi skil Vit eru nevniliga ikki komin í hesa støðuna, tí okkum hevur vantað pening (soleiðis sum eitt endaleyst lið av sambands­ kreftum roynir at billa fólki inn til tess at geva øðrum skyldina). Nei, búskapurin varð brendur upp, av ov nógv­ um pengum og ongari ábyrgd, tá fyrst skattalættar vórðu givnir inn í ein ovurheitan búskap og øll fíggjarstýring slept. ABC­ flokkarnir brúktu enntá allar tær 2,8 milliardirnar, sum vórðu spardar upp, tá teir tóku við. Umframt hava teir brúkt tær 1,6 milliardirnar, sum Føroya Banki gav í landskassan – og sum samtykt varð, skuldu í Búskapargrunn. Ongin skuld varð niður­ goldin og onki spart upp. Stongt fyri útlendskari arbeiðsmegi – og alt etið upp í hækkaðum kostnað­ arstøði. Ongin vinnu­ politikkur, útbúgvingar­ politikkur ella nakar reformur framdur. Óheimil að meirnýtsla uppá 340 milliónir. Vit vita øll, at varð blokk stuðulin ikki skerdur, so høvdu enn fleiri pengar verið brúktir til at hita búskapin við – og vit vóru langt síðani farin so dundr­ andi á heysin. Vit í Tjóð­ veldi taka fegin ábyrgdina av blokkstuðulsskerjingini og eru errin av henni. Hon er grundarlagið fyri, at vit í dag hava møguleikar at megna at venda gongdini. Vit skulu ikki missa sjálvsálitið og vónina Tí vit hava góðar møgu­ leikar at klára eisini upp­ takið eftir hetta fullkomna ábyrgdarloysið. Sum Búskaparráðið vísir á, so varð skuldin niðurgoldin undir fullveldislands­ stýrinum, og hetta gevur okkum møguleikar og ávíst frælsi til at venda gongd­ ini. Og tað átti í veru­ leikanum at givið okkum stórt áræði, at vit hóast so skeivar politiskar avgerðir og skeivan politikk, kortini kunnu venda gongdini við langtíðarpolitikki. Tað krevur eina leiðslu í landinum. Tað krevur, at allar avgerðir byggja á eina langíðarætlan – og ikki frá hondini­í­munnin­politikk. Tað krevur dirvi til at gera ein fiskivinnureform, sum kann venda inntøkugrund­ ar lagnum í samfelagnum og loysa upp fyri heilt øðrum burðardyggum politikki. Og tað krevur mangt annað. Men fyrst og fremst krevst, at núverandi samgonguflokkar verða settir til svars, áðrenn teir umframt at hava tømt allar kassar, eisini tøma alt sjálvsálit og vónir úr eini tjóð, sum hevur framúr møguleikar at menna seg. Við ábyrgdarundan støkk­ ing, uttanumtosi og at spæla andstøða, tá tú situr í landsins stjórn. Búgva Jóannes, Jørgin og Kaj Leo á mánanum? Høgni Hoydal 2. Kor. 5. 6­8. Ja, tað er bara likamið, sum skilir okkum frá tí ósjónliga. So leingi vit eru í likaminum, eru vit burtur frá Harranum. Vit vildu helst farið úr likaminum og verið heima hjá Harranum. 2 Kongabók 2. 11: Elias fór heim til Harran úr tí sjónliga inn í tað ósjónliga. Jesus fór úr tí sjónliga inn í tað ósjónliga. Tað stendur skrivað, at alt sum skapt er, jørðin og himmalin og alt sum vit síggja skal forganga, so tað sum ikki er skapt skal verða verandi. 2. Kor. 12. 26­27: Harrin sigur, at hann einaferð enn skal rista jørðina og himmalin við, fyri at vísa, at alt sum skapt er, skal umskiftast við tað, at tað er skapt fyri at vísa, at tað ið ikki verður rist, skal verða verandi. Tá ið nú vit fáa ríkið, sum ikki verður rist, so lati okkum vera takksom. Við tað, at vit ikki hava tað sjónliga fyri eyga, men tað ósjónliga, tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónligt ævigt. Eitt dømi; Ein maður fór gangandi ígjøgnum ein dal ein fínan summardag, har vóru blómur, sól og vakurleiki. Maðurin var blindur og kundi einki síggja av hesum vakurleika, sjálvt um hann var mitt í honum. Líkaleiðis trúgvi eg, at vit eru líka nær tí ósjónliga. Tað er sostatt bara likamið, sum skilur meg frá tí ósjónliga. Vit eru likam, sjel og ånd. Tað kom ein bók út síðsta ár, sum æt »Hin heimurin«, sum staðfestu, at tað er ein andaverð uttan um okkum. Har stendur um fólk sum hava havt ymiskar ávaringar og hava eisini sæð sjónir. Tað vita vit, at tað hevur verið altíð. Tað er ein ondsverð uttan um okkum. Hvussu stórur er Gud og hvat er hann mentur at gera. Eitt er hann ikki mentur at gera. Hann kann ikki frelsa eina sál sum ikki vil verða bjargað. Klók fólk halda, at Gud kann ikki hava skapt hetta stóra himmalrúmið við stóru fjarleiðum, ljósárini og sólsystemunum. Tað til dømis vit síggja innsektirnar allar og alt hevur hann sett í so góðan stand og tað blívur við at koyra í sama bana. Tað er eitt intiligens sum hevur fingið alt uppá koyra. Góður er hann við okkum, at hann hevur sett okkum sól akkurát har, sum hon stendur. Um hon hevði verið nærri, høvdu vit blivi brend og um hon var longri burtur, vildu vit doyð í kulda. Um tú hevur allar deilirnar á eini klokku liggjandi, so kann ikki eitt bing bang gera so allar skúvurnar loypa aftur í uppá pláss í klokkuni, so hon gongur aftur. Nei, tað má urmakarin seta teir uppá pláss, so hon fer aftur at ganga. Teir klóku halda seg vita nógv, men tað er eingin sum kann siga, hvat ið var til. áðrenn nakað var til. Einki kann ikki gera nakað til av ongum. Ein byrjan má hava verið til, og hevur byrja verið, ellars hevði alt sum nú er til í dag ikki verið. Sjálvandi má tann almektigi Gud hava skapa alt, tí hann er tann einasti, ið var til, á ið einki var til. Hann er Alfa og Omega. Byrjan og endin. Ein dagur hjá honum er sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur. Hann verður eisini tá jørðin skal verða rulla saman sum eitt plagg. Tað er so einkult at trúgva uppá tað sum Gud sigur. Tað er harafturat ein stór trúgv sum skal til, at trúgva alt er komi av sær sjálvum. Job. 26. 7. Hann heingir jørðina á einki. Av tí at harrin brúkar nógv líknilsi fyri at vit skulu skilja betur. Tað hevði ikki verið til nakra nyttu um Gud hevði havt eina universtetstalu fyri menniskjunum um skapilsi og annað tá á døgum. Hann brúkti sama mátan, sum vit tá ið vit skulu undirvísa børnum. Vit liva í trúgv og ikki í skoðan. Eg læs um ein, sum helt tað bleiv eitt stórt skuffilsi hjá teim kristnu, um nú einki var aftaná deyðan. Tá høvdu vit havt gleðina her, men tað hevði verið verri hjá teimum, sum ikki høvdu trúð, tá tað vísti seg at lívið gekk víðari tá. Er tað inngangur í tað ósjónliga? Skopun Maria Jacobsen