Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 231 • 2. desember 2009 5. partur Í seinasta parti vóru systkini hjá Poulinu, mammu Poul, nevnd. Ein teirra var Louisa. Hon hevði eina serliga søgu. Louisa hevði nevniliga sum ung avgjørt, at hon skuldi flyta av landinum heilt til Amerika. Tað vóru fleiri, sum gjørdu tað sama. Men hetta var eitt stórt stig at taka hjá eini einsamallari ungari gentu fyri 90 árum síðani. Var hon fyrst farin, kundi hon neyvan rokna við at koma aftur í bræði. Tó vildi Louisa fyrst læra seg enskt og fór tískil fyrst til Skotland at læra málið. Her ætlaði hon at vera, til hon dugdi so frægt av enskum, at hon kundi halda leiðina fram til Amerika. Hon fekk sær húspláss í Aberdeen. Men um somu tíð sigldi ein ungur eiðismaður, Marius Eides­ gaard (1884­1968), við skotskum trolara út frá Aberdeen. Hetta var heldur ikki óvanligt tá. Ungir føroyingar hava allar tíðir roynt seg uttanfyri landoddarnar. Í Aberdeen frætti Marius um hesa gentuna av Tvøroyri, og hann leitaði hana upp. Harvið kom sperðil í ætlanina hjá henni. Tey blivu góð, giftust og búsettust í Aberdeen. Tey fingu tvey børn, meðan tey búðu í Skotlandi. Hetta var undir og eftir 1. heimsbardaga, tá alt enn var sera ótrygt. Tá helt Louisa, at tað mundi vera frægast at fara aftur til Føroya. Marius ivaðist, men Louisa hevði tikið avgerðina um at fara. Eina ferð hann kemur heim av túri, stendur viðførið niðurpakkað. So gjørdi Marius sum hann vildi, um hann kom við! Gamla hevur havt bein í nøsini. Marius hevði saktans einki val, og tey fóru øll heim og búsettust á Tvøroyri. Børnini hjá teimum vóru Betta og Martin, sum vóru fødd í Aberdeen, Eiler, Jonna og Evelyn, sum vóru fødd á Tvøroyri. Virkin í Fylking Marius var eisini virkin í arbeiðs­ mannafelagnum Fylking. Hann var grannskoðari hjá felagnum 1923­24. Men hann luttók eisini á annnan hátt í felagsarbeiðinum. Í 1923 var Fylking í verkfalli. Sáttmálakrøvini vóru ikki júst lønarhækking. Kravdar vóru grundleggjandi broytingar í sáttmálanum sum matarsteðg og 14 daga uppsagnartíð fyri sáttmálan. Eitt avgerandi krav var eisini, at arbeiðararnir skuldu hava rætt til at krevja, at arbeiðsgevararnir hvønn dag skuldu vátta, hvussu nógvar tímar, hvør maður hevði arbeitt. Verkfallið var væl fyrireikað. Samtykt varð at veita øllum tilkomnum limum kr. 15 um vikuna í verkfallshjálp. Uppihaldarar fingu umframt hetta 2 kr fyri hvørt barnið. Ungdómur fekk kr. 7,50 um vikuna. Marius var valdur at standa fyri hesi styrkveiting, og hann var at hitta hvønn seinnapart frá kl. 16­18. Hetta var eitt rættuliga buldras­ ligt verkfall, men tað endaði sum onnur verkføll við semju, har tað gekk framá hjá arbeiðarum. Í 1932 vóru samráðingar um sáttmála fyri kolagrevstur. Tá sam­ tykti Fylking at seta eina nevnd at orða uppskot til sáttmála. Marius gjørdist ein limur í hesi nevnd, og her kom eisini úrslit burtur úr. Undir krígnum var tað ógvuliga skiftandi við arbeiði á Tvøroyri. Hetta var eisini galdandi fyrst í 1943. Tá var skipað fyri fundi millum umboð fyri Fylking og driftsráðið, nevndina, í AT, um hvat AT kundi gera fyri at bøta um arbeiðsstøðuna á plássinum. Millum teir, sum umboðaðu Fylking, var eisini Marius. Teir mæltu AT til at lata løngjaldsstovuna býta arbeiðið í AT millum teir limir, ið einki arbeiði høvdu. Hetta varð so eisini roynt og riggaði væl. Seinni gjørdist meira arbeiði, og tá fall henda skipan burtur. Ein sonur Marius og Louisu var Martin, sum tískil var systkinabarn Poul. Hann róði nógv út í Grøn­ landi. Hesum greiddi hann sera áhugavert frá í teirri sjónvarps­ røðini, sum Høgni Hoydal hevði um grønlandsútróður fyri nøkrum árum síðani. Martin doyði í 2007. Poul fer at sigla við Vestmanna Fyrst í 1944 kemur uppskot fram um, at AT skal keypa skipið Vestmanna. Tað verður sýnað og hildið at vera í toluligum standi. Tað var tó neyðugt at umvæla skipið. Stovnað varð eitt parta­ felag, har AT átti gott helvtina av partapeninginum, og hetta felag keypti Vestmanna. Sama ár keyptu teir eisini Brimnes. Poul sigldi so fleiri ár við Vest­ manna. Hann fór við á vári 1945, tá ið tað framvegis varð siglt til Íslands at keypa fisk at flyta á bretska marknaðin. Brimnes og Vestmanna høvdu gamlar motorar. Tað var akkurát so teir larraðu, tá ið teir fóru uppá Seyðisfjørðin eftir fiski. Poul var maskinmaður við, so hann fekk seg rættuliga royndan. Tað endaði eisini við, at Vest­ manna seinni var niðri í Danmark og fekk nýggjan motor. Aftan kríggið royndu teir við snurriváð, sum var ein vanligur og eisini lønandi fiskiháttur tá í tíðini. Tað var nógv fiskað undir Íslandi, men teir vóru eisini so langt burtur sum uppi í Hvíthavinum, sum nærum er ein innsjógvur í Russlandi inn frá Murmansk við eini smogu norður í Barentshavið. Hetta var øgiliga langt at sigla hjá einum so lítlum skipi sum Vestmanna. Eina ferð teir fiskaðu har uppi á somu leið sum Leiv Øssurson, typtust øll frárensl hjá Leivi. Eg havi hoyrt, at tá varð Poul “kjølhálaður” fyri at kunna reinsa frárensluni. Tá í tíðini høvdu skipini ikki kavaraútgerð umborð. Tí var Poul smurdur inn í konsistensfeitt um alla kroppin og latin í eina ketildragt uttaná fyri at verja seg móti kuldanum. Sleipið av Marité AT hevði eisini keypt Marité í 1945. Hon var ein fransaskonnart, bygd í 1921. Tað áhugaverda við Marité var, at hon varð keypt til Føroya í 1929 av A.P.Møller, stovnaran av tí stóra danska Mærskreiðarínum. Hann keypti á sama hátt Lieutnant Vendrines til Føroya. A. P. Møller hevði eina slíka virðing fyri teimum føroysku yvir­ monnunum, hann hevði í sínum flota, at hann vildi Gerda Einarsson: Tá Vestmanna sleipaði Marité Í seinasta parti komu vit til, at Gerda giftist við Poul Einarsson. Hann var sjómaður sum ungur og royndi eitt sindur av hvørjum. Millum annað var hann við til at sleipa Marité heim úr Grønlandi í 1947. Men fyrst fara vit til mostir Poul, Louisu Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Louisa og Marius Martin hjá Louisu og Marius kundi eins væl blivið skoti. Men tíbetur komu tey øll heim til Føroya aftur