Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 231 • 2. desember 2009 gera føroyingum hendan beinan afturfyri. Óla Jákup Jensen, ættaður úr Kvívík, var skipari heilt fram til 1945. AT keypir tískil Marité við skeyti frá 16. august 1945 fyri 115.000 krónur kontant við allari útgerð. Fyrst fara teir i farmasigling, men síðan fara teir til fiskiskap við Anthon Johansen av Strond­ um sum skipara. Men í 1947 er Óli Johan Viberg av Tvøroyri skipari á henni í Grøn­ landi, har teir róðu út við bátum. Meðan teir fiskaðu brutu teir krumtappsaksulin. Bátarnir, sum róðu út fyri Marité, fóru tá at sleipa hana móti Tovkusak. Tá teir høvdu sleipað 80 fjórðingar kom Bearnaise til hjálpar. Her var Anthon Johansen nú skipari. Teir sleipaðu so Marité seinasta strekkið. Av tí, at skipið tá ikki var fult, kundu teir halda áfram við útróðrinum hjá bátunum, og teir fingu onkran bát afturat. Motorurin gjørdist ikki aftur í Grønlandi. Tí var ikki annað at gera enn at royna at fáa Marité sleipaða heim. Teir fingu at vita, at ógjørligt var at fáa hóskandi stórt skip at sleipa hana heim. Gjørt varð tískil av, at Vest­ manna skuldi fara til Grønlands at sleipa Marité heim. Vestmanna var eitt minni skip enn Marité. Afturat tí var Marité fullfermd av fiski, og teir høvdu eisini stakk á dekkinum. Tað varð eisini trupult at fáa fólk til hesa uppgávu, sum tyktist at vera sera trupul. Skiparin og bestimaðurin høvdu ikki hug at fara. Skipari gjørdist Magnus Joensen, gjáarmaður, giftur til Fámjin. Umframt hann og Poul, sum var motorpassari, vóru Anker Petersen, bestimaður, Karl Jespersen og Eskild Jespersen eisini við. Hesir fimm menninir fóru so við hesum pinkalítla skipinum, sum bert tók 300 skippund, til Grønlands. Tá veður var til tað á ferðini yvir, bleiv riggað til at sleipa. Trossar og slíkt varð gjørt klárt. Teir komu til Tovkusak á kvøldi. Eitt av teimum gomlu karbidljósunum stóð á dekkinum. Tað sá ógvuliga trøllsligt út. Men teir á Marité vóru glaðir, tá ið teir á Vestmanna komu fram. Karl Jespersen hevði bakað skuffikøkur við nógvum rosinum í, og hann hevði kókað kakao, so teir fingu eina hugnaliga løtu saman, áðrenn allir fóru til verka at gera skipið klárt til sleipið heim. Fyrst var farið suður í Føroyinga­ havnina at taka útgerð umborð. Har var eisini tikið vatn sum í gamlar dagar við at føra vatnið umborð við báti. Eisini varð fiskur og salt lossað umborð á Vestmanna sum barlast. Umborð á Marité var nóg mikið av fólki, so fýra av teirra monnum komu umborð á Vestmanna á heimferðini. Eftir at hava riggað til fóru teir avstað. Veðrið var gott at byrja við. Men tá ið teir komu á Kappan var stormur í tveir dagar. At nógv stóð á, fingu teir at merkja tá Marité, sum hevði sett øll segl, lá fyri rúman vind. Tað var ringt at halda kós. Tá ið Vestmanna royndi at nýta sína motormegi, og Marité fekk eitt nos, fór Vestmanna so hart eftir reyv, at sprænurin stóð fram í lugarið. Marité var so tung og tað stóð so nógv á. Poul segði, at hann kundi ikki gloyma, hvussu Viberg gamli, skiparin á Marité, rópti: “Fyri Guds skyld sleppið ikki.” Poul segði, at teir næstan skræddu skipið sundur. Sangurin um Marité Tað var besta veðri restina av heimferðini, sum vardi í 15 samdøgur. Teir komu beint inn í Nýpubakkan og løgdu suður gjøgnum Suðuroyafjørð. Tá opnaðu teir fyri telefonini og sungu “Hallo, hallo, tit heima í AT,” sum Karl hevði yrkt sama morgun. Hann er enn ein veitslu­ sangur á Tvøroyri og ljóðar so: Hálló, halló tit heima í AT, her koma vit við “Marité.” Vit fylgjast rætt sum systrar skulu, hin eldra við trossanum vísir veg. So gerið tykkum klárar vind merkið várt á stong. Her koma “havets sønner,” teir gista vilja kong. Tungt var at dragsa í alduvása, hin gamla gekk í miðjan sjógv. Hon av og á kom upp at blása, men burtur bleiv í næstu gjógv. Tvær mastrar og ein trossi, bert skúmur brot í brot. Nú kemur aftur gossið, hin gamla hevur flot. Og tosað bleiv tað skipanna millum hvønn fjórða tíma í telefon. Í Trøllabotni teir gingu á illum, teir høvdu allir samlir gron. Jú, soleiðis kann tað vera, tá “Havets Helt” er við. Av øllum alvi gera at sýna sjómans sið. Krumtappur brotin, skipið á tremur, Vit leingjast eftir heimaferð, so hoyrist gamla systir kemur, tá lætti alt ein dreymaverð. Nú hjartað aftur í bróstið lemur, og hvør ein maður rópar “home.” Ja, vónin birtist og kagar fyri hesa manning og fong. So lat alt farið vera, um tíðin fellur long, um fjúrtan­fimtan dagar vit koma í heita song. Ja, henda ferð, eitt bragd er lokið, tað vóru fimm á “Knarva” borð. Og góða hjálp til “Kappa” rokið alt væl varð skipað, ei stóru orð. Nú hóma vit aftur fjørðin og takka Harranum stórt. Vit heilsa familju og øðrum, nú heim, ­ til løn fyri tort. Orðið knarvi í síðsta ørindi vísir til, at Vestmanna var kallað “knarvin,” tí hon kundi venda sum ein knarvi. Annars eru fleiri útgávur av hesum sangi. Tá ið komið var á Tvøroyri var bryggjan avtakin við fólki, sum tók ímóti teimum. Hjalgrim á Heygum stjóri var eisini komin á bryggjuna. Hann helt skemtandi fyri: “So, tit rópa meg kong,” vísandi til fyrsta ørindi í sanginum. Eg minnist hendan dagin soleiðis: Eg kom súklandi á veg til arbeiðis, framvið hotelbrekkuni. Tá rópar Stina á Hotellinum, sum stóð og lenaði seg upp ímóti garðinum, hjá Thorvald Joensen: “ Hoyrdi tú teir? teir sungu sum einglar!” Eg spurdi hana hvør var ið sang? Jú tað var manningin á Vestmanna sum sang, teir liggja beint uttanfyri fjørðin. Tá skundaði eg mær út í AT at siga frá hesum. Tá bleiv trongligt frammanfyri vindeygunum, tí øll vildu uppliva hesa sjónina, tá tær báðar komu inn eftir fjørðinum, sum var spegilsblankur í brennandi sól. Tá teir komu inn móti keiini, hevði Vestmanna tikið Marité uppá síðuna. Tá sást hvussu stórur munur var á støddini av hesum skipum. Vestmanna var so nógv minni Annars verður sagt, at hetta sleip var dýrt fyri AT. Tað kostaði felagnum kr.15.000, nógvur pen­ ingur tá, umframt mista tíð hjá báðum skipum, av tí at tryggingin ikki vildi taka við øllum kostnaðin­ um av maskinskaða og sleipi. Vestmanna fekk eina torføra uppgávu Skiparin á Vestmanna hendan túrin var gjáarmaðurin Magnus Joensen, búsitandi í Fámjin Marité í Grønlandi við bátum Í Hvítahavinum við Vestmanna. F.v. Mikkjal Mikkelsen, Palli Jønsson, Karl Jespersen og Poul Einarsson ➘