Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2009 19 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Símun Bjarnason Højgaard, ættaður av Skála, búsitandi á Strondum, andaðist mánadagin, 72 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju leygardagin klokkan 13. Paulina Larsen, fødd Hammer, ættað úr Hald­ arsvík, búsitandi á Lollandi í Danmark, andaðist í heiminum hósdagin, 72 ára gomul. Karen Nielsen Odense, fyrrverandi trúboðari á Sandoynni, vanliga nevnd Karin hjá Kurt, and­ aðist fríggjadagin. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14 úr Bykirken, Østergade 57­59, 5000 Odense. Andlát og jarðarferðir Hin 2. desember fylti Dánjal Pauli Danielsen í Búðini á Velbastað 90 ár. Líka frá barnsbeini av og til nú hann á ellisárum má dragast við heldur vánaligari heilsu, hevur Dánjal verið ein markantur aktørur í tí føroyska samfelagnum. Føddur og uppvaksin og búsitandi alt lívið á Velbastað nam hann alla tað góðu gomlu føroysku mentanina og lívsstílin, samstundis sum hann tók til sín ta sjálv­ bjargnishusjónina, sum serliga festi røt­ ur í Kirkjubøar sókn. Tíðliga tók hann lut í arbeiðinum á garðinum, sum hann seinri festi, eins og hann tók lut í øllum, sum gekk fyri seg í sóknini og og í samfelagnum sum heild. Politikkur og samfelagsmál sum heild hevur havt og hevur hansara stóra áhuga, og sum tann framtakshugaði persónur hann er og við sjálvstýris­ glóðini í sær, væl stimbrað av millum annað Jóannes bónda, var tað nátúrligt at hann tíðliga gjørdist partur av Fólka­ flokkinum. Tað er eisini mest í tí polit­ iska, og ikki minst flokkspolitiska, arbeiðinum, vit báðir hava havt nógv saman. Politiski áhugi hansara eins og landbúnaðarútbúgving hansara mentist eisin av, at hann í eitt tíðarskeið á ung­ um døgum arbeiddi og nam sær kunn­ leika í Íslandi. Innan Fólkaflokkin tók hann stóran lut í flokkspolitiska arbeiðinum, og tá flokkurin, sum tann fyrsti føroyski flokkurin, fyrst í fimtiárunum byrjaði tað organisatorisku skipanina, við at valfeløgini skipaðu seg í eitt landsfelag gjørdist hann fyrsti landsformaður flokksins. Hetta tók hann upp á seg í eini strævnari tíð fyri flokkin, og hann sat í starvinum í mong ár. Tá eg kom á ting í 1970 var Dánjal framvegis landsformaður, og sigast má, at betur formann og vegleiðara kundi ein ikki fingið. Hansara vitan og gløgni kundi ikki yvirmetast. Sam­ stundis er hann hesin róligi og siðiligi persónurin, sum ikki loypir framav og ikki kemur hann við persónligum álop­ um, sum annars ofta vandi kann vera fyri í politikki. Tá Fólkaflokkurin í 1975 skipaði landsstýri saman við Javnaðarflokkin­ um og Tjóðveldisflokkinum, tað var nærmast eitt politiskt siðaskifti, var tað heilt sjálvsagt, at Dánjal gjørdist landsstýrismaður. Hann hevði leingi talað fyri eini slíkari samgongu og hann sat sum landsstýrismaður so leingi samgongan helt, tað vil siga í 6 ár. Hann setti eisini síni spor bæði innan útbyggingina av infrakervinum og ikki minst innan landbúnaðin og mentunnarumhvørvi. Búnaðardepilin stendur sum eitt minni, og Norðurlanda húsið er fyri ein stóran part hansara verk. Serliga sum mentamálaráðharri hevði hann nógv samband innan norð­ urlendska samarbeiði, og seinri gjørdist hann eisini nevndarlimur í Norðurlanda húsinum í Føroyum. Innan jarðabrúkið hevur Dánjal Pauli eisini sett síni spor, ikki bara sum virkandi bóndi, men eisini fakliga sum formaður og nevndarlimur í Jarðaráðnum í mong ár. At áhugi hans­ ara spennur víða vísti hann eisini, tá hann var umboðsráðslimur hjá SEV í eini 12 ár. Góði Dánjal Pauli, sum ein ið hevur arbeitt saman við tær í aktivum polit­ ikki í eini 20­25 ár og notið gott av tínum vinskapi og trúfesti, vil eg takka tær fyri alt tað tú hevur givið frá tær. Lydia og eg senda tær okkara bestu heilsur á 90 ára degnum og ynskja tær alt gott í komandi døgum. Eisini veit eg, at Fólkaflokkurin hev­ ur nógv at takka tær fyri, ja tað hevur alt føroyska samfelagið. Jógvan Sundstein Ein úrmælingur fyllir níti Dagurin 2. november. Bibiana, deyð umleið ár 1367. Dóttir ein keisarligan embætismann, Flavianus. Tá ið tað upp, at dótturin var kristin, vórðu øll í húsinum tikin av døgum. Bibiana stendur summastaðni skrivað Viviana. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Fríggjadagin 4. desember hava Kirsten og Daniel Næs verið gift í 60 ár. Mamma er fødd og uppvaksin í Øster Vedsted uttan fyri Ribe, og pabba er føddur og uppvaksin undir Lítla Hamri í Nesi Hvalba. Aftaná skúlan fór hann, sum so mangur annar tá á døgum, til skips fyrst við sluppuni ”Ørvinginum” har hann var í fleiri ár. Eftir at hava gingið á sjómansskúla og lisið til stýrimann, við steðgi ímillum fyri at tjena til lesturin, sigldi hann sum bestimaður og stýrimaður við ymiskum fiskiskipum, bæði línubátum og trolarum. Eisini arbeiddi hann á kolinum eitt tíðarskeið. Fleiri mugu nokk eisini kenna hann frá tíðini, hann sigldi við koli við Skarva­ steini runt í Føroyum. Mitt í 70­unum fór hann við langfaraskipum, har hann var til hann 70 ára gamal legðist upp á land og tá fór at arbeiða í Agnavík. Eftir at hava gingið á húsarhaldsskúla fór mamma út at tæna aftur, sum vanligt var tá á døgum. Hon kom til Føroyar í 1946 í húspláss í Havn hjá Zakaris Sørensen. Har hittust tey bæði. Tey giftust í Ribe dóm­ kirkju og komu heim í janu­ ar 1950, har tey fyrstu tíð­ ina búðu inni. Í februar 1950 fluttu tey í egin hús. Ikki vóru tað eini púra liðug hús, tey fluttu inn í, men eitt kamar og køk kláraðu tey seg við, og so blivu tey gjørd liðug, so hvørt sum ráðini vóru til tað. Ivist ikki í at tey vóru líka væl nøgd tá, sum fólk eru nú í dag. Meðan pabba var á sjón­ um, stríddist mamma heima. Kúgv var í húsinum, sum vanligt var nógvastaðni tá, so hon skuldi passast, sama seyður og høsn. Tá hoyggjast skuldi, stóð hon ikki aftan fyri nakran; sjálvt at binda byrðar var hon kring til. Bindimaskinu hevði hon, og nógv bleiv hon brúkt, eis­ ini bant hon fyri fólk. Nógv­ ar eru tær veitslur hon hevur kokkast í, ikki minst tær hon hevur hildið fyri sínum nærmastu í egnum húsi. Tey fingu fýra børn: Poul Laust, sum doyði 19 ára gamal av sjúku, Margretha býr á Argjum, Mona býr í Hvalba og Linda býr í Keyp­ mannahavn. 6 ommu­ og abbabørn eiga tey og 7 lang­ ommu­ og langabbabørn. Vit vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku við tí stóra degnum og takka fyri alt tit hava verið fyri okkum. Døturnar Diamantbrúdleyp Kirsten og Daniel Næs Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppá diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14­19. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Mánadagin tann 7. desember hava hjúnini Óluva og Leivur Nielsen, Tórshavn, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9 í Tórshavn. Vinir og kenningar, ið vilja halda dagin saman við okkum, eru vælkomin í Starvsmannafelagið 7. desember kl. 18.00. Óluva og Leivur Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Brúdleyp Fríggjadagin 4. des. kl. 10 giftast í Sørvágs kirkju, Tórgun Jørleifsdøttur úr Sørvági og Hans Petur Lamhauge av Skála. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum Libanon í Sørvági frá 13­17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 2. januar 2010 giftast í Sjóvar kirkju Anna Petersen av Strondum og Pauli G. Hansen av Skála. Vælkomst verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 18. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf 591486/447257 (Anna) ella 594323/441323 (Pauli) innan 15.desembur. merkisdagar