Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 231 - 2. desember 2009 Sjófólk uttanlands verd Sambært kanning hjá Dennis Holm og Magna Laksáfoss eru før oyingar, sum sigla uttan lands verdir um 300 milliónir krónur, sum er umleið helvtin av ríkisveitingini. Hetta hóast sjófólkini nærum ikki rinda eina einas tu krónu í skatti í Føroyum Skipavinna Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 961 føroyingar, sum búgva í Føroyum, sigla uttanlands. Inntøkan hjá hesum er um leið 320 milliónir krón­ ur tilsamans. Sambært kanning, sum Magni Laksáfoss, bú skap­ ar frøð ingur, og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, hava gjørt fyri Skipara­ og navigatørfelagið og Mask­ in meistarfelagið, kem ur allur peningurin – sum før­ oysk sjófólk vinna uttan­ lands – í umfar, og tað hev­ ur við sær, at tær 320 millión irnir koma næstan bein leiðis í landskassan við skrá setingargjøldum, av ­ gjøld um og MVG, hóast hesi sjófólk næstan ikki rinda eina einastu krónu í van ligum skatti. Ríkisveitingin er umleið 615 milliónir krónur, so tað kann staðfestast, at sjó fólk­ ini uttanlands eru næstan eins nógv verd. Hinvegin kunnu vit eisini stað festa, at høvdu hesi fólkini rinda skatt í Før­ oyum, so hevði meiri pen­ ing ur verið enn tær 320 millión ir krónurnar. – Vit hava ikki roknað út, hvussu nógv tað hevði giv­ ið, men tað hevði verið áhuga vert at sæð, sigur Mag ni Laksáfoss, búskap­ ar frøðingur. Men tað er greitt, at tað ikki hevði givið dupult so nógv, men tað hevði givið meira, enn tað ger í løtuni, um vit ganga út frá, at hesi sjó fólkini høvdu verið búgv andi í Føroyum. 620 milliónir Hyggja vit at samlaða árini­ num hjá føroyskum sjó­ fólk um uttanlands, so nærkast tað 620 milliónum krón um, tá peningurin hev­ ur verið í umfari. Hetta er fyrst grundað á, at peningurin – sum er 320 milliónir – verður brúktur av sjófólkunum, og fer í lands­ og kommunukassar. Hetta hevur síðan víðari virkan, tí tað mesta, sum fer í kommunukassar og lands kassan fer aftur út í sam felag ið, og hetta hevur so aftur avleitt virksemi, um vit gera hetta eitt sindur ein falt. Hetta gevur sambært kanningin, sum Skipara­ og navigatør­ felagið og Maskin meist ara­ felagið hava latið gjørt, næst an 620 milliónir krón­ ur til føroyska búskapin. Og her kann leggjast aftur at, at hetta alt er pen­ ingur, sum verður vunnin í øðr um londum og sendur inn í føroyska búskapin. Mest úr Danmark Hesi føroyingar, sum sigla uttanlands, vinna mest pen­ ing úr Danmark. Meira enn helvtin av sjófólkunum í kann ingini sigla í Donsku Altjóða Skrásetingini (DIS), meðan ein triðingur er við í sigla í NIS, sum er norska skipanin, og restin sigla annars í Grønlandi og í Kanada. Til samans eru 961 før­ oyingar, sum sigla uttan­ lands, nú vit taka tølini frá 2008. 512 eru í DIS, 299 í NIS og umleið 150 í Kanada og Grønlandi. Júst tølini úr Kanada og Grønlandi eru ikki heilt eftir farandi, tí tað finnast ikki greið hagtøl fyri hesi. Og tað finnast eisini før­ oy ingar undir øðrum al tjóða skrásetingum, men teir eru ikki við í hesi kann­ ingini. Vaksið seinastu árini Fram til 2004 var eitt rætti­ liga javnt tal av føroyingum, sum fiskaðu uttanlands. Teir skiftu bara ímillum ymisku skipanirnar. Men frá 2004 broyttist hetta. Talið vaks øgiliga skjótt úr umleið 700, sum tað hevur verið frá 1998 til 2004, til hesar 961 í 2008, sum seinastu hagtølini eru frá. – Eg dugi ikki at siga, hví tað hevur verið so stórur vøkst ur frá 2004 til 2008, men tað kundi bent á, at skipan in er sera attraktiv og gev andi, sigur Magni Laksá foss. Búskaparfrøðingurin legg ur afturat, at vit kunnu vænta, at talið av før­ oyingum, sum sigla við fremmandum skipum er vaks ið enn meira síðan sein astu hagtølini, tí tað eru færri áhugaverd tilboð í Før oyum. Fýra av fimm yvirmenn Yvir 80 prosent av før oy­ ingunum, sum sigla í øðr­ um londum sigla sum navi­ ga tørar ella maskin meist ar­ ar. Hesi tøl eru tikin frá DIS­skipanini, og gingið verð ur út frá, at tølini eru Fert tú upp á brúnna á Emmu Maersk er tað góður møguleiki fyri, at føroyingarnir, sum sigla við eru yvirmenn. Føroyingar við útlendskum skipum hava meira enn 320 milliónir krónur í beinleiðis ávirkan á føroyska búskapin. Hetta kundi tó verið meira, um teir rindaðu skatt Sosialurin breyt marknaðarføringslógina Fyri tíð síðan tók brúkararumboðsmaðurin mál upp um eitt serblað hjá Sosialinum. Blaðið eitur FAROE EXPO, og var innlegg í Sosialinum. Niðurstøðan hjá brúkarumboðnum er greið: Niðurstøðan í málinum um serblaðið FAROE EXPO er, at tíðindablaðið Sosialurin ikki á nøktandi hátt hevur hildið § 4 í marknaðarføringarlógini um lýsingaidentifikasjón, tí frámerkingin ovast á breddanum í blaðnum var skrivað við ov smáum bókstavum, sigur niðurstøðan. Orsøkin til hetta er, at tað ikki var nóg greitt tilskilað, at talan var um lýsingartilfar í blaðnum. Í niðurstøðuni hjá umboðnum stendur eisini, at Sosialurin hevur tikið undir við niðurstøðuni, og at umboðsmaðurin ikki ger meira við hetta mál. Sosialurin 16. oktober 2009 LÝSINGARTILFAR anarvikan vík nærkast ber 2009 ki. byrjar kl. 13.00, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runarvíkar komm unu, bjóðar vælkomin. Fyri lestrar haldararnir eru: Hákun Dju r huus, stjóri í SEV, sum tosar um mennandi leiðslu í verki Jógvan