mikudagur 2. desember 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 231 - 2. desember 2009
Hevði ikki ætlað mær í
blaðskriving um 10. flokk í
Tórshavnar kommunu.
Helt, eg hevði sagt mína
meinig hesum viðvíkjandi
í arbeiðsbólkinum, sum
gjørdi álitið um 10. flokk;
men tá ið fólkavaldir
politikarar í blaðgreinum
eru farnir at sleingja um
seg við tí stóra eyka kost
naði í milliónaklassanum,
sum ein framhaldandi 10.
flokkur í Kommunu skúl
anum fer at hava við sær,
og haraftrat seta hetta upp
ímóti bygging av røktar
heimi yviri við Strond, so
haldi eg, at her er tíð at
tala at.
Fyrst er tað Marin
Katrina Frýdal, sum í grein
í Sosialinum 20.nov, nevnir
talið 18 – 22 milliónir tað
skal kosta eyka, um 10.
flokkur framhaldandi skal
verða í Kommunu skúl an
um. Henni á baki kemur
so Levi Mørk, men nú er
tølini vorðin til 25 – 35
milliónir. Og bæði skulu
tey hava tosað við serfrøð
ingar á økinum. Okkum
hava tey ikki tosað við, og
tann gleði og spenningur
um flytingina, sum Marin
Katrina skrivar um, tað
kenna vit einki til her í
Kommunuskúlanum
Til hetta vil eg siga, at
hetta er manipulatión og
villleiðing av almenning
inum av grovasta slag
Tí veruleikin er tann, at
10. flokkur í Tórshavnar
Kommunuskúlam ikki
kostar kommunu nevni
verdugt eyka og vildi
heldur ikki gjørt tað, um
vit í Kommunuskúlanum
høvdu fingið frið at arbeitt
og bøtt um okkara 10.
flokk eftir tí leisti, sum vit
hava sett út í kortið.
Víst verður til heildar
ætlanina, sum skal verða
gjørd fyri Kommunu
skúlan. Víst verður á, at
nóg nógvar stovur ikki eru
á ístandsetta skúlanum, at
pláss er fyri 10. flokki.
Men er hetta nú heilt
beint?
Lat okkum líka hyggja
eftir hesi heildarætlanini.
(Ja, hvussu er annars við
henni hon er ikki eisini
útsett til óásetta tít?)
Heildarætlanin
Tá ið heildarætlanin, sum
býráðslimir og embætis
fólk løgdu fram fyri lærar
um og leiðslu skúlans
vónandi einaferð stendur
liðug, hevur Havnin endi
liga ein Kommunuskúla,
hon errin kann vísa fram
fyri vitjandi.
Vit hava tá tríggjar
skúla eindir, ið allar hava
góðar umstøður. Grund
deild, miðdeild og fram
haldsdeild.
Vit hava eina tveyspor
aða grunddeild við 6
flokk um – 1. til 3. flokk – í
Kongagøtu.
Sethúsini hjá frk. Cohr
verður tikin niður. Har
verður nýggjur skúli til
tveysporaðu miðdeildina
reistur. Her ganga nú 6
flokkar – 4. til 6. flokk.
Eftir stendur so stóri
bygningurin, ið nú skuldi
verið glæsiligari enn hann
nakrantíð var í 1956, tá ið
hann var stoltleikin hjá
Havnini.
Skúlin hevur fingið stóra
matarhøll, sum er bygd út í
lægdina í skúlagarðinum.
Fimleikahallirnar báðar
eru gjørdar ístand.
Bókasavnið er vaksið út
at fevna um gamla arbeiðs
rúmið hjá lærarunum .
Nýggj handarbeiðsstova og
skúlakøkur eru gjørdar har
gomlu lærarawc’ini og
gamla lærarastovan og
lærara køkurin vóru í sínari
tíð. Ella kanska verða
núverandi handarbeiðs
stovan og skúlakøkurin,
sum eru góðar at arbeiða í,
standandi.
Hvør veit, kanska
fysikk stovan, tilevnings
stovan, sangstovan, smíð
stovan og lívfrøðistovan
eisini hava fingið eitt pift,
tá ið man alíkavæl er farin
í gongd?
Pláss er enntá verið fyri
einum hart til trongdum
námsfrøðiligum verkstaði
á skúlanum, tí vit hava
fleiri rúm í kjallaranum,
sum hava staðið tóm leingi.
Eftirsum skúlin longu
undan útbyggingini hevur
keypt inn leysar teldu
vognar við 12 teldum í
hvørjum, er ikki longur
neyðugt við teldustovum.
Harumframt eru eisini
settar upp samvirknar
talvur í øllum skúlastov
unum, so tað er heldur
eingin trupulleiki longur.
Eftir standa so 18
skúlastovur.
Eru 18 skúlastovur ikki
nóg mikið?
Eru hesar 18 skúlastov
urnar veruliga ikki nóg
mikið at hýsa tveimum
7nda flokkum, fýra 8nda
flokkum, fýra 9nda flokk
um og millum ein triðing
og helvtina av 10nda floks
næmingunum í komm un
uni?
Tað má sanniliga sigast
at vera frossarí við
skúlastovum, tá ið býráðið
ætlar, at 7ndu, 8ndu og
9ndu flokkarnir skulu hava
nærum tvær stovur í part.
Men soleiðis má tað skilj
ast, ið býráðspolitikararnir
føra fram í hesum døgum.
Tí við ætlaðu heildarætlan
í huga koma 8 skúlastovur
at standa tómar á Komm
unuskúlanum, um vit
missa 10nda flokk.
Tað, sum vit ikki skilja
rættiliga, er, hvussu tað
skal kunna kosta so nógv
eyka, at hesar stovurnar
verða brúktar til næm
ingarnar hjá okkum?
Hvat skulu hesar tómu
stovurnar verða brúktar til?
8 skúlastovur er ríkiligt
Ímynda vit okkum, at
Kommunuskúlin í fram
tíðini (sum skuldi verið
sjálvsagt) sleppur at hýsa
ein góðan triðing ella helvt
av 10. floks næmingunum í
Havnini, soleiðis sum
minnilutaálitið frá 2007
leggur upp til, hava vit
nóg mikið av tøkum
skúlastovum til tess, aftaná
at skúlin er settur í stand.
Hetta ganga vit útfrá, at
tey vita í býráðnum, og tí
skilja vit als ikki, tá ið ført
verður fram, hvussu nógv
ístandgerðin av gamla
flagg skipinum í førosykum
skúlaskapi kemur at kosta
eyka, um 10ndi flokkur
skal vera verandi í skúlan
um.
Vit hava í fleiri ár roynt
at víst á, hví vit halda, at
tað er harmiligt, at býráðið
ætlar at leggja ein 10nda
flokk niður, sum vit halda
riggar væl.
Hevði tað ikki verið
betri, nú hugurin til deplar
er so stórur, at Kommunu
skúlin slapp at halda fram
við síni loysn, tá ið tað nú
riggar somikið væl hjá
okkum. Hinir næmingarnir
kundu so verið savnaðir í
Eysturskúlanum, har tey
fingu frið at ment sær eitt
konsept, sum kundi staðið,
sum eitt verdugt alternativ
til tað, vit gera í Komm
unu skúlanum.
Tað hevði tryggjað, at
næmingarnir og foreldur
teirra eisini í framtíðini
høvdu eitt reelt skúlaval,
sum helt teimum frá at
leita av landinum á dýrar
eftirskúlar, ið verða sagdir
at raka sosialt skeivt.
Men tað tykist sum um,
at býráðið hevur læst seg
fast í, at modellið skal
verða eftir Bornholmskari
fyrimynd og einki annað.
Tað er nemliga rættiliga
dýrt at seta á stovn eitt
veruligt eftirskúlatilboð í
Havnini, um tað er tað,
sum er ætlanin við stóra
deplinum yviri í Eystur
skúlanum.
Til seinast
Eg má siga, at tað órógvar
meg a skula hugsa um, at
ein leysur elkaðal undir
loftinum í gamla Real
skúlanum og onkur hissini
blaðgrein um tann standin,
sum bygningar Kommunu
skúlans vóru í, hevur ført
okkum í hesa vanlukkuligu
støðu, har framtíðar lagnan
hjá skúlanum er vorðin
kastibløka imillum polit
iska viljan og prát um
pengar øðrumegin (sum
einki hald er í) og skúla
skap, undirvísing og
námsfrøði hinumegin. Tað
ógóvar meg eisini, at tað er
Tjóðveldið saman við
Javnaðarflokkinum, sum
gongur undan í prátinum,
har skúlin verður settur
upp ímóti einum ellis
heimi. Tað minnir meg ikki
sørt um tað, ið hendi
suðuri í Vági á sinni.
Kommunuskúlin, milliónirnar og 10. flokkur
lærari í Tórshavnar
Kommunuskúla
Jacob
Thomsen
Nú er frøin stór, tí tað er eydnast at bjarga nøkrum
sendingum, sum Elin og Óli høvdu í barnaløtum í
útvarpinum fyri nógvum árum síðani.
Samstundis hoyra vit, at tað stendur syndarliga til
við øllum arkivinum hjá Kringvarpinum. Føroya fólk
hevur síðan 1957 goldið fyri henda stovn, men tá vit
ynskja at fáa at vita, hvat ið sent varð, so megnar
stovnurin ikki at koma við tilfarinum, annaðhvørt tí at
tað er mislagt, ella av tí, at tað tilfarið, ið nýtt varð, er
forfarið.
Hetta er nakað, sum vit sum tjóð als ikki kunnu
finna okkum í.
Tá ið tað er prógvað, at Kringvarpið ikki klárar at
varðveita sendingarnar fyri eftirtíðina, so er helst einki
annað at gera enn at flyta ábyrgdina av hesi
varðveiting frá Kringvarpinum til onkran stovn, sum
megnar hesa uppgávu. Her er upplagt at brúka
Landsbókasavnið. Tað skal goyma alt tilfar, sum áhuga
hevur fyri tey, sum vilja hava nakað at vita um
Føroyar. Hví ikki lata einar 5 milliónir av teimum 60,
sum nevtollurin gevur Kringvarpinum, fara til
Landsbókasavnið, so tað fær møguleika fyri at gera
tilfarið, sum sent er í Kringvarpinum, atkomuligt fyri
Føroya fólk?
So fer ikki bert at bera til at fegnast um Elin og Óla,
men eisini um øll hini, og tey eru mong.
Elin og Óli – og øll hini
Zakarias
Wang
Nú eitt ár eftir, at
Vodafone byrjaði
við 3G fartelefon-
tænastu í Føroyum,
verða nýggir og betri
3G Dongul-pakkar
sendir á marknaðin.
Vodafone heldur fram
at útbyggja 3G netið
TÍÐINDASKRIV
Vodafone
Vodafone kom á føroyska
marknaðinum við 3G fyri
júst einum ári síðani og
koll velti tøknina.
Hetta bar í sær, at før oy
ingar upplivdu, hvussu far
telefon og internet byrjaðu
at smelta saman. Ferðin á
mobilum dataflutningi økt
ist og kom á hædd við tað,
vit vanliga kenna frá breið
bandi ella ADSL.
Datamongd økt
nógvar ferðir
– Við 3G økti Vodafone
ferð ina á vanligum fartele
fonum í Føroyum upp í 40
ferðir. Á Vodafone markera
vit 1 ára dagin hjá 3G í Før
oyum við at bjóða okkara
kundum nýtt og betri inni
hald í 3G Donglar, sigur
Bjarni A. Bjarnason, stjóri
á Vodafone.
Nýggju tilboðini bera í
sær, at mongdin av data í
Donglunum er økt nógvar
ferðir í mun til tað, sum er
vanligt í Føroyum.
– Hetta kann kennast sum
ein nýggj kollvelting av
tøkn ini, sigur Vodafone
stjórin.
Útbygging
heldur fram
Nú eitt ár er liðið, síðani
3G kom á marknaðin í Før
oyum, er greitt, at útbygg
ingin av 3G netinum heldur
fram.
– Broytta búskaparstøðan
í landinum og forðingar frá
kappingarneytanum,
ið
fram vegis hevur monopol
istiskt vald á marknaðinum,
hava havt við sær, at rað
festingar okkara á útbygg
ingini eru broyttar nakað.
Málið er framvegis at røkka
80 prosentum av øllum før
oyingum innan ikki ov
langa tíð, sigur Bjarni A.
Bjarnason.
Í løtuni eru miðdeplarnir
í landinum dekkaðir við 3G
tøknini frá Vodafone. Eisini
hava kundar uttan fyri mið
deplarnar atgongd til 2,75G
tøkni (Suðuroy & Kalsoy,
Kunoy, Viðoy) og útbygg
ing in uttanfyri miðdepilin,
er ein orsøk til broyttu rað
festing okkara á útbygg ing
um í 2009.
Føroyar eitt ár eftir 3G kollvelting:
Nógvar ferðir størri datamongd
í Donglar frá Vodafone