Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2009 23 Skaldsøgan Í hav­ sins hjarta eftir Gunn ar Hoydal er føroyska uppskotið til Norðurlendsku Bók­ mentavirðislønina 2010 Uppskot Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Føroyska vónin til Norður­ lendsku Bókmenta virðis­ lønina næsta ár, verður sett til skaldsøguna Í havsins hjarta eftir rithøvundan Gunnar Hoydal, sum fo r­ lagið Sprotin gav út í 2007. Í grundgevingini sigur før oyska nevndin, sum ger tilmæli til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, so ­ leiðis: »Í havsins hjarta er kalejdoskopisk skaldsøga um samanbrestir millum dreymar, stórlæti og veru­ leika í politiskum stríði í Føroyum í drúgv hundrað ár. Stílistiskt er skaldsøgan sjáldsama løtt, fjølbroytt og beinrakin, og søgugongdin bindur saman einstakar lagnur í lítla føroyska sam­ felagnum við stóru politisku hugsjónirnar í 19. og 20. øld, eins og skaldsøgan bæði í frásøgustíli, bygnaði og evnisviðgerð sipar til al tjóða rák í nútíðar bók­ ment um og bókmenta­ gransking«. Harður dystur Í havsins hjarta fær harða kapping frá sera navn fram­ um rithøvundum, har skald­ søgurnar eru ser liga væl umboðaðar. Uppskotini frá hinum norðurlondunum eru hesi: Danmark: Peter Laugesen Fotorama, yrkingasavn; Ida Jessen, Børnene skaldsøga Svøríki: Steve Sem­Sand­ berg, De fattiga i Lódz, skald søga; Ann Jäderø­ lund,Vad hjælper det en människa om hon häller vatten över sig i alle sina dagar, yrkingasavn Norra: Karl Over Knaus­ gård, Min kamp 1, skald­ søga; Tomas Espedak, Imot kunsten (notatbøkene), skald søga Finland: Sofi Oksanen, Puhdistus, skaldsøga; Monika Fagerholm, Glitter­ scenen, skaldsøga. Ísland: Einar Kárason, Ofsi, skaldsøga; Steinar Bragi, Konur, skaldsøga Ongi uppskot eru úr Grøn landi og Sámiska mál­ økinum í ár. Vinnarin av Norður­ lendsku Bókmentavirðis­ lønini verður kunngjørdur 30. mars. Virðislønin á 350.000 krónur verður hand að á ráðstevnu hjá Norð urlandaráðnum í Reykja vík í november 2010. Gunnar Hoydal í uppskoti til bókmentavirðisløn Lurtandi peda­ gogikkur og sam­ spæl millum børn og vakisn er evnið í bók, sum fyrrverandi rektarin á Lær ara­ skúl anum, Pauli Nielsen, hevur týtt til føroyskt tíðindaskriv Onkur helt fyri, tá ið eg nevndi, at eg hevði umsett eina svenska bók um børn og for­ treytir fyri læru, at eg heldur átti at skriv að eina bók sjálv ur, og eg skal ikki dylja fyri, at hug in havi eg. Held ur man tað vera dirv ið, sum bilar, og so tann sann roynd at nakrar fáar bøkur, sum seinastu árini eru komnar út í londunum uttan um okk um, eru so áhugaverd­ ar, almennar og nýskapandi fyri alt pedagogiskt ar ­ beiði, at tað er meira um ­ ráðandi at fáa onkrar teirra fluttar yvir í føroyskt mál, enn at eg skrivi eina bók um okkurt hissini evni. Hes ar bøkur, sum eg hugsi um, taka upp teir stóru spurn ingarnar um læring, samspæl og samtalu mill­ um børn og vaksin í dag­ stovnum, frítíðarskúlum, skúlum og dagsins sam­ felag. Hesar bøkur gera okk um greitt, at arbeiði við børnum er sera krevj­ andi, men fyrst av øllum eisini sera læruríkt, spenn­ andi, kveikjandi og stutt­ ligt. Ein tílík bók er Lyss­ nandets pedagogik hjá svensku Ann Åberg og Hillevi Lenz Taguchi. Eg havi givið bókini føroyska heitið Lurtandi pedagogikk – ein bók um etikk og fólkaræði og um at lurta eftir børnum, og at lurta eftir hvør øðrum. Ann Åberg er barna­ garðslærari, og dømini í bókini eru tikin úr hennara gerandisdegi saman við børnunum í barna garð­ inu m, men bókin er eisini ein eins stórur kveikjari hjá lærarum í fólka skúl­ anum. Hon kann byggja brúgv millum hesar báðar yrkisbólkar og eggja til samvinnu teirra millum. Og hon hevur boð til øll hugsandi menniskju, sum hava við børn og menning og mentan teirra at gera. Ann Åberg er praktik­ arin, sum hevur sett seg væl og virðiliga inn í nýggj astu ástøðina um barnið. Hetta ástøði byggir á ta áskoðan, at øll børn tráa eftir at læra, og at tey í høvuðsheitum hava nógv størri førleikar, enn vit van liga halda. Tosað verð­ ur um førleikabarnið ella tað ríka barnið, og tað er henda áskoðan, sum streym ar sum ein lívgev­ andi kraft ígjøgnum ta virksemi, sum Ann Åberg lýsir so væl í sínum parti av bókini. Hennara partur er sera lætt lisin, so eingin nýtist at setast aftur av ótta fyri tungum fakligum lestri. Hillevi Lenz Taguchi er vísindafólkið, sum hevur sett seg væl inn í praktiska pedagogikk. Í sínum vís­ indaliga arbeiði hevur hon ofta verið í tøttum sam­ starvi við starvsfólk og børn í dagstovnum og í skúlum. Hennara vísinda­ ligu arbeiði hava stóra altjóða virðing, og hon er nógv eftirspurdur fyri­ lesari um allan heim. Hon tekur støði í barninum í okkara tíð og nýtir ta vitan, sum vit nú hava, til at skilja nútíðarbarnið og tað støðu, sum børn nú á døgum eru í í okkara parti av heiminum. Hetta ástøði er krevjandi lestur, júst tí at sjónarhornini eru nýggj og bjóða vanahugsanini av, og tað er neyðug fortreyt fyri at læra nýtt. Bókin er m.a. týdd til norskt, og eg fari at enda við tveimum brotum úr norsku fororðunum: »tað, sum ger hesa bókina ser­ liga týdningarmikla hjá peda gogum í barnagarði og skúla, er, at hon vágar sær at seta saman tungt ástøði við kreativa praksis, og at hon dokumenterar dug andi børn og ger tey sjónlig.« Tað er læruríkt. At enda spyr norski um ­ setarin: »Hvussu kunnu vit stuðla børnum í teirra læru og geva teimum av ­ bjóðingar, um vit ikki sjálv eru fús at læra?« Eg spyrji eisini. Tórshavn 23. september 2009 Pauli Nielsen Sjálvt um evnini eru álvarsom í bókini Salmiakk og Hedda, situr tú ofta í skellilátri og lesur Bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Salmiakk og Hedda er onn­ ur bókin í røðini um drongin Salmiakk. Salmiakk er flutt ur til Stokkhólm, men í Stokkhólmi hevur hann hvørki Norðnes ommuna, Spøka ella Clint­Clint­ Henrik. Heimlongsulin er sum eitt svart hol, heldur Salmiakk. Líka til Hedda kemur. Hedda, sum er djørv og elskar Salmiakk. Hedda, sum hoyrir illa, men sum sær so mikið betur. Tá so Spøki kemur aftur, verður lívið fult av nýggjum skemti og kúllagerðum. Tað einasta, sum ikki er gott, er at Clint­Clint­Henrik enn er í Norðnesi og hevur tað ringt. Høvundurin hevur nógv uppá hjartað. Her verða álvarsom evni viðgjørd, eitt nú foreldur, sum drekka, happing, børn, ið ikki trív­ ast og heimlongsul. Men hóast evnini eru álvarsom, er bókin ikki syrgilig. Tvørturímóti er hon á tremur við skemti og klikk­ aðum hugskotum, so tú ofta situr í skellilátri og lesur. Moni Nilsson hevur skriv að bókina. Tað var eisini hon, sum skrivaði bøk urnar um Tsatsiki, sum hava verið at hoyrt í út ­ varpinum. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt og Bókadeildin gevur út. Lurtið eftir børnunum Tað verður skaldsøgan »Í havsins hjarta« hjá Gunnari Hoydal, sum skal umboða Føroyar, tá Norðurlendska Bókmentavirðislønin skal veljast í mars mánað mynd: Forlaget Torgard Stuttligur álvari fyri børn So var friðurin út, tí skálk­ urin Henry er aftur við sín­ um herviligu skálka brøgd­ um, sum eru við at fáa tey vaksnu at fara úr sínum góða skinni. Tvær heilar bøk ur hevur Herviligi Henry fylt hesuferð, tí hann hevur havt nógv um at vera síðani seinast. Millum ann­ að hevur hann verið og vitj­ að drotningina og forskrekt lívið av barnagentuni, sum skuldi ansað honum og lítla beiggjanum. Tær báðar nýggju bøk­ urnar eita Herviligi Henry trølladaddan og Herviligi Henry vitjar drotningina og tað er Bókadeildin, sum gevur út. ­ave Bókin um Salmiakk og Hedda er full av stuttligum og klikkaðum hugskotum, sjálvt um evnini onkuntíð eru syrgilig Herviligi Henry herjar á aftur Herviligi Henry hevur nógv á skránni hesuferð, tí hann skal bæði vitja drotningina og forskrekkja barnagentuna