mikudagur 2. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 2. desember 2009
Hondbóltsharrarnir hjá ÍF
Føroyum vunnu um viku
skift ið móti KSG, og nú
liggur liðið á upp flyt ing ar
plássi
Dysturin bleiv, sum ikki einaferð,
sera spennandi og við einum megn
ar endaspurti kláraðu føroyingarnir
at venda einum hóttandi tapi til ein
sigur uppá 2623, eftir hálv leiks
støðuna 1410. Føroyski topp skjútt
in, Bjarni Wardum, var tíverri ikki
tøkur til dystin og nervaði tað liðið
eitt sindur.
Dysturin byrjaði væl fyri ÍF Før
oyar, og teir løgdu seg á eina tvey
máls leiðslu frá byrjan. Men KSG
vildi ikki lata munin blíva størri og
teir kláraðu at hanga í. Tað var ser
liga einstaklingaavrik frá KSG sum
var orsøkin til at teir kláraðu at
hanga í, meðan tað føroyska spælið
var baserað uppá uppspæl og tað
meira taktiska sum góvu føroysku
mál ini. Beint fyri hálvleik komu nøk
ur skjótáleyp til føroyinganir sum
harvið fingu økt um munin til 4 mál.
Eftir hálvleikssteðgin var tað líka
sum at føroyinganir vantadu at
sigur in fór at koma av sær sjálvum.
KSG fekk loyvi til at stýra tempoi í
dysti num og kom spakuliga gjøg
num teir fyrstu 15 minutturnar inn
aftur í dystin.
Tá tað so stegaði heilt upp hjá
før oy ingunum fekk KSG lagt seg á
odda 2220 bert 8 minuttir fyri
dystar lok. Nú sá tað veruliga út sum
næsta tapið skuldi koma í ár. Men
Ári Rouch valdi at broyta tað eina
annars sera trygga 60 verju til eitt
meira offensiva 51 spæl. Tað vendi
dystin um aftur fullkomuliga. Álops
spælið hjá KSG steðgai heilt upp og
fingu teir bara eitt mál afturat í øll
um dystinum, uppá brotskast! Men
fyrst fekk Rani Slættanes minka um
munin niður í tað eina málið, áðrenn
trý skjótáleyp til Boga Berg so at
siga avgjørdi dystin. KSG fekk sídsta
kommentarin í dystinum við einum
brots kasti í seinastu løtu, men før
oy ingarnir áttu síðsta orðið og fingu
teir enn ein sigur. Endaliga úrslitið
gjørdist 2623 til ÍF Føroyar. 2 stig og
eitt fet tættari toppinum!
Málskjúttar: Hjalti Jacobsen 7,
Rúni Joensen 4, Bogi Berg 4, Tróndur
Boga son 3, Rani Slættanes 3, Helgi
Justinus sen 3, Johnny Durhuus 1,
Niels Viggo Niclasen 1,
Nakrir viðhaldsmenn
hjá Barcelona royndu at
blenda Ronaldo við sterk
um lasarastrálum undir
spans ka stórdystinum,
sum var sunnudagin
Longu tá 12 minuttir vóru farnir av
dystinum millum Barcelona og Real
Madrid royndu ávísu Barcelonavið
halds mennirnir at blenda Ronaldo,
tá hann skuldi taka eitt fríspark
uttan fyri brotsteigin hjá Barcelona.
Spanska ítróttarblaðið, AS skrivar,
at Ronaldo, Pepe, Arbeloa og Casillas
vóru raktir av lasarastráluni. Real
mál verj in,
Iker
Casillas
fortaldi
dómar a num, Undiano Mallenco um
lasar an, men dómarin nevndi ikki
lasara strálurnar í síni dystarfrásøgn.
Eric Abidal hjá Barcelona slóg alt
upp í glens, og sigur við AS, at
spælar nir hjá Barcelona eru somikið
skjótir á fótum, at teir megnaðu at
renna undan lasarastráluni.
Jorge Valdano, stjóri í Real Madrid
segði við spanska ríkissjónvarpið, at
hann lastar ikki FC Barcelona, men
hann lastar tann ella tey, sum fram
du ógerðina.
Hetta má kannast fyrst og
fremst, tí hetta er heilsuskaðiligt.
Ronal do var ikki raktur í eyguni, og
tí fekk hann ikki nakran skaða,
undir strikar Valdano.
Fyri stuttum fekk italska felagið,
Na po li 15.000 evrur í bót, tí nakrir
áskoð ar ar hjá Napoli brúkti lasara
ímóti einum spælara hjá mót støðu
lið num.
Sambært einum øðrum sponsk
um ítróttarblaði, Marca høvdu Bar
ce lo naáskoðarnir, sum brúktu las a
ra skipað seg, áðrenn stórdystin
sun nu dagin. Teir høvdu gjørt seg út
við lasarum, sum eru átta ferðir
sterk ari, enn loyvt er.
Felix Navy, lækni hjá La Paz sjúkra
húsinum í Madrid sigur, at sterku
lasarnir kunnu gera so stóran skaða
á eyguni, at tað ber ikki til læknaliga
at rætta uppá skaðan aftur.
Brúktu
las ara
ímóti
Ronaldo
Barcelona-áskoðarar
meddaðu við lasarastrálu
eftir Cristiano Ronaldo, tá
Barcelona tók ímóti Real
Madrid sunnudagin
Mynd: Polfoto/AP
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Liggja til uppflyting