Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. desember 2009 – Nr. 231 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Ítróttasambandið fyri brek­ að skipaði fyri svimjikapp­ ing um viku skiftið Svimjing Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Yvir 20 svimjarar vóru við til kapp­ ingina, sum varð hildin í Klaksvík sunnu dagin 29. november. Jógvan Skor heim, vararborgarstjóri í Klaks­ vík, setti kappingina. Svimjarnir umboðaðu ítrótta­ felagið Svan í Eystuoynni og svimji­ felagið Ægir í Klaksvík. Eisini vóru svimjarar úr Havn. Tað sást týðuliga at ítróttafólkini høvdu vant nógv, tí nærum øll settu persónlig met í kapp ingini. 10 ára gamla Krista Mørkøre, sum hevur umboðað Føroyar í altjóða kapp i ngum, setti fleiri persónlig met. Millum annað setti hon per­ són ligt met í 50 m frí við tíðini 39,39. Krista luttók eisini í 50 m rygg, brin­ gu og firvald. Aplonina Justesen úr svimji­ felagnum Ægir vann gull í greinini 50 m frí við tíðini 35,53. Krista Mør k­ øre kom á 2. pláss við tíðini 39,39 og á 3. pláss kom Halla Poulsen úr ítrótta felagnum Svani við tíðini 47,51 Robert Poulsen úr Havn var skjótasti drongurin á 50 m teininum í frísvimjing. Hann kom inn við tíðini 38,18, sum eisini er eitt persónligt met. Júst í Túni kom á annað pláss við tíðini 38,42 og á triðja pláss kom Eivind Toftegaard við tíðini 39,16. ÍSB fegnast um tey góðu avrikini og um at alt fleiri ung, ið bera brek, vilja íðka ítrótt. FIFA sigur nei við Írland Tað verður ikki talan um eitt HM­endaspæl við 33 londum á hesum sinni Fyrispurningurin hjá Írlandi, um at gerast land nummar 33 í HM­endaspælinum byggir á rokmiklu hendingina, tá fraklendingurin, Thierry Henry førkaði bóltin við hondini í tí seinna play­off dystinum millum Írland og Frakland á Stadé de France í París. Írar høvdu ikki so ræðuliga stórar vónir um, at FIFA fór at ganga teirra ynski á møti, men teir valdu kortini at senda fyrispurningin, bara fyri at fáa ein respons frá FIFA. Responsin hava írar fingið. Aðalskrivarin hjá FIFA, Jerome Valcke sigur við Sky Sports, at tað er ógjørligt at broyta bygnaðin í HM­endaspælinum so stutt undan HM. Jerome Valcke heldur eisini, at FIFA hevði druknað í fyrispurningum og krøvum frá ymiskum FIFA­limalondum, um teir høvdu gingið við til kravið hjá Írlandi. Jerome Valcke metir tó ikki fyrispurningin hjá Írlandi vera tápuligan. ­ Tað er bara ikki gjørligt at gjøgnumføra eina slíka broyting, staðfestir FIFA­ aðalskrivarin. Fríggjadagin verður lutakast um bólkabýtið í Suður­Afrika. Tey 32 luttakandi londini skulu býtast í átta bólkar. Tá byrjar HM­niðurteljingin av sonnum. Eitt brotsmannalið hóttir Ber ba tov við, at um ikki hann rindar teimum pen­ ing, so ræna teir konuna og dóttr ina Sambært enska blaðnum, Daily Mirr or hevur sjálvur høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Alex Fergu­ son tikið stig til at fáa Berbatov og familjuna trygt heim úr úr Bulgaria til Onglands við einum privat flog­ fari. Bulgar s ka brotsmannaliðið krev ur eina upphædd, sum svarar til um leið fimm miljónir krónur í okkara peningi. Ein bulgarsk kelda sigur við Daily Mirror: ­ Dimitar (Berbatov, red.) er ógvu­ liga óttafullur um familjuna hjá sær, og hevur lovað sínum grannum pen ing, um teir síggja nakað illgruna samt rundan um húsini hjá honum í Sofia. Manchester United­framherjin var heima í Sofia í Bulgaria saman við konuni, Elenu og dóttrini, Dea í næst síðstu viku. Tá setti ráns manna­ liðið seg í samband við mammuna hjá Berbatov, Margarita. Sambært Daily Mirror vildi Be rba­ tov ikki seta seg í samband við bulgarsku løgregluna, tá hann fekk at vita, at ránsmannaliðið sam­ starvaði við fólk, sum arbeiða í bul­ gars ka innanríkismálaráðnum. Sa m­ bært enska blaðnum hevur Ber­ batov e isini samrátt seg til eina av talu við brotsmannaliðið, sum skal hava gingið við til at lova at geva familjuni frið. Men aftaná seinastu hóttanina hev ur Berbatov økt um trygdina rund an um húsini í Manchester. Men Berbatov vil ikki úttala seg um málið, tí talan er um ein trygda r­ spur ning, skrivar Daily Mirror. Seinastu 20 árini, síðani jarntjaldið í Eystur­Europa fall, er talið av brotsmannaliðum nógv økt í Eu ropa, og í mongum eystur euro­ peiskum londum standa fólk púra hjálp arleys , tá brotsmannaliðini gera um seg. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Fleiri met í Klaksvík Krista Mørkøre var ein av svimjarunum, sum setti fleiri persónlig met, tá jólakapping í svimjing varð hildin seinasta vikuskifti Vilja kroysta pening úr Berbatov Dimitar Berbatov verður í hesum døgum hóttur av brotsmannaliði, sum vil kroysta pening burtur úr hóttanum móti familjuni hjá spælaranum Mynd: Polfoto/AP Jólakapping í Boccia Leygardagin klokkan 14 skipar ÍSB fyri stórari jólakapping í Boccia. Kappast verður í KÍ­høllini í Klaksvík. Talan er um kapping, har bæði rørslu­ og menningartarnað sleppa at royna seg. Kappast verður í trimum bólkum, har tey rørslutarnaðu eru í einum av hesum. Menningartarnað kappast í einum FM­bólki og í einum opnum bólki. Seedingin avdúkað í dag Fríggjadagin fer FIFA at kasta lut um, hvussu bólkarnir í HM­endaspælinum í 2010 síggja út. Undan hesum skal tó finnast út av, hvussu liðini skulu styrkimetast, og hetta hevur elvt til trætur. Eitt nú hevur verið gitt, at FIFA hesa ferð ferð at nýta eina blanding av styrkislistanum og HM­avrikunum seinastu tvey endaspølini, tá styrkismetingin verður gjørd. Tað ber millum annað við sær, at Holland kemur í sterkasta bólkin, meðan Ongland dettur ein bólk niður. Verður vanliga styrkismetingin brúkt, verða tey átta ovastu hesi: Suðurafrika, Brasil, Spania, Italia, Týskland, Argentina, Ongland og Frakland.