hósdagur 3. desember 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 232 - 3. desember 2009
T
að eru framvegis eldri
borgarar í Havn, sum
hava gingið í skúla hjá
Poul Jensen. Ein teirra er
Johan Norðfoss. Hann
minnist, at ein lúsingur frá
Poul Jensen varð ikki
gloymdur í bræði. Men
hinvegin lærdu tey danskt
til lítar, og tað er hann
takksamur fyri.
Poul Johannes Jensen
varð føddur 4. juli 1868 í
Puntabyrgi í Trongisvági.
Foreldrini vóru Peter
Jensen og Anne Cathrine f.
Petersen, bæði úr Trongis
vági. Pápin gekk burtur við
Bellu undir Íslandi í 1882.
Tá fórst eisini beiggi Poul,
Petur Albert, 22 ára gamal,
og hálvbeiggi hansara 23
ára gamli Jens Jákup
Petersen. Mamman sat
einkja í mong ár. Seinastu
árini búðu hon hjá Poul í
Havn, og tey eru eisini
jarðað lið um lið.
Aftaná próvtøkuna á
læraraskúlanum í Havn
1890 var Poul lærari í
Hvalvík, Hósvík og Saks
un. Fór so til Danmarkar,
har hann tók sløjdlærara
prógv í 1893 og lærara
prógv á Vesterbro Seminar
ium í 1895. Hann var lær
ari í Keypmannahavn
189596. Kom til Føroya
og gjørdist lærari á privat
skúla á Tvøroyri 189697.
40 ár lærari í Havn
Poul gjørdist 2. januar 1897
annarlærari við Tórshavnar
Kommunuskúla, 1904
fyrstilærari og í 1922 yvir
lærari. Hann varð eisini
umsjónarmaður við føroy
sku bygdaskúlarnar í 1904.
Var eisini lærari við lærara
skúlan í Havn í 1898.
Poul gjørdist riddari av
Dannebrog undir konga
vitjanini í 1921. Hann fór
70 ára gamal frá við
eftirløn, men eftir áheitan
virkaði hann fram til 1.
marts 1939, tá ið eftir
maður hansara Zacharias
Sørensen tók við.
Poul giftist 25. november
1897 við Pouline f. Johan
sen, f. 20. marts 1870,
dóttir Elieser Johansen,
handilsstjóra og Súsanna
Irenu Jacobsdatter úr Havn.
Hon var tískil systir kenda
handilsmannin Karl á Lag.
Jutta ferðaðist hjá
ommubeiggjanum
Poul Jensen var ommu
beiggi Juttu Mortensen,
ættað av Tvøroyri, búsit
andi í Havn. Sum smá
genta plagdi hon at fara til
Havnar at ferðast til ommu
beiggjan. Millum annað
kom hon seks ára gomul á
ólavsøku. Serliga minnist
Jutta gott til konuna Poul
inu. Hon var eitt framúr
stásfólk. Tær báðar plagdu
at fara í býin saman. Poul
búði í yvirlærarahúsinium
á Skálatrøð, og tey høvdu
eisini trøð og kúgv.
Poul og Poulina fingu trý
børn. Eliesar doyði fýra ára
gamal í 1905. Arnold var
bankamaður og búði niðri.
Hann var giftur og átti ein
son Poul, sum eitt skifti var
lærari í Føroyum. Men
hann var veikligur og doyði
ógiftur í góðum árum.
Irena var lærari og bú
settist í Danmark. Hon var
ógift, og tískil eru eingir
eftirkomarar eftir Poul og
Poulinu. Myndirnar til hesa
grein eigur Jutta.
Poul Jensen royndi, tað
hann kundi, at fáa bøtt um
skúlaviðurskiftini í Havn.
Eitt tað seinasta brævið, ið
hann sum fyrstilærari og
lærararáðsformaður skriv
aði til býráðið við áheitan
um ábøtur var í oktober
1934. Her biður hann
millum annað um at fáa
telefon í skúlan. Realskúlin
hevði fingið telefon longu
í 1908. Men tað var ný
bygging, ið stóð hjarta
hansara nærmast og brævið
endaði við hesum skila
orðum, at “det er Folkets
Børn, ogsaa Bærerne af det
kommende Thorshavn, der
skal nyde godt af Forbedr
ingin. At disse Forbedring
er koster Penge er vi vel
vidende om, men naar man
ser, hvor billigt, der bygges
for Tiden, maa pengene til
et saa vigtigt Foretagende
kunde skaffes til Veje.”
Sum ofta er gekk alt sera
spakuliga, og tað var held
ur ikki fyrr enn í 1956, at
nýggjur kommunuskúli
kom í Havn.
Kravdi tað sama av sær
sjálvum sum av øðrum
Zacharias Sørensen skrivaði
millum annað í minningar
orðum um Poul Jensen:
Hóast tvey ár eru liðin,
síðan hann mátti fara úr
starvi sínum vegna aldur,
var hann ikki merktur av
elli. Hann var eins og fyrr
ferðamikil, fryntligur,
skemtingarsamur og fúsur
til verka. Fyri einum fjúrt
an døgum síðani bar hann
seg ikki undan, tá ið hitt
almenna sendi boð eftir
honum at gerast formaður í
Priskontrolraadet.
Leygardagin 9. novemb
er (1940) kl. 2 fór hann
heiman frá. Eitt korter
seinni, tá ið hann kom inn
á skrivstovuna í Pris
kontrolrådet, fell hann um,
deyður av hjartaslag.
Hann var annars ein sera
heilsugóður maður. Men
fyri mongum árum síðani
var hann ógvuliga sjúkur
av giktfepri. Men Poul
Jensen hevur ikki verið
burtur frá skúlaarbeiði
vegna sjúku síðan tá, og nú
var tað helst tann sjúkan,
sum var orsøkin til hansara
brádeyða.
Hann kravdi nógv av sær
sjálvum, og hann kravdi av
næmingum sínum, at teir
gjørdu tað, sum teimum
varð ásett. Ivaleyst eru tey
mong, sum kunnu takka
Poul fyri, at hann vildi
læra tey at gera sína plikt.
Hann var trúgvur í
arbeiði sínum. Tíðin skuldi
passast. Hann kundi krevja
tað av øðrum, tí sjálvur
møtti hann altíð stundisliga.
Poul kravdi bæði av sær
sjálvum og av øðrum, at alt
arbeiði skuldi vera væl úr
hondum greitt. Í heila tikið
toldi hann ikki óskil.
Hesir eginleikar hansara,
sum eru so tørvandi fyri øll
skúlafólk, gjørdu, at hann
fekk sera gott úrslit burtur
úr arbeiðinum.
Tá ið Poul Jensen fór frá
sum lærari, var hann sam
an við konu og lærarafólk
unum við kommunuskúlan
boðin til veitslu saman við
býráðnum, har fleiri talur
vóru hildnar, millum annað
av býráðsformanninum,
sum takkaði honum fyri
hansara ídna og samvitsku
fulla arbeiði við skúlan í
yvir fjøruti ár. Har vóru
eisini hildnar talur av
lærarafólkum, sum takkaðu
fyri gott samarbeiði.
Poul Jensen var í mong
ár limur av Tórshavnar
verjuráð og heilsubótar
nevnd. Eisini var hann
løgtingsvaldur grannskoð
ari hjá Føroya Sparikassa.
Harafturat var hann dekn
ur í Havnar kirkju 3040
ár, og øll hesi almennu
størv røkti hann við sama
trúskapi sum skúlaarbeiðið.
Tað vóru aðrir suðringar
enn Mortensen
Petur Alberg greiðir í síni
dagbók fyri 1901 frá ein
útferð hjá suðringum í
Havn. Um kvøldið var
veitsla fyri gestunum. Her
vóru røður hildnar, sum
fyri tað mesta vóru um
gamla Mortensen, “der
blev prist saa forfærdeligt.”
Men tá tók Poul Jensen
orðið og segði, at tað vóru
eisini aðrir suðringar, sum
ikki máttu gloymast! Hetta
bendir á, at Poul hevði víð
ari sjónarring enn onnur.
Poul Jensen:
Børnini skuldu læra danskt
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Poul Jensen var ein markantur yvirlærari í kommunskúlanum í Havn fyrrapartin av undanfarnu øld.
Hann kravdi, at næmingarnir skuldu duga danskt, og hann kundi eisini geva ein undir vangan
Komandi partur
Næsta hósdag verður
greitt frá Poul og Sigrid
Niclasen. Hon var
dóttir H.N. Jacobsen,
bókhandlara. Hann var
beiggi Ríka Dánjal
ANNA KATRINA JENSEN
F. 28-2-1828
D. 7-6-1897
POUL JOHANNES
JENSEN
F. 4-7-1868
D. 9-11-1940
THOMASINE POULINE
JENSEN
F. 20-3-1870
D. 8-3-1959
Poul Jensen saman við konuni Poulinu og
børnunum Arnold og Irenu
Poul, sonurin Arnold og abbasonurin Poul.
Myndin er tikin hjá hoffotografinum Elfelt
Poul Jensen heiðraður við blómum. Hetta kann vera í
sambandi við, at hann leggur frá sær sum skúlastjóri