hósdagur 3. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 232 - 3. desember 2009
Vit hava lagt stóran
dent á, at hetta skal
verða ein ítróttahøll
við altjóða mátum
og fasilitetum.
Somuleiðis hava vit
lagt stóran dent á,
at høllin skal nýtast
til ítrótt og ikki til
konsertir, dans og
annað líknandi, sigur
Vagnur Mikkelsen frá
hallarnevndini hjá
Neistanum
BYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er ein gamal dreymur,
sum nú gongur út fyri
Neistan.
- Vit byrjaðu í 2002, men
eisini áðrenn tað hava vit
ynskt okkum aty bygt eina
høll, sum er ein hondbólts-
høll við altjóða máti og
teimum fasilitetum, sum
ein moderna hondbóltshøll
skal hava, sigur Vagnur
Mikkelsen.
Teir byrjaðu kortini langt
framman undan at savna
pening til endamálið.
- Tað byrjar alt í 1988 við
einum
tiltaki,
sum
vit
nevndu Aftur í tríssini, og
tað gav rættiliga fitt av pen-
ingi. Helvtin fór til raksturin
av Neistanum, meðan hin
helvtin varð sett á bók til
eitt gott endamál. Og tað
var við einari høll fyri eyga,
sigur Vagnur Mikkelsen.
Teir eiga eisini eini hús
niðri í R.C.Effersøesgøtu,
har teir hava nøkur rullu-
skiltir á, eitt frá 1999 og eitt
frá 2005, og av tí at tað
liggur so væl fyri, hevur tað
givið fitt av peningi.
- Tann peningurin er
eisini goymdur til hetta, og
vit hava roknað við, at t´ða
hendan høllin stendur liðug
í 2011, hevur stuðulsfelagið
hjá Neistanum sett átta
milliónir í høllina, sigur
Vagnur Mikkelsen.
Í løtuni metir hann, at tá
høllin stendur liðug, fer hon
at
kosta
einar
21-22
milliónir.
Ítrótt burturav
- Vit býta fíggingina upp í
trý, vit lata ein triðing ella
gott tað, býráðið letur ein
triðing – og hann er tøkur
– og so rokna vit við at fáa
tað, sum vit hava rætt til frá
Mrntamálaráðnum,
sigur
Vagnur Mikkelsen.
Tað verður eisini roknað
við trimum byggistigum, at
gera
byggiøkið
klárt,
innilokan og liðugtgerð.
- Vit hava pening til at
gera økið byggiklárt og at
inniloka høllina, og so taka
vit tað harfrá, sigur Vagnur
Mikkelsen.
Tað er heldur ikki heilt av
tilvild, at høllin verður løgd
við Landavegin í vestur-
býnum.
- Her verður ein stórur
skúlamiðdepil beint oman-
fyri, og vit hava eisini kann-
að málið hjá Venjingar-
skúlanum og Læraraskúlan-
um, og tað verður ikki nak-
ar trupulleiki at fylla høllina
við tímum, sigur Vagnur
Mikkelsen.
Hann leggur dent á, at tað
verður ítrótturin, ið fær
innivist í nýggju høllini.
- Vit fara bert at nýta
høllina til ítrótt. Tað verður
ikki talan um konsertir dans
og tílíkt, men verður eftir
sama leisti sum Gundadals-
høllin verður rikin. Og tað
kemst av tí, at skulu vit
hava eina høll, sum eisini
skal kunna hava konsertir
og líknandi, skulu vit helst
keypa einar 2000 stólar, vit
skulu hava okkurt at leggja
á gólvið og fasilitetir at
goyma hetta tilfarið í, so
hølin fer at gerast so ómeta-
liga nógv dýrari, sigur
Vagnur Mikkelsen.
Hann vónar, at tá høllin
stendur uppi í 2011, er hon
útgoldin, men teir fylgja
eisini
við
tíðini
innan
umhvørvið.
- Ætlanin er, at hetta skal
verða ein grøn høll. Vit ætla
ikki at hava nakran olju-
tanga, men fara at nýta
varandi orku, sigur Vagnur
Mikkelsen.
Býráðið fegnast
Við til hátíðarløtuna at
loysa fyrsta flagið til nýggju
Neistahøllina, vóru Heðin
Mortensen, borgarstjóri, og
Jógvan Arge, formaður í
mentanarnevndini
hjá
býráðnum.
Teir tóku báðir orðið, og
báðir fegnaðust teir um
hetta tiltakið, sum Neistin
nú er farin undir.
Jógvan Arge vísti á, at
Neistin hevði bíðað leingi
eftir hesum degnum, og at
ein umsókn hevði ligið inni
hjá býráðnum minst tvær
tær seinastu seturnar.
Hann segði, at býráðið
fegið stuðlaði byggingini og
helt tað vera rós vert, at eitt
einsamalt ítróttarfelag fór
undir eina so stóra ætlan.
Hann vísti á, at býráðið
legði stóran dent á mentan-
ina í kommununi, og harvið
eisini ítróttinum. Hesi sein-
astu árini er eisini bygd
ítróttahøll í Kollafirði og
Hoyvík, Tórsvøllur er gjørd-
ur og eitt nýtt fimleikahús
er undir gerð. Samstundis
skulu nú átrokandi og um-
fatandi ábøtur gerast á
hølina á Nabb og Hoyvíks-
høllina.
Jógvan Arge fegnaðist
eisini um, at høllin verður
løgd í vesturbýnum, so hon
kann nøkta tørvin í tí
økinum.
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri, segði, at ein av
orsøkunum til, at tað hevði
tikið so langa tíð at útvega
Neistanum eitt økið, var
júst spurningurin um, hvar
hølin skuldi liggja.
Uppi í Gundadali er ikki
pláss fyri einari slíkari høll,
og so var spurningurin,
hvar so best egnaða plássið
er. Umhugsað var at leggja
hana við Venjingarskúlan,
men valda plássið er tað
allarbesta, tí tað liggur nær
við komandi skúladepilin,
og kann eisini koma nýggja
skúlanum á Hamrinum á
Argjum
tilgóða,
sigur
Heðin Mortensen.
Í
hallarnevndini
hjá
Neistanum
eru
umframt
Vagn Mikkelsen eisini Niels
Mortensen, stjóri í SMS,
Hjalmar Petersen, stjóri á
Vónini, Djóni Dalsgarð og
til løgfrøðiliga hjálp hava
teir
havt
Óla
Jákup
Cristoffersen
knýttan
at
nevndini.
Ein ítróttahøll til ítrótt
Vagnur Mikkelsen læt borgarstjóran og formannin í mentanarnevndini sleppa at loysa fyrsta flagið
Samkyndir blóðgevar
Í Svøríki hevur Ríkisdagurin broytt lógina, soleiðis at frá 1. mars næsta ár
kunnu samkyndir sviar lata blóð. Kortini sleppa samkyndir menn ikki at lata
blóð, uttan so at teir kunnu prógva, at teir hava ikki havt kynsliga samveru
við manni í eitt ár. Samkynd, sum ætla at skráseta seg sum blóðgevar, skulu
útfylla eitt oyðublað við nógvum spurningum um teirra heilsuviðurskifti og
teirra kynslív, og so skulu myndugleikarnir taka støðu til, um teir kunnu
góðkennast sum blóðgevar, skrivar svenska tíðindastovan TT úr Stockholm.