hósdagur 3. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 232 - 3. desember 2009
Russiski konsulin í
Føroyum, Árni Dam,
ásannar, at ein ávísur
kinkur er komin í
góða samstarvið,
sum í so mong ár
hevur verið millum
Føroyar og Rusland.
Hann heldur, at ein
gongd leið at finna
aftur á beint er, at
Føroya løgmaður
bjóðar russiska
sendimanninum í
Keypmannahavn til
Føroyar at tosa um
viðurskiftini
SamStarv
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyski verksmiðjutrolarin
Skálaberg liggur framvegis
á reduni út fyri Murmansk,
og í dag eru 14 dagar, síðan
russiska vaktartænastan tók
skipið til lands.
Høvuðsorsøkin til tøkuna
sigst vera, at trolarin hevur
fiskað
av
kvotu,
sum
Sundaberg eigur, og eisini
hava russar eftir hvat skilst
heft seg við onnur viður
skifti, sum teir ikki eru
nøgdir við.
Skiparin í land
14 dagar er long tíð at
liggja, og serliga dátt kemur
hetta við hjá JFKTroli,
sum eigur skipið, nú avtala
er gjørd um sølu við einum
ávísum skeringsdegi, sum
er við at renna út.
Fyrr í vikuni frættist, at
russisku
myndugleikarnir
skuldu koma við einum
sektaruppskoti í gjár, men
dagurin gekk, og einki
sektaruppskot kom.
Árni
Dam,
russiskur
konsul í Føroyum, visti í
morgun at siga, at skiparin
á Skálabergi stundisliga í
morgun var farin í land við
sakførara og meklara sínum
at hitta russiskar myndug
leikar í eini roynd at loysa
málið.
Bæði JFKTrol og vit á
Faroe Agency hava heitt á
russar um at koma við ein
um sektaruppskoti, so mál
ið kann loysast, og skipið
kann leysgevast aftur.
Russiski konsulin sigur
seg tó ikki vænta, at nakað
fer at spyrjast burtur úr fyrr
enn í fyrsta lagi móti
kvøldi.
Eg vóni virkuliga, at
málið verður loyst í dag, tí
hetta er ein ógvuliga keðilig
støða, bæði fyri manningina,
sum nú hevur verið umborð
á skipinum í 14 dagar – og
eisini fyri tey annars so
góðu viðurskiftini, sum í so
mong ár hava verið í sam
starvinum millum Føroyar
og Rusland.
Árni Dam sigur seg einki
tora at siga og vænta um,
hvat – og um nakað – man
fara at spyrjast burtur úr í
dag.
Eingin neyð
Russiski konsulin í Før
oyum sigur, at tá skip
soleiðis verður afturhildið,
og manningin gongur um
borð í so langa tíð, er skjótt,
at søgur fara at ganga.
Soleiðis er eisini í hes
um førinum. Eg eri upp
ringdur av fólki, sum ikki
øll hava verið líka pen í
munninum.
Árni sigur, at hann hevur
havt regluligt samband við
skiparan á Skálabergi, og
umborð á skipinum er
eingin neyð, tó at støðan er
ógvuliga keðilig.
Tað ljóðaði herfyri, at
drekkivatnið hjá teimum
var farið at ganga undan og
onkur, sum ringdi til mín
her úr Føroyum, segði, at
menninir noyddust at gera
sær vatn burtur úr kava á
dekkinum. Eg ringdi bein
anvegin og bað um 30 tons
av vatni til skipið. Teir
søgdu seg vilja geva skipin
um vatn longu sama kvøld,
men komu ikki fyrr enn
dagin eftir. Eg vænti, at
tangabáturin hevur verið so
nógv
upptikin
hendan
dagin.
Hann
sigur,
at
eftir
umborð á Skálabergi vóru
umleið 5 tons av vatni, tá
russar komu við nýggjum
vatni til skipið.
Vit kunnu ikki umgang
ast, at tað altíð eru onkrar
keðiligar tungur inn ímill
um, men tað mugu vit bar
liva við. Soleiðis er tað nú
einaferð, leggur Árni Dam
aftrat.
Hava roynt
Russiski konsulin í Føroy
um sigur, at Faroe Agency
hevur tveir russar í starvi,
harav annar tosar reint
føroyskt.
Vit hava roynt, hvat vit
hava kunnað, og vit hava
havt samband við russisku
sendistovuna í Keypmanna
havn fyri at vita, um teir
kunnu hjalpa okkum. Tey í
Keypmannahavn hava so
sett seg í samband við
myndugleikarnar í Moskva.
Hann sigur, at nú skiparin
á Skálabergi er farin í land í
í morgun saman við sak
førara og meklara at hitta
myndugleikarnar har, vónar
hann so inniliga, at málið
umsíðir verður loyst.
Árni Dam sigur, at tað
hava
eingir
trupulleikar
verið at at sett seg í samband
við skipið hesar dagarnar,
tað hevur ligið á reduni út
fyri Murmansk.
Men eg tori einki at siga
um dagin í dag, og eg dugi
slett ikki at siga, hvørjar
vónirnar eru. Skipanin í
Ruslandi er nokso tung og
tað einasta, vit kunnu gera,
er aftur og aftur at seta okk
um í samband við russar.
Hann vísir á, at tað er
næstan ógjørligt at koma í
beinleiðis samband við teir
myndugleikar, sum hava
tikið avgerðina um at biðja
vaktartænastuna
taka
Skálaberg.
Vit hava sera gott sam
starv við eitt stórt russiskt
Skálaberg-málið dregur út:
- Eg haldi
ikki hetta
er hevnd
Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, heldur tað vera ógvu
liga keðiligt, at Skálaberg er afturhildin á reduni í Murmansk
í 14 dagar uttan at vita, hvussu verður. Eg haldi kortini, at
vit mugu royna at loysa hetta mál á sømiligan hátt og í allari
hampiligheit, sigur hann
Gamlar bøkur um Grønland
Frálærubøkurnar, sum donsk skúlabørn brúka, tá tey skulu læra
um Grønland og grønlendsk viðurskifti, eru avoldaðar. Tað
sigur grønlendska fólkatingskvinnan Doris Jakobsen, sum vil
hava danska skúlamálaráðharran, Bertel Haarder, at dagføra
frálærutilfarið. Doris Jakobsen sigur við grønlendska
kringvarpið, at grundleggjandi og dagførd vitan um Grønland
er ein fyritreyt fyri javnbjóðis samstarvi millum Danmark og
Grønland. Bertel Haarder hevur fyrr ásannað, at frálærutilfarið
um Grønland, sum fólkaskúlin brúkar, er ikki tíðarhóskandi.
Lív Næs fær sanglegat
Tórshavnar kommuna umsitur eitt sanglegat, og nevndin
hevur avgjørt at lata til ungu songkvinnuna Lív Næs.
Sanglegatið er stovnað til minnis um Sannu Dahl
Waagstein. Nevndin fyri sanglegatið helt fund hósdagin
19. november 2009. Eftir umsókn varð samtykt at lata
Lív Næs stuðul í sambandi við sanglæru í solosangi.
Nevndin samtykti at lata Lív Næs kr 10.000 í stuðuli.
Tey, ið manna Nevndin fyri sanglegatið til minnis um
Sannu Dahl Waagstein eru Heðin Mortensen, Bjarni
Bæk og Sanna í Brekkunum. Jákup Simonsen er skrivari.