hósdagur 3. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 232 - 3. desember 2009
trolarafelagið í Murmansk,
Murmansk Trawlerfleet, og
tað var ígjøgnum teir, at vit
funnu JFK-Troli ein góðan
meklara. Hetta felag hevur
í løtuni tveir bátar, sum
liggja á Skála, og hin triði
kemur nú 8. desember. Í
byrjanini var trupult hjá
meklaranum at sleppa fram
til myndugleikarnar í Mur-
mansk. Nú gongur frægari,
men hann fær ikki nógv at
vita haðani.
Árni sigur, at Murmansk
Trawlerfleet
vísti
Faroe
Agency á feløg í Kirkjenes
og Tromsø í Noregi, sum so
aftur kundu vísa teimum á
nevnda meklaran.
- Vit settu okkum síðan í
samband við JFK-Trol, sum
helt, at hetta var eitt gott
val, sigur hann.
Sømilig loysn
Árni Dam heldur tað sjálv-
sagt vera ógvuliga keðiligt,
at skip og manning nú eru
afturhildin
á
reduni
í
Murmansk í 14 dagar uttan
at vita, hvussu verður.
- Men eg haldi, at vit
kortni mugu royna at loysa
hetta mál á sømiligan hátt
og í allari virðiligheit, sum
han tekur til.
Russiski konsulin vísir á,
at góða samstarvið, sum í so
mong ár hevur verið millum
Føroyar og Rusland ikki
minst á fiskiveiðiøkinum
hevur stóran týdning fyri
okkum, eins og tað eisini
hevur týdning fyri russar.
Hann harmast eisini um,
at einki spurdist burtur úr
fiskiveiðisamráðingunum
millum londini, sum í gjár
endaðu úrslitleysar.
- Tað er nú einki óvanligt
í, at meira enn tað eina um-
farið er í samráðingum av
slíkum slagi, men eg haldi,
at Føroyar sum samfelag
skulu gera alt, sum gerast
kann, fyri at byggja uppaftur
góða álitið og samstarvið,
sum verið hevur millum
londini.
Árni Dam vísir á, at tað
ikki má koma upp á tal at
kuppa á stokkinum við
russar, tó at málið um
Skálaberg er keðiligt.
- Samstarvið við russar
hevur givið nógv báðar
vegir, bæði í fiskirættindum,
sum sjálvandi eru goldin
við fiski undan Føroyum,
men eisini í handilssamstarvi
um sølu av fiski og teimum
mongu umvælingum, sum
russar hava gjørt í Føroyum
umframt
við
øðrum
veitingum, sum russisk skip
hava fingið.
Hann væntar tí, at ein møgu-
lig uppsøgn av samstarvinum
millum londini hevði komið
Føroyum aftur um brekkur,
sum hann tekur til.
Hvør er loysnin?
Tað er altíð trupult at siga,
hvørji ráð eru til at taka, tá
støður gerast fastlastar, og
viðurskifti sum níva leggja
seg millum lond.
Árni Dam ásannar, at ein
ávísur kinkur er komin í
góða samstarvið millum
londini. Hann heldur, at ein
gongd leið burtur úr hesi
støðu hevði verið at bjóðað
umboðum
fyri
russisku
sendistovuna í Keypmanna-
havn til Føroya at tosa um
viðurskiftini.
- Eg haldi, at løgmaður
skuldi
bjóðað
russiska
sendimanninum í Keyp-
mannahavn til Føroya, har
sínámillum viðurskifti land-
anna millum kundu verið
tikin upp til umrøðu í eini
friðarligari
”atmosferu”,
sum hann tekur til.
Vit spurdu eisini russiska
konsulin í Føroyum, um
talan á nakran hátt kann vera
um, at russar nú vilja siga
”takk fyri seinast”, tá før-
oyskir
fiskiveiðimyndug-
leikar áður hava tikið tveir
russiskar svartkjaftatrolarar
undir Føroyum, harav annar
framvegis liggur afturhildin
á Kollafirði.
- Nei, eg haldi ikki, at
talan er um nakað agg ella
hevnd, er hann skjótur at
svara.
Árni Dam vísir á, at før-
oyskir fiskiveiðimyndugleik-
ar hava havt gott samstarv
við russiskar fiskimenn.
- Russar hava fingið tað
skoðsmál
frá
føroysku
vaktartænastuni, at teir eru
góðir at vitja. Tað plagar at
taka sína tíð við pappírum
og slíkum, tá farið verður
umborð á skipini, men tá
samanum
kemur
eru
viðurskiftini í lagi.
Teir vistu
Russiski konsulin í Før-
oyum sigur, at tá føroyska
vaktartænastan í fyrraári
tók tveir russiskar trolarar,
sum fiskaðu á stongdar
leið, var hetta púrasta í tráð
við okkara fiskiveiðireglur.
- Longu í 2001 vistu
russar, at leiðin var stongd,
og tí dugi eg ikki at síggja,
at hetta mál kann hava
nakað
sum
helst
við
Skálaberg-málið at gera.
Árni vísir á, at umrøddu
russisku trolararnir báðir
vórðu tiknir um somu tíð,
harav annar loysti aftur,
meðan hin, sum kallast
Ros, framvegis liggur á
Kollafirði, tí reiðaríið hevur
ikki verið ført fyri at rindað
tað, sum skipinum er álagt.
- Her er tað politivaldið,
sum hevur lagt hald á skipið.
Hann sigur, at honum
kunnugt vóru skipini í sama
felag, sum hevði tveir
høvuðspartaeigarar, harav
annar doyði.
- Tað eydnaðist at loysa
annað skipið aftur, men ikki
hitt.
Árni Dam vísir á, at
russisku fiskimenninir, sum
vóru við Ros, á ymiskan
hátt hava fingið nógv hjálp
úr Føroyum.
- Fiskimenninir vildu ikki
av skipinum, fyrr enn teir
høvdu fingið sínar ágóðar
frá russiska reiðaranum, og
framvegis í dag eru tveir
mans eftir.
Russiski konsulin í Før-
oyum sigur, at eitt nú reiðari-
ið hjá Skálabergi var saman
við øðrum við til at fíggja
ferðina hjá 19 russarum
heim at halda jólafrí.
- Vit bjóðaðu okkum eis-
ini at rinda teirra ferðaseðlar
til heimlandið, men tað tók
sína drúgvu tíð, áðrenn
menn vildu av skipinum –
og, sum nevnt, eru fram-
vegis tveir eftir enn, leggur
Árni Dam aftrat.
Samstarvið við russar hevur givið nógv báðar vegir, bæði í fiskirættindum, sum sjálvandi eru
goldin við fiski undan Føroyum, men eisini í handilssamstarvi um sølu av fiski og teimum mongu
umvælingum, sum russisk skip hava gjørt í Føroyum - umframt við ymiskum øðrum veitingum hiðani
Í dag hevur verksmiðjutrolarin Skálaberg hjá JFK-
Troli í Klaksvík ligið á reduni út fyri Murmansk í 14
dagar. Tíðliga í morgun fór skiparin í land saman við
sakførara og meklara, og nú verður vónað, at okkurt
spyrst burtur úr, sum dagurin gongur
Omanlop í Noregi
Fleiri sethús fingu skaða, og fleiri úthús vórðu
oyðiløgd í einum omanlopi í gjárkvøldið við
norsku bygdina Årdalstangen, sum er í Sogn í
Vesturnoregi. Omanlopið var beint eftir mid-
nátt, og sambært løgregluni var tað sera hepp-
ið, at eingin mansskaði var. Løgreglan sigur,
at summir steinar, sum komu við omanlopi-
num, vóru millum fimm og seks rúmmetrar til
støddar. Myndugleikarnir hava flutt fólkið úr
fleiri húsum, meðan jarðfrøðingar kanna, um
vandi er fyri fleiri omanlopum, skrivar NTB.
Í dag er altjóða
handikappdagur
3. desember er altjóða handikappdagur, og hendan dagin fer Ráðið fyri
Brekað at markera við eini nýggjari heimasíðu. - Ráðið metir, at tað er
sera umráðandi alla tíðina at gera vart við viðurskiftini hjá teim brekaðu.
Tað skal ein áhaldandi kampur til - hóast tað ikki átti at verið neyðugt,
sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað. Hon vísir á,
at verunleikin kortini er ein annar. - Søgan vísir, at tað hevur verið
neyðugt at staðfesta rættindini hjá teimum, ið bera brek, í altjóða sáttmála.
Hesin sáttmálin varð staðfestur fyri Føroyar á sumri 2009. Á heimasíðuni
eru upplýsingar um virksemi hjá Ráðnum www.radidfyribrekad.fo