hósdagur 3. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 3. desember 2009
13
heldur nýskapandi menning
armøguleikar enn eitt
tyngjandi ok
T
á Føroyar vilja binda seg til
at fremja sín part av heims
umfatandi veðurlagsavtalu og
skerja CO2útlátið munandi,
verður tað ofta framsett og
uppfatað av fjølmiðlum og
politikarum sum nakað negativt
– sum eitt tyngjandi ok, vit
sjálvboðin leggja á okkum, men
kanska helst vildu sloppi
undan, eins og vit vilja sleppa
undan sparingum og skerjing
um yvirhøvur.
Eg haldi tvørturímóti, at vit
eiga at síggja okkara tilsøgn til
veðurlagsavtaluna, við at vilja
skerja CO2útlátið við 20%,
sum ein einastandandi stóran
positivan menningarmøguleika
– ja sum eitt jarnbrot fyri at
fremja nýskapan og nýmenning
í Føroyum í so stórum máti, at
vit ikki høvdu droymt um tað
bert fyri fáum árum síðani.
Í løgtingsins Rættarnevnd
hava vit havt til viðgerðar
”Uppskot til samtyktar um at
skerja føroyska útlátið av veður
lagsgassum”, sum allir flokkar
á tingið hava lagt fram í felag.
Í álitinum, sum varð lagt
fram fyrr í vikuni, sigur
Rættarnevndin einmælt, at allar
tær frágreiðingar, vit hava fing
ið í nevndini, ”vísa eina greiða
ábending um, at møguleikin at
minka útlátið av veðurlagsgassi
við í í minsta lagi 20% í Før
oyum kann røkkast”.
Uppaftur betur dámar mær
næstu orðini í álitinum hjá
Rættarnevndini: ”Tað hevur
alstóran týdning at hetta verður
gjørt á ein hátt, sum stimbrar
menningina av samfelagnum
frameftir, soleiðis at henda
tilgongd ikki verður ein byrða,
men ein nýskapandi møguleiki,
sum føroyska samfelagið og
vinnan fáa ágóðan av.”
Tí hetta var tann óvanliga
positiva niðurstøðan man
kundi gera, frá øllum teimum
sum møttu til hoyringar í
nevndini og søgdu sína
hjartans meining um, hvussu
vit kunnu røkka málinum um
at skerja CO2útlátið við 20%.
Øktir vinnumøguleikar av
veðurlagsavtalu
Tey flestu vístu við nógvum
dømum á, at tað eru bein
leiðis nógvir nýggjur vinnu
møguleikar í at menna og
fremja loysnir og tøkni, sum
kunnu fremja tað stóra skiftið
frá oljubundnum, orkutungum
skipanum, til burðardyggar
skipanir við varandi orkukeld
um, bæði í vinnuni, á stovnum
og hjá húsarhaldunum. Føroysk
ar fyritøkur hava stórar møgu
leikar á hesum økjum, so
okkara samfelag kann koma at
byggja á burðardyggar vinnur
við fleiri beinum at standa á.
Eg skal bara nevna nøkur fá
dømi, sum vit vóru kunnaðu
um í Rættarnevndini, tí
vónleyst er at siga frá øllum.
Skipaflotin kann minka
útlátið munandi
Vit hava hoyrt so nógv um, at
av tí at vit eru vinnuliga so heft
av einum stórum skipaflota,
kunnu vit lítið gera. Men eisini
her eru stórir møguleikar, vísti
umboð fyri skipasmiðjuna Mest
á, við nógvum ítøkiligum fyri
skipanarligum og tøkniligum
uppskotum, við tilvísing til
metingarnar hjá IMO, altjóða
sjóvinnufelagsskapinum:
at verandi skip kunnu minka
útlátið her og nú við eini 10%
við betri orkunýtslufyriskipan,
at nýbygningar við nýggjari
tøkni og sniði kunnu minkað
útlátið heilt niður í 75% .
Eins og Mest vísti Vinnu
húsið og trolvirkið Vónin á
nógvar praktiskar stutt og lang
siktaðar møguleikar at skerja
útlátið hjá fiskiskipaflotanum
munandi og enntá meira, enn
ásett er í málunum í føroysku
ætlanini, so tað haraftrat kundi
blíva til fyrimuns fyri effektivi
tet, bíligari rakstur, burðardygd
og búskaparliga úrtøku fyri
føroysku fiskivinnuna.
Húsarhaldini: byggireglugerð,
bjálving, fjarhiti og lutaíbúðir
Við eini minking uppá 50% av
CO2útlátinum eru størstu
krøvini sett til privatu húsar
haldini. Eins og Vinnuhúsið
lýsti serliga Verkfrøðinga og
Arkitektafelagið her væl, hvat
vit kundu gera fyri at røkka
hesum ógviliga høga máli.
Serligan týdning løgdu teir á
eina nýggja Landsbyggireglu
gerð, sum við byggikrøvum
kundi fáa orkunýtsluna á
nýggjum húsum niður við 50%.
Hinvegin verður ómetaliga
tungt at røkka málinum við ver
andi sethúsum, tí skal tað fremj
ast einans við bjálving, fer tað
at kosta øgiligar upphæddir, ein
ar 5 mia kr tey næstu 10 árini.
Ein annar sera effektivur máti
at minka oljunýtsluna er at
gagnnýta teir ovurstóru møgu
leikarnar, sum eru í at útbyggja
verandi og byggja nýggjar
fjarhitaskipanir. Her kann bara
ein útbygging av fjarhitanum
frá Sundsverkinum oman í
Havnina, fyrst víðari til Gunda
dal, síðani Marknaðgil, og so
oman til Landssjúkrahúsið,
skerja CO2útlátið við heili
7000 tonsum árliga svarandi
til ein fimting av CO2nýtsluni
í øllum føroyska bústaðar
massanum – fyri eina íløgu
einans uppá 35 mió. kr.
Ein sera effektivur máti at
skerja olju og orkunýtsluna hjá
húsarhaldunum, er at skifta frá
siðbundnu eintáttaðu og
spjaddu einfamiljuhúsunum til
tættari og hægri bygging til
fleirfamiljuhús. Her kann eitt
skifti frá 10 einstøkum ein
familjuhúsum til eini 10
familjuhús einsamalt skerja
CO2útlátið við 50%.
So tað er í tøkum tíma, at vit
fáa lutaíbúðalógina aftur fyri
tingið, so vit kunnu fara undir
neyðuga fjøltáttingina í bústað
armynstrinum, serliga til gagns
fyri ung, støk og eldri. Luta
íbúðabygging kann tí gerast eitt
veruligt jarnbrot fyri meiri
rationellari og orkubíligari
húsabygging.
Sjóvarfalsorka – kanska tað
mest spennandi
Nakað av tí mest áhugaverda
var at hoyra umboð fyri Nátt
úruvísindadeildina á Fróð
skaparsetrinum greiða frá gran
skingarverkætlanini við sjóvar
falsorku. Her vístu fyribils
kanningarúrslit av streymorku
mátingum ymsastaðni í landin
um, at sjóvarfalsturbinurnar eru
so framkomnar og munagóðar,
at tær eru fult kappingarførar
við vatn og vindorku á landi.
Við íløgum í hóskandi turbinur
í t.d. Vestmannasundi og Skop
unarfjørði kann framleiðast líka
so nógv orka, sum øll vatnorku
útbyggingin hjá SEV fram til
2020 kann geva.
Samanborið við kostnaðin av
einum Íslandskaðali fyri 2,7
mia kr, ætlaðu vatnorkuút
byggingunum hjá SEV fyri 2,5
mia kr, kann íløgan í sjóvar
falsorku til framleiðslu av
samsvarandi nøgdum av orku
kunnu gerast fyri 1,5 mia. kr.
Tó, sjálvsagt er hetta enn á
granskingar og royndarstigi
her heima hjá okkum, men
hetta eru ómetaliga spennandi
perspektivir fyri tí mest burðar
dyggu og umhvørvisvinarligu
orkuframleiðsluni. Sigast skal
at SEV samstarvar við royndar
verkætlanina hjá Náttúruvís
indadeildini um sjóvarfalsorku.
Orkuframleiðsla – frá olju til
varandi orku
Tað verða tó nøkur ár, áðrenn
sjóvarfalsorka fer at fáa nakran
týdning. Tí eru útbyggingarnar
av varandi orku úr vatni og
vindi avgerandi fyri at fremja
skiftið frá olju til varandi
orkukeldur.
Her eru stórar og ítøkiligar
ætlanir hjá SEV tað týdning
armesta, men eisini aðrir sum
vindorkufelagið Røkt hava lagt
spennandi ætlanir fram.
Røkt hevur serliga lagt seg
eftir at vísa, hvussu vit við eini
ítøkiligari verkætlan á Myrun
um oman fyri Vestmanna kunnu
víðka vindmylluorkuna og út
byggja vindorkuna við pumpu
skipanum fyri endurnýtslu av
vatninum, og haraftrat víðka
verandi byrgingar, kunnu skerja
CO2útlátið við 22.000 tonsum.
Hetta svarar til stíva helvt av
allari húsarhaldsnýtsluni í
Føroyum.
SEV vísti nevndini á teirra
ítøkiligu og stórfingnu ætlan,
sum man longu er farin ígongd
við, við nýggjum vatnorkuút
byggingum, øktari vindorku,
pumpuskipanum til at økja
úrtøkuna av vind og vatnorku
framleiðslu, og við aldu og
sjóvarfalsorkuverkætlanum.
Sambært ætlanini hjá SEV,
sum fram til 2020 krevur eina
íløgu uppá 2,250 mia. kr., kann
eitt veruligt umskifti fremjast
frá olju til varandi orkukeldur.
Samstundis sum SEVætlanin
skal økja samlaðu orkufram
leiðsluna við 35% fram til
2020, skal tað gerast á ein slík
an hátt, at oljutengda orkufram
leiðslan verður minkað við 36%
og CO2útlátið nakað líknandi
meðan framleiðslan frá var
andi orkukeldum sum vatni,
vindi og sjóvarfalsorku skal
økjast við 127%.
Eydnast tað SEV at fremja
hesa ætlan, økja vit tann partin
av orkuframleiðsluni, sum
kemur úr varandi keldum sum
vatni, vindi og sjóvarfalli, úr
41% upp í 72%.
Politiskur vilji og praktiskir
møguleikar
Eftir viðgerðina av uppskoti
num til samtyktar um at skerja
føroyska útlátið av CO2 eri eg
ikki í iva um, at tað ikki bert er
politiskur vilji til hesa menning
arleið fyri føroyska samfelagið,
men at tað eisini er undirtøka
fyri tí millum allar avvarandi
partar, eins og tað eisini eru
praktiskir møguleikar at fremja
ætlanina bæði uppá styttri og
longri sikt – bæði við ”skjótt
syftum seiðum” og ”tí tunga
takinum”.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Veðurlagsavtala kann
gerast jarnbrot fyri
nýmenning í Føroyum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin