Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 232 - 3. desember 2009 Sparingar hjá Tórshavnar kommunu raka frítíðarskúlabørnini meint Námsfrøðingar eru ørkyml­ aðir, nú Tórshavnar býráð ætlar at fremja sparingar innan frítíðarskúlar. Spar­ ingar, ið merkja at børnini fáa minni tíð frá teimum vaksnu, ið starvast har. 3 milliónir skulu sparast, 1.5 milliónir í 2010 og aftur 1.5 í 2011. Hetta tí at tímatalið, ið frítíðarskúlar­ nir fáa játta pr. barn. skal lækkast. Normeringin/ formilin í Tórshavnar kommunu var 3,72 tímar fyri hvørt einstaka barni um vikuna, hetta skal nú broytast til 2,88 tímar. Ætlaða avgerðin verður vard við, at børnini ganga fleiri tímar í skúla nú enn fyri 2 árum síðani. Hevði tað bara verið so einfalt. Starvsfólkið innan frí­ tíðarskúlunum í Tórshavn­ ar kommunu, hava roynt at víst á, at síðani tímatalið bleiv hækka, í skúlunum, eru børnini meira “strongd” í frítíðarskúlun­ um. Børnini eru verri fyri nú enn fyrr, troyttari og hava minni yvirskot, hetta merkir millum annað, at orkan til at loysa ósemjur er minni, orkan at fara í gongd við ymiskum sjálvi er minka, tolið er minni osfr.. Hetta merkir at tørv­ urin hjá børnunum, at hava vaksin rundan um seg, ið eru fyrireikaði og til til­ reiðar, at taka sær av teim­ um, við øllum teimum ymisku dagligu avbjóðing­ unum, er hækkaður. “Lítli Pól” hevur brúk fyri, at ein vaksin persónur hevur stundir at seta seg hjá honum og práta við hann eina løtu. Eisini skulu vit minnast til, at børn við serligum tørvi eiga, at fáa pláss, í frítíðarskúlunum, hetta var ein broyting, ið var sett í verk, í 2006, ella stutt áðrenn tímatalvan hjá børnunum í skúlanum bleiv økt. Avleiðingarnar av hesari sparing eru ógvusligari enn býráði ger sær far um. Verður henda ætlan framd gongur tað fyrst og fremst út yvir børnini. Fleiri børn fara at hava trupulleikar, trupulleikar ið tey helst ikki høvdu havt, um bert vaksin fólk høvdu stundir at taka sær av teimum og teirra tørvi. At møta teim­ um har tey eru, móð og troytt av einum kravmikl­ um skúladegi. Børn í dag hava krav uppá at tey vaksnu, ið eru rundan um tey eru væl fyrireikaði til dagin. At vera væl fyrireik­ aður merkir at starvsfólk fáa stundir at brúka sína fakligu vitan, saman við vitanina um tað einstaka barni og síðani royna, at tillagað umstøðurnar, soleiðis at tað einstaka barnið fær mest møguligt burturúr. Námsfrøðingar hava hesa vitanina og mugu fáa stundir og loyvi, at brúka hana. Sparingin kemur at merkja hesi “spardu” børnini alt lívi. Ein onnur avleiðing er, at teir fáu námsfrøðing­ arnir ið eru á frítíðarskúlun­ um, ríma, tí tey fáa ikki eina brúkiliga inntøku og við, at fleiri námsfrøðingar ikki halda seg hava tíð, at útføra veruligt námsfrøðiligt arbeiði. At lønin fyri arbeiði innan barnaøki ikki er høg, tað vita vit, men hvussu skulu vit vænta at útbúgv­ ið, sum óútbúgvið fólk skal kunna liva av einari inntøku millum 9.000 kr. og 13.000 kr. um mánaðin, áðrenn skatt. Væntar Tórshavnar býráð, at fakliga góðskan fer at vera tann sama við hesum sparingunum, mugu teir hugsa umaftur. Eitt er, at tað longu, sum nú er, ikki ber til at fáa eitt 40 tíma starv innan frítíðar­ skúlaøki, men við ætlaðu skerjingunum verður nokk trupult at finna meira enn eitt ½ tíðar starv. Og hvør kann liva av tí? Eisini vilja vit, í Føroy­ um, at fólk, ið hava nomið sær útbúgving í útlondum, koma heim aftur. Vit vita at um 400 føroyskir náms­ frøðingar arbeiða í Dan­ mark, ikki kunnu vit vænta, at námsfrøðingarnir tíma, at flyta heim til Føroya, tá ið tað ikki ber til at fáa fulltíðar starv, heldur skulu vit vænta, at fleiri ríma av landinum. Í síðsta enda er tað børnini tað gongur útyvir – námsfrøðingarnir hava møguleikan at velja frítíðarskúlan frá – tað hava børnini ikki. Frítíðarskúlin í vanda Nevndarlimur Føroya Pedagogfelag Jógvan Philbrow Javnaðarhugsjón í skjøldrinum, men kryptofacistar og nýliberalistar sum dagligir vegvísarar Skal vanligi føroyingur, lønmóttak­ arin: barnið, tey gomlu, einkir og faðirleys og annars øll, ið liva á lívsins skuggasíðu, gera sær nakra vón um rættvísi, stuðul, arbeiði og fíggjarligan útjavnan, so er alneyðugt m.a. at endurstovna ein sterkan sosialistiskan javnaðarflokk, hvar hugsjónirnar um frælsi, javna og brøðralag ikki bert verður nýtt sum pynt og valflesk, men er stavnhaldið í dagliga politiska stríðnum á øllum økjum: heima, á arbeiðsplássum, í skúlum og á stovnum, til gaman og til álvara, gerandis­ sum heiligdagar, og at hin einstaki offrar seg í stríðnum fyri nevndu hugsjón, heldur enn sum nú, har hugsjónin er vorðin fótatraðk og brúkaraross fyri egnum ambitiónum. Skrædlið í 92 átti at fingið allar javnaðarperur at blunkað við ávar­ ingar­ og katastrofuljósum, tí avskepl­ aði politikkurin kostaði ­ sum kunn­ ugt ­ mongum manni, mangari kvinnu og mongum barni alt, ja, sjálvt hús og heim var ikki nokk ­ arbeiðsloysi og tvungin útlegd við hundraðtalstúsund krónum í skuld í viðførinum varð eisini lagt omaná byrðuna. Og nú blunka ljósini aftur. Javnaðar­ flokkurin treður taktfastan dans væl skipaðan av kryptofacistum og neo­ liberalistiskum pengagyklarum, sum ár undan ári økja um fíggjarliga ójavnan á slíkan hátt, at trúgv eldri javnaðarfólk eru um at fáa kvabab­ bilsi og ætla sær ikki á val aftur, meðan tey farnu ­ mugu vit ganga út frá ­ rotera í teimum ævigu bústøðum. Alt fleiri ásanna, at vit sigla fíggjar­ ligan vandasjógv, og at ein kósbroyt­ ing skal til. Javnaðarflokkurin skuldi út frá grundhugsjónini stýrt til vinstru, men kryptofacistarnir og neoliberalistarnir vilja sjálvandi seta kósina til høgru. Og javnaðarflokk­ urin hevur ­ sum er ­ sjálvandi onki ímóti at eftirlíka og snara til høgru, men taktiska snildi sigur teimum, at høgrasnaringin ikki vil falla í góða jørð, og tí skal taktiska spælið dragast longur og longur út og at enda síggja út sum eitt hart stríð, ið fer fram eisini um náttina í síðstu løtu ­ við møguligum hóttanum í fjølmiðlunum um slit, soleiðis at fólkið kann eta høgrakamelarnir, tí ­ sum sagt ­ har var onki at gera. Hetta var besta úrslitið undir teim givnu umstøðun­ um, Amen, Og so verður næsti sjónleikur settur upp. Grieg segði á sinni, at um onkur hevði ov lítið, so var tað ikki tí, at ov lítið var til, men av tí at skeivt var býtt. Og vit vita, at soleiðis er eisini nú og hjá okkum. Tí mugu vit vóna, at roðslan fer av eygunum og propp­ arnir úr oyrunum, so alt fleiri síggja og hoyra og harvið eisini skilja og taka frástøðu frá tí politiska sjón­ leikinum, sum gevur seg út fyri at vera, men í veruleikanum er. Í míni sál er eingin ivi um, at ein komandi hugsjónarligur sosialistiskur javnaðarflokkur kann gerast krumtapp­ urin í eini mið­ vinstrahallari sam­ gongu, sum bæði kann loysa teir fíggjarligu trupulleikarnir (breiðastu herðarnir ­ tyngstu byrðarnar) og tær ríkisrættarligu. Nú er síðsta útkall, so vit kunnu fáa fingrarnar upp úr lummunum, sláa nevan í borðið og samfelt fremja tær neyðugu politisku broytingarnar, ið skulu til, skulu vit gera okkum nakra vón um, at snara føroysku skútuni á bakborð í tíð,og harvið kunnu verða bjarga. Tí eitt er víst, sum Amen í kirkjuni, og tað er, at høgrakósin førur ókkum lúkst í úlvsins kjaft. Dagfinnur DanbJørg Tá ið handlin Bónus lat upp í Klaksvík, var tað soleiðis við parkering, at tað var eingin avmarking. Stutt aftaná standi eg á parkeringsøkinum, tá eg síggi parkeringsvørðin geva bøtur. Eg hyggi rundan um meg á økinum fyri at vita, um nakað skelti var at síggja, sum forbjóðar parkering, men dugdi illa at síggja nakað. Men eftir rúma tíð sá eg skeltið, sum fyrsta tað fyrsta bert var eitt skelti, og tað við innkoyringina, og fyri tað næsta – og ikki minst ­ var tað fjalt aftanfyri eitt annað skelti, og tað var ringt hjá einum stórum parti av bilførunum at síggja skeltið. Eg fór beina leið yvir til parkeringsvørðin og bað hann gevast við at sea bøtur, tí hetta var ei nfella, sum myndugleikarnir høvdu gjørt. Hann svaraði, at tað var ikki hansara uppgáva. Nú legðist meira til av fólki, og øll komu til somu niðurstøðu sum eg, men har var eingin hjálpa at heinta. Áðrenn eg fór frá parkeringsvørðinum , segði eg við hann, at tað áttu at verða tvey stór skelti inni á økinum. Eitt dugdi eg at síggja, kom ikki broyting í viðvíkjandi skeltingini fyri økið, kom tað at verða ein sonn pengamaskina hjá Klaksvíkar kommunu. Undirritaði metir, at tað er ikki rætt at fíggja eitt risa hall á slíkan hátt. Rúma tíð aftaná síggi eg tvey skelti verða komin á økið. Eg dugdi væl at síggja, at uppsetingin ikki var røtt, tí nú eru tvey skelti við inn­ og útkoyr­ ingina og eitt inni á økin­ um. Harafturat er onnur síðan hví, og tey flestu vita, at inn og útkoyringin í Bónus er í einari rundkoyr­ ing, tað er lívhættisligt at koyra inn og út av økinum. Tað kann eisini verða lívshættisligt at hyggja eftir skeltunum á veg inn á økið, og tú vært ikki brúkt tað til nakað.Øll skelti skuldi verið inni á økinum og skuldu verið merkt á báðum síðum, og tey skuldu verið uppsett soleiðis, at líkamikið hvønn veg bilurin venur, skuldi tú altíð sæð eitt skelti, tá tú situr í bilinum. Tað ger man ikki í dag, uttan at tú fert úr bilinum og til gongu. Í hesum sambandi kann eg nevna onnur dømi. Beint við Bónus og Bøgøtu er eitt skelti, sum vísir, at tað eru 1200 metrar til nærmasta sjúkrahús, men tað ikkiber eisini, at tað er fríur bani til Sjúkrahúsið, men í hesum førinum sleppur tú sjáldan longur enn til fótbóltsvøllin, tí tá standa bilar alla møguleiga vegir, og tú sleppur ikki ígjøgnum. Ringast er, tá ið onkur rennur á vøllinum. Ein dagin koyrdi eg niðan eftir Uppsalagøtu, vegurin er blindur vegur uppi á Hædd. Táið eg komi niðan á hæddina, kemur ein stórur útlendskur bussur bakkandi oman frá Hæddini, og hann er noyddur at bakka fleir hundrað metrar, og tað er ikki vandaleys. Eg gjørdi mær tann ómak at hyggja eftir skeltinum, sum vísir, at vegurin er blindurin, men eg sá einki skelti. Tað vísti seg, at skeltið er sett upp við ein urtagarð, og trøini vóru blivin so stór, at tey fjaldu skelti. Tað eru eisini aðrir veikleikar. Tað sær út fyri mær, sum at tann ell tey, sum hava ábyrgdina av at seta skelti upp og annað í sambandi við ferðslu, eru ikki greið yvir, hvussu stóra ábyrgd tey hava. Ein lítil feilur kann villleiða fólk, og tað kann standast stórur skaði av tí. Tá ið parkeringsvørðurin varð settur, skuldi hann byrja varisliga, og man kundi ruddað nógv ivamál av vegnum, áðrenn komm­ unan setti reglugerðina í gildi. Men Klaksvíkar kommuna velir at leggja hart út beinanvegin, og tað hava nógv fólk eisini kent sviðan av, og um allar bøturnar hava verið rætt­ vísar, ivist eg í. Hetta er kommununi líkt. Skal nakað gerast, so er tað við ongum skili. Vit síggja avleiðingarnar í dag, Klaksvíkin bløðir út. Parkering í Klaksvík Magni fles Lesið -so eru tit við! viðmerkingar