hósdagur 3. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 232 - 3. desember 2009
Bókin Spor í Tinganesi
gevur lesaranum næstan
kenslu av, at fólkini,
sum hava skavað og rist
í helluna, bara eru farin
heim til døgurða
Ummæli
Erland Viberg Joensen
Hóast bókin Spor í Tinganesi
eftir Rolf Guttesen er løtt at lesa,
er tað ikki bara sum at siga tað at
ummæla eina slíka bók. Hon er
líkasum onkustaðni millum eina
vanliga guidebók og vísindi.
Onkur annar átti at roynt at givið
Spor í Tinganesi hjá Rolf
Guttesen nøkur orð á leiðini,
men tað hevur verið so eiðasørt.
Bókin hevur longu eitt heilt ár á
baki, men uttan at hava fingið
aftursvar, og fær hon tí hesi
orðini.
T
ey, sum kenna Rolf Guttesen,
vita, at hann altíð fer metod
iskt til verka. Tað er vísinda mað
urin sum kemur fram í hann, og
tað sæst eisini, nú ið hann hevur
Tinganes sum evni –Tinganes,
sum JørgenFrantz Jacobsen í
meistarligu hugleiðingini ‘Tors
havn’ (Politiken 25. juli 1930)
hevur sagt er millum vágirnar
»Østre- og Vestrevåg, de to vige,
som byen er vokset op omkring
(...) De to våge ligger og strækk
er deres favn lige ud mod det
åbne Atlanterhav og den vide
verden med al dens søfart og
handel og herlighed«
Tað er tí ikki altíð neyðugt at
fara so langt fyri at síggja okkurt
nýtt, og tað sæst, at Rolf Gutte
sen hevur hugnað sær í leitanini
eftir sporum úti í Tinganesi, og í
gomlum umhvørvum og býar
pørtum í Havn.
Eru ferðafrásagnir væl
skrivaðar, eru tær spennandi
keldur at lesa. So sveimar tú, og
tú verður uttan at vita tað sogin
inn í umhvørvið. Í bókini hjá
Rolf Guttesen eru næstan ongi
fólk, men tú sær borihol, kílar,
árstøl, bókstavir, búmerki hvørt
um annað. Tað er næstan so, at
fólkini, sum hava skavað og rist í
helluna, bara eru farin heim til
døgurða.
V
ísindi er um undran og
forvitni. Hjá Rolf Guttesen
hevur setningurin verið at finna
mannaskaptar slóðir, og harnæst
eisini at avsanna, at tað, ið eygað
sær, ikki altíð eru spor og merki,
men tað, ið hann í fleiri førum
nevnir delusiónir – t.e. spor, sum
fatast skeivt. V.ø.o. snýr bókin
seg um identifikatión – og
harnæst at leiða okkum ein túr út
í tann gamla býin. Tað er ikki
altíð at vit fáa at vita, hvat
merkini siga okkum – og verri
enn so, men samband fæst við
fortíðina, vit fáa suðið frá
søguni. Her hava fólk búð og
virkað í øldir. Tað sæst á steinum
og húsum og helluni úti í
Tinganesi.
Komið við mær, eg skal vísa
tykkum, hvat ið er at finna, tykist
Rolf Guttesen at siga við lesaran.
Leiðin byrjar á Kongabrúnni.
Farið verður framvið fjøruna á
Eystaravág, Tinganes, Vestara
vág, inn í Bringsnagøtu, við
Húsabrúgv, yvir í Laða, Króka
og Amtmansbrekkuna, og túrurin
endar úti í Sandagerði, tils. 19
lokalitetir, og á leið 100 spor.
Ikki øll støð eru spennandi, og
skulu nøkur veljast, ja, so er nr.
2: ANOsteinurin, helst frá 1609.
Rolf Guttesen sær árstalið hava
samband við kirkjuna á Reyni.
Tey flestu kenna steinin. Nr. 3:
LIVAsteinurin er eisini hugtak
andi. Liva heldur Rolf vera eitt
skip frá 19. øld.
R
olf Guttesen er ein kritiskur
eygleiðari, men av og á
noyðist hann at gita, og av og á
kann hann tykjast at vera í so
skjótur. Tað kann vera, at hann
fær ikki afturhald. T.d. heldur
hann samband vera millum nr.
131 á Skinnaskeri – har stendur
AMA, og nr. 198, á brúnni um
Sandá – har stendur AM AR
1835. Hví er samband millum
hesi bæði merkini? Rolf
Guttesen hevur hetta sum eina av
fleiri niðurstøðum, og tað er
fínasta slag, men, men...
Sámal Petersen var tann, sum í
nýggjari tíð gjørdi eina roynd at
skráseta og siga okkurt um
merkini í greinini: ‘Tingstaðurin
í Tinganesi’ (1972). Rolf
Guttesen vísir avrikinum hjá
Sámali Petersen ans, men
avsannar fleiri niðurstøður hjá
Sámali. Har eru fleiri delusiónir.
Aðrir, sum hava sagt nakað um
merkini, verða vigaðir og fáa
somu viðgerð, men tað góða við
Rolf Guttesen er, at hann tekur í
egnan barm, og vísir á skeivar
niðurstøður hjá sær sjálvum. Tað
er ein avgjørd styrki í bókini.
Rolf Guttesen ger nógv við at
flokka sporini. Tey eru ikki bara
búmerki, men eisini initialmerki,
mono og christogrammir, nøvn
og árstøl – og ikki minst grafitti
– antikvarisk grafitti, kunnu vit
siga.
Í
savninum ‘Seinasta útróðrar
ferðin og onnur brot’ (1985) er
søgan ‘Pumparnir í Havn’ eftir
Magnus Dam Jacobsen. Her
verður sagt frá, at nakrir einaferð
sótu í góðveðrinum í Tinganesi
og smakkaðu sær á: »Skýmingin
kom á. Vit reistu okkum. Gingu
tær gomlu slitnu steintrappurnar
við tí rustgarvaða gelendaranum.
Tigandi, hvør í sínum tonkum.
Ansaðu eftir ikki at glíða á teim
um hálu steinunum, ið drignir
vóru við grønum slíggi. Funnu
rivur og kantar í múrinum...«,
o.s.fr. Kann tað hugsast, at fólk
altíð hava brúkt Tinganes sum
eitt stað til dagdvølju og at
steðga á her í lívinum, eins og
Magnus hevur lýst, og at fólk
hava stytt sær stundir við eisini
at rista í helluna? Kunnu vit
brúka stuttsøguna hjá Magnusi,
og spyrja, hví spor eru her, og
um tey nú partú og altíð skulu
hava eina merking?
Rolf Guttesen brúkar krútið
við at siga, at tey flestu sporini
og støðini hava okkurt við
sjógvin og sigling at gera. Tinga
nes er ikki bara tingstaður. Besta
dømi hjá Rolf Guttesen er kenda
sólurið, ið øll vita um, men sum
sambært Rolf Guttesen er ein
kumpassrósa. Forrestin, so er
lítla sólurið somuleiðis eisini ein
Fortíðin vaknar á Tinganesi
Komið við mær, eg skal vísa tykkum, hvat ið er at finna, tykist Rolf Guttesen at siga við lesaran í bókini »Spor í Tinganesi«