Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 3. desember 2009 17 delusión. Nr. 7 er framúrskarandi spennandi, og rættiliga væl grundaður, nr. 11 somuleiðis um tað sonevnda hálva sólurið, ið sæst koma hálvt undan við Bakkapakkhúsið. Sjálvsagt mugu sporini hava okkurt við sjógvin og við navigatión at gera. Tað er sum Maurentius Viðstein hevur sagt, at ‘Tórshavn er havnin við havið’. T að er nú eisini ein steinur sunnanfyri Skansapakkhúsið – altso hjá løgmanni – sum Rolf Guttesen nevnir Heinasynir, nr. 6, og sum sipar til Mikkjal í Lamba og Jón Heinason. Her verður víst til ovasta lagið í samfelagnum, meðan nr. 14 úti í Bakka við Vestaravág vísur til nøkur borihol og kílar. Heldur tú, at tað er hugtakandi við kílum og kílakraft, far út í Bakka og hygg. Har hava teir einaferð í sveitta­ broti baksast við grót, og ein kíli stendur eftir, rimmarfastur. Har eigur hann at standa. Í bókini verða fleiri slit­ og høggmerki umrødd. Tey vísa til vanligt arbeiði, og til gerandis­ dagin við heilt vanligum stríði og strevi. Tað er fínt at fáa tey við. Tað vakra monogrammið á Porugálinum hjá Gabel frá 1693 er sjálvsagt eisini í bókini. Á nr. 15B, nærhendis Mettustovu er nakað. Kanska børn av Mortensens­ættini sunnan av Tvøroyri hava verið her. Tey plagdu at halda til í Mettustovu, og soleiðis blakar Rolf Guttesen møguleikar út til lesaran at undrast á, meta um, at góðtaka ella vraka – ella yppir tú bara øksl, og gongur víðari. Nr. 19 er seinasta brotið, og úr Sandagerði. Tað er heilt væl skrivað. M 19 er funnin fressur hjá Rolf Guttesen Sandagerðis­ steinurin, og her fær hann nógvar hentar upplýsingar við at eygleiða, og samanbera bókmentir hjá fólki, ið áður hava roynt fingið eina meining fram um hesi merki. Tað skal ikki avdúkast, hvør niðurstøðan er hjá Rolf Guttesen, men hon tykist vera eftirfarandi. S um sagt verður Rolf Guttesen noyddur at gita, og vísa á møguleikar, at tulka og halda seg til reinar ábendingar. Tað er í lagi. Úrslitini peika á virksemið hjá fólki, helst aftur til 1600­árini – elsta neyva árstal er 1609, men ongin sigur, at summi spor ikki eisini kunnu vera eldri, eins og summi kunnu tíðarfestast til 1800­árini. Øll kunnu saktans brúka eina bók sum hesa. Mammur og pápar, ommur og abbar kunnu fara ein, ja, fleiri túrar út í Tinganes. Børn skulu vita, hvat fólk hava fingist við í fortíðini, og børn og vaksin hava brúk fyri at spyrja, hvat vit gera her, og hví eru vit her. Í bókini eru fotomyndir, yvirlit yvir kend handils­ og pakkhús í Tinganesi, og skúlarnir kunnu hava undirvísing harúti, og skúlabørn kunnu sleppa at royna at leita eftir sporum og slóðum. Tað hevði verið gott hjá teimum at sloppið út. Onkur lærari hevur brúkt greinina hjá Sámali Petersen, ‘Tingstaðurin í Tinganesi’, og tað riggaði heilt væl. Børnini lósu og sóu teknini hjá Sámali, og fóru síðan út í Tinganes at leita. Spor í Tinganesi eigur at brúkast, og skúlin fær glað og væl nøgd børn. Bøkur eru amboð, bøkur skulu brúkast. E itt annað amboð er málið. Málið hjá Rolf Guttesen er talu­, og havnarmál. Soleiðis snakkaðu tey í Havn, tá ið Rolf Guttesen var yngri, men onkur fær heilt vist ilt av málinum hjá honum , og her er ávaringin. Hinvegin kundi Rolf Guttesen tikið nýggj orð til sín, men hand­ ritið man kortini hava verið í tryggum hondum. Kønu mál­ fólkini, Virgar Dalsgaard, lektarin Eivind Weyhe á Føroya­ málsdeildini, hava rættlisið. Sostatt mugu vit lesarar skilja tað so, at talumál eisini er føroyskt, og havnarmálið hjá Rolf Gutte­ sen kann brúkast. Málið í bókini er lætt, og stak sjarmer andi. Rolf Guttesen er føddur í København, vaks upp í Havn, og fór niður aftur í 1962 at lesa geografi á Københavns Uni versi­ teti. Síðani hevur hann altíð vitjað aftur. Tey seinnu árini fleiri ferðir um árið. Tað vóru m.a. nettupp hasi merkini og sporini úr fortíðini, ið hava fingið hann hendavegin. Sporini frá barna­ og ungdómsárum, somu spor og tekn, ið aldri hvurvu, og sum við undran gjørdist til eina fittliga bók hjá okkum øllum at brúka, tá ið vit fara út í Tinganes, Reyn, út í Sandagerð ella yvir í Króka­ brekkuna. Men sum Rolf Gutte­ sen byrjar sína bók, so eru sporini í Tinganesi eisini »nakað um tað, sum ikki er...« So vita vit tað. V ísindamaðurin og havnar­ maðurin Rolf Guttesen hevur gjørt sær ómak at leita sporini millum vágirnar fram aftur, og sigast má her og nú, at tað er ikki altíð, at fólk, sum hava verið leingi burtur, av álvara eru horvin. Summi verða verandi burtur, meðan onnur leita altíð heim aftur, og fara væl um sínar røtur. Í áðurnevndu hugleiðing hjá Jørgen­Frantz Jacobsen verður sagt, hvussu tað var at koma heim til Havnar eftir at hava verið burtur í longri tíð: »Man mærker det, når man efter års udlændighed vender hjem. Det er med et eget blik, man bliver genkendt og klassificeret af dem, anerkendt som en af deres egne. Så føler man også en glæde ved at være Havnarfólk, som torshavnerne kaldes på færøsk, at være opvokset blandt denne tapre befolkning ved Østre­ og Vestrevåg.« Rolf Guttesen, Spor í Tinganesi Fróðskapur, Tórshavn 2008 – í samstarvi við Løgmansskrivstovuna. Sólurið á tí fløtu helluni vestantil á Nesinum Kort yvir lokalitetir úti á Reyni Sandagerðissteinurin í síni heild sæddur av gøtuni fram við prestagarðshavanum