hósdagur 3. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 232 - 3. desember 2009
Jarnmeteoritturin Agpalilik, sum datt niður í Grønlandi, varð fluttur til Danmarkar
í 1963 og er til skjals í garðinum við Geologisk Museum í Keypmannahavn.
Hesin jarnklumpurin er ein ein-krystallur. Tað merkir, at óslitið samband er
ímillum atomini í gittarbygnaðinum í honum. Tí vita vit, at hann í síni tíð er
kólnaður ógvuliga spakuliga; 1 stig fyri hvørji 100.000 til millión ár. Helst hevur
hann sitið í kjarnanum á onkrari smástjørnu væl bjálvaður av kilometurtjúkkum
jaðuri av steinsløgum. Seinni er smástjørnan farin í sor, og hesin klumpurin
hevur fingið kós móti jørðini.
Smástjørnan Ida við lítla mánanum Dactyl. Ida er um leið 56 km × 24 km
× 21 km. Myndin varð tikin úr jupiterfarinum Galileo 28. august í 1993. NASA.
Stóra halastjørnan Hale-Bopp, sum sást
á luftini í 1997. Ljósi halin er dust, og
vinstrumegin hann hómast ein kámari
bláur gasshali. Myndin varð tikin á
Bøllureyni 6/4-1997 kl. 04.
Myndin vísir, hvussu smástjørnurnar ganga í ringrás í einum víðum øki ímillum
rásirnar hjá Mars og Jupiter.
Barringerholið í Arizona er 180 m djúpt og 1200 m í tvørmál. Rondin er einar
45 m hægri enn lendið uttanum.
Smástjørnur, stjørnuskot og halastjørnur
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 24
Nøkur orð um himmalknøttir, sum
bera stjørnunavn, men sum ikki
eru stjørnur
Eftir at smástjørnan Ceres varð funnin
í 1801, vórðu fleiri aðrar smástjørnur
funnar, Pallas í 1802, Juno í 1804 og
Vesta í 1807. Hesar fýra smástjørnurnar
eru 950 km, 550 km, 240 km og 525
km í tvørmál. Nú á døgum vita
granskarar um fleiri hundrað túsund
smástjørnur. Flestar eru tó nógv minni
enn hesar og ganga í ringrás um sólina
ímillum rásirnar hjá Mars og Jupiter.
Hildið verður, at teir báðir smáu
mánarnir hjá Mars kunnu vera smá-
stjørnur, sum eru farnar av kós og síðan
eru fangaðar í tyngdarfeltinum um
gongustjørnuna.
Vanliga eru rørslurnar í sólskipanini
eystureftir. Sólin melur eystureftir
um sína egnu ás, jørðin melur eystureftir
um sína ás og eystureftir um sólina,
mánin melur eystureftir um sína ás
og eystureftir um jørðina o.s.fr. Á Jupiter
eru dømi um smáar mánar, sum ganga
vestureftir um gongustjørnuna. Tað
kundi bent á, at hesir mánar eisini eru
smástjørnur, sum eru farnar av leið.
Samanbrestir
Sum støddarviðurskiftini í rúmdini
eru, er vanliga lítil vandi fyri saman-
bresti, men í smástjørnubeltinum er
øðrvísi. Javnan bresta smástjørnur
saman og broyta kós. Tá kann henda,
at tær fáa kós móti jørðini. Granskarar
vita um smástjørnur, sum hava verið
okkum nær. Í 1991 fór ein lítil smá-
stjørna, 1991 BA, við fúkandi ferð
fram við jørðini bara 170 túsund km
burturi. Tað er minni en helmingin
av tí, mánin er frá jørðini.
Á okkara mána síggjast nógv tekin
um stórar samanbrestir við smástjørnur.
Mánin hevur einki lofthav, so har verða
arrini standandi. Øðrvísi er á jørðini.
Her hvørva tílík arr, sum tíðir líða.
Tó eru týðilig tekin um samanbrestir
ymsastaðni á jørðini. Í Arizona í USA
er eitt slíkt tekin, sí mynd. Bæði í Sibiria
og í Kanada eru ringfjøll, sum eru
tíggjutals kilometrar í tvørmál.
Jarfrøðingar vita um fleiri ógvusligar
hendingar í jarðarsøguni. Til dømis
var ein hending, sum fyri um leið 65
mió árum síðan beindi fyri dinosaur-
unum og nógvum øðrum lívi. Helst
var tað ein smástjørna, einar 10 km
í tvørmál, sum rakti jørðina. Granskarar
halda seg nú vita, hvar bresturin var.
Við Chicxulub á Yukatan í Meksiko
funnu teir í 1992 einar 1400 metrar
undir jørð farveg eftir ein samanbrest.
Skapið er 180 km í tvørmál.
Stjørnuskot
Sjáldan skalt tú eitt myrkt kvøld við
góðum sýni eygleiða stjørnuhimmalin
leingi, fyrr enn tú sært eitt stjørnuskot,
nykbrand. Ein ljósrípa fer við ferð
eftir luftini, sæst eina løtu og hvørvur.
Hetta eru rúmdarsteinar, t.e. smásteinar
ella jarnpetti, sum koma inn í lofthavið
við miklari ferð. Flestir eru so smáir,
væl minni enn høgl í vavi, at teir kóka
burtur av gníggingini, so heitir verða
teir. Heita slóðin, sum fær luftina at
lýsa, er so breið, at hon sæst væl við
berum eygum. Stjørnuskotini tendra
nakrar hundrað kilometrar yvir jørð
og slokna, tá tey eru einar 75 km uppi.
Taka vit fingurin eftir einum vindeyga-
karmi, sum ikki hevur verið vaskaður
leingi, kunnu vit rokna við, at ein partur
av dustinum, sum kemur upp á fingurin,
er øska frá stjørnuskotum. Hvør ár
tyngist jørðin túsundtals tons av slíkum
tilfari úr rúmdini.
Á enskum máli eru trý orð, sum
verða brúkt at lýsa hetta fyribrigdið.
Meteoroid (flogsteinur?) er luturin
á ferð í rúmdini. Tá ið luturin kemur
inn í lofthavið, eitur hann meteor. Vit
siga stjørnuskot, nykbrandur ella
meteorur. Er flogsteinurin so stórur,
at hann ikki kókar burtur og dettur
niður á jørðina, skiftir hann aftur navn
til meteorite. Vit nevna hetta loftsteinur
ella meteorittur. Loftsteinar eru svidnir
uttaná ella hava storknaða skorpu,
sum bráðnaði ovari í lofthavinum.
Stundum bresta teir av nógva hitanum,
men niðari í lofthavinum kólna teir
skjótt og eru longu kaldir, tá ið teir
detta niður. Innan eru teir óskalaðir,
og granskarar eru ógvuliga grammir
at kanna tílíkt tilfar, tí tað kann siga
nakað um upprunan til sólskipanina.
Loftsteinar verða eisini brúktir at stað-
festa aldurin á sólskipanini. Slíkar
geislavirkiskanningar vísa, at teir eins
og sólskipanin eru knappar 4,6 mia
ára gamlir.
Loftsteinar verða flokkaðir eftir
tilfarinum, teir eru gjørdir úr, steinsløgum
ella jarni við nikkul í. Fólk hava tíðliga
í tíðini lært at brúka jarnið úr rúmdini
til amboð og vápn. Meteorittar eru
helst petti av syndraðum smástjørnum
og fon av halastjørnum.
Halastjørnur
Smástjørnur eru sum skilst ikki stjørnur.
Tað eru halastjørnur, kometir, heldur
ikki, tvørturímóti kunnu vit siga. Tær
eru ísakaldir knøttir, sum ganga um
sólina í ógvuliga avlongum ellipsurásum
og sum kunnu nærkast henni úr øllum
ættum. Innast er ein kjarni av frystum
loftevnum, nakað sum eitt kavablak,
ið er dálkað av dusti. Tá ið halastjørnan
nærkast sólini, verður kavin til gassevni,
sum leggjast sum eitt jaður (coma)
um kjarnan. Kjarni og jaður verða
undir einum nevnd høvd. Burtur úr
høvdinum vaksa so halarnir, ofta tveir,
ein gasshali og ein dusthali. Trýstið
frá sólarljósinum ger tað, at gasshalin
altíð vísir beina leið frá sólini, og dust-
halin, sum er úr tyngri tilfari, stendur
í ein boga frá sólini. Hann megnar
sólarljósið ikki at fáa beinan. Halarnir
kunnu verða fleiri milliónir kilometrar
til longdar og kunnu røkka um hálva
sólskipanina. Longstir eru halarnir,
tá ið halastjørnan rundar sólina. So
fara teir at minka aftur og hvørva heilt,
til halastjørnan ofta mong ár seinni
aftur fer at nærkast sólini.
Hesir duldarfullu rúmdargestir, sum
á hvørjum ári nærkast sólini, síggjast
ofta ikki við berum eygum, men nakrar
tíggjutals ferðir hvørja øld ber til at
eygleiða teir. Fyrst hómast bara ein
lítil ljósblettur, men sum halarnir fara
at leingjast, verða halastjørnurnar
sjónskari. Halastjørnur eru stórbær
sjón at skoða.
Í 1997 sást ein stór halastjørna á
luftini. Rásin var tó soleiðis, at hon
kom ikki jørðini serliga nær. Kortini
sást hon væl við berum eygum. Henda
halastjørnan var nevnd Hale-Bopp,
tí fyrstir at síggja hana vóru teir báðir
Alan Hale og Thomas Bopp í USA.
Siður er, at tann, sum fyrstur sær eina
halastjørnu, sleppur at eiga navnið.
Kendasta halastjørnan man vera
Halley. Enski stjørnufrøðingurin og
alisfrøðingurin Edmund Halley (1656-
1742), varnaðist, at tríggjar halastjørnur,
sum sóust í 1531, 1607 og 1682, høvdu
merkiliga líkar rásir. Hann helt, at hetta
mundi vera sama halastjørna, sum
vitjaði aftur. Halley roknaði, at hala-
stjørnan fór at koma aftur í 1758. So
var, jóladag hetta árið fekk ein týskari
eyga á hana. 13. mars í 1759 var hon
næst sólini. Halley livdi tó ikki at síggja
forsøgn sína ganga út.
Tá ið hon vitjaði aftur í 1986 vórðu
ikki færri enn fimm rúmdarfør send
avstað at taka ímóti henni og at granska
henda forkunnuga rúmdargestin.
Hvønn hósdag framyvir
fer Pól Jespsersen, sum í mong ár hevur undirvíst
í alis- og evnafrøði í Studentaskúlanum í Hoy-
dølum, at greiða lesaru okkara frá um stjørnu-
frøði, sum hann hevur stóran
kunnleika um.