Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 232 - 3. desember 2009 viðmerkingar Nú eru ikki nógvir dagar afturat, so skulu vit hava eina fíggjarlóg fyri 2010 lidna, og arbeitt verður dúgliga í fíggjarnevndini, har uppskotið frá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmála­ ráðharra, er til viðgerðar. Allir føroyingar bíða í spenningi eftir endaliga úrslitinum, og nógv flestu okkara hopa og vænta, at fíggjarlógaruppskotið kemur aftur úr fíggjar­ nevndini, í tí hami bæði á inntøku­ og útreiðslu síð­ uni, sum upprunaliga kom frá fíggjarmálaráð harr­ anum, við bleytu virðunum í hásæti, ongum tunlum o.s.fr. Stutt og greitt, eini fíggjarlóg, har vælferðin og grundleggjandi virðini í samfelagnum eru varðveitt, og sum allir føroyingar kunnu liva við, hóast døpru fíggjarligu skýggini fyri framman – tað ljóðar ikki sørt ræðandi, at vit aftur nú skulu út at læna 1500,­ mill.kr. – vit, sum minnast 90­ini, ræðast verunliga! Men Annita á Fríðriks­ mørk og Tórbjørn Jacob­ sen, figgjarnevndarlimir hjá Tjóðveldinum, tey ræðast nakað heilt annað – tey ræðast fyri framtíð Føroya, um vit ikki sum skjótast blaka donsku heildarveitingina aftur, haðani hon er komin. Also av við blokkin, burtur við hasum 635 mill. úr Dan­ mark, ongantíð ov skjótt!! Hetta varð sagt fyri opnari mikrofon um vikuskiftið – hetta er bjargingarpakki Tjóðveldsins í hesum tíð­ um, tá allir almennir stovnar, skúlar, sjúkrahús, almannaverk o.s.fr. rópa í kór eftir meiri pengum, fyri at hava hjólini gang­ andi, bara so nøkurlunda – so siga Annita og Torbjørn harafturímóti, í figgjar­ nevndaráliti: strikið 15% av inntøkum landskassans »vekk, vekk«, so fer at bragda í Føroyum – tey høvdu ongastaðni í heim­ inum staðið royndina í búskaparfrøði, við at skotið upp, at 15% niðurskurður í inntøkunum hjá fyritøkuni Føroyum, er sjálv loysnin upp á eitt hall av dimen­ sjónum!! Vit mangla út við 1 milliard krónur, 1000 milliónir, um nakar skuldi verið í iva, og noyðast út at læna fyri at sleppa við skrekkinum, hesaferð! Men ein kan spyrja, nær endar henda »veitslan« – ja, vit sjálvi avgera neyvan tað tíðspunktið!! Tað koma aðrir at avgera fyri okkum, um føroyskir politikkarar ikki taka sær um reiggj og gera nakað við fíggjarliga problematikkin, nú! Har sjálvandi sterkastu herðar­ nir bera tyngstu byrðarnar! Tung ábyrgd liggur á herðunum á okkara politikk arum í løtuni, væl at merkja teimum, sum taka støðuna í tí alvor, sum tíðin krevur. Og eitt er givið, og tað er: loysnin at sleppa úr fíggjarkreppuni aftur, er so als ikki eftir tjóðveldisuppskriftini – hon kann stutt og greitt ikki brúkast! Fullveldis­ landsstýrið skar 366 mill. kr. burtur um árið, uttan at seta »tering eftir nering«, samsvarandi hesum ógvis­ liga niðurskurði, og so leingi vit vóru á fíggjarliga aldukambinum, bar alt til, men nú manglar í í ólukku­ mát!! Og so koma »fíggjarnevndargeniini« hjá Tjóðveldinum við »loysnini«: meiri niður­ skurð!! Òfatuligt, at størsti flokkur á tingi, kann vera so veruleikafjarur!! Og útvarpsmaðurin gjørdi enn eina roynd, eftir »svaduna« um ræðsluna hjá Annitu fyri blokkinum, at biðja hana vera meiri ítøkiliga, og svarið var: jú, vit hava nøkur tøl, sum vit vísa á...bla,bla,bla.. Hvussu leingi kann Tjóðveldi liva upp á tóman og kenslubornan retorikk?? Orð,orð,orð... Annars skuldi tað verið ein treyt á tingi, at ongin inntøkuminking má fremj­ ast, uttan at samstundis verður víst á, hvar »erstat­ ningsinntøkan« skal finnast. Við øðrum orðum, frásiga loysingarfólkini okkum frá blokkinum, 635 mill. sikrum krónum á hvørjum ári, so má í sama andadrátti vísast á, hvaðani »erstatningskrónurnar« skulu koma frá. Alt annað er at spæla hasard við vælferð og trygd føroyinga – og skapar ótta. Hetta eigur Javnaðarflokkurin, sum fremsti verji av væl­ ferðini, at leggja sær í geyma! Nú man hevur sitið og fylgt við tosinum um átrúnað og ikki átrúnað hetta síðsta árið, er trongd­ in til at skriva mína hugsan niður vaksin, í takt við at tað bara koma fleiri og fleiri óumhugsaðar, ein­ sporaðar og beinleiðis vánaligar grundgevingar fyri at varðveita niður­ gerðingina av einum stór­ um minniluta í Føroyum. Eg vil við hesum ikki argumentera fyri nakrari ávísari trúgv, men meiri fyri opinleika og virðing. Tað, sum gjørdi, at eg til endans fekk nokk, vóru tey mongu argumentini frá átrúnaðarliga afturhald in­ um í Føroyum. At tað altíð hevur verið so, kristin dóm­ ur er sannleikin. Kristin­ dómur er gott fyri Føroyar. Kristindómur verjir okkum frá øllum illum. Kristin­ dómur stendur fyri teimum moralsku og etisku virð in­ um. Tað stendur jú í fólka­ skúlalógini og grundlógini. So og so nógvir føroyingar eru limir í fólkakirkjuni, og so framvegis... Nógv fólk hava skrivað og grund givið væl ímóti hesum. Tíðin vil vísa, um orðini rína við. Tað er serliga eitt, sum eg eri farin at ilskast inn á. Tað er tá ið fólk, sum oft­ ast tey kristnu, til dømis nýta limatalið í fólkakirkj­ uni sum argument. “85% av Føroya fólki eru limir í fólkakirkjuni, og tí skulu vit hava kristni í fólka skúl­ unum”. Eg skal siga, sum er, at eg eri agnostikari, og eg havi einki ímóti at vera limur í fólkakirkjuni og rinda kirkjuskatt. Kirkjan røkir nakrar uppgávur, sum eg vildi sagt hava alstóran týdning fyri eftirtíðina. Men tá hetta síðst nevnda argumentið verður nýtt sum ein góð grund fyri, at vit skulu varðveita eitt átrúnaðarligt monopol bæði í skúlum og í sam­ felag, tá er tað, at mín stuðul til kirkjuna byrjar at minka. Tað hóvar mær lítið at verða nýttur til tílík uppáhald. Tað eru nógvir limir í fólkakirkjuni, sum als ikki eru trúgvandi, og tí er hattar ikki ein grund­ geving, sum kann nýtast til nakað sum helst. Tað er meira eitt uppáhald, sum fær fólk sum meg at lima meg úr henni. Og at siga, at Føroyar fara á skeiva kós, um kristindómur ikki hevur høvuðssætið, er tað sama sum at siga, at allir føroyingar eru veikir, býttir og hjálparleysir. Viðvíkjandi fólkaskúl­ unum so er mín meining tann, at tað skuldi verið eitt fak, ið æt átrúnaður. Við at hava eitt fak í fólka skúl­ anum, ið eitur kristni, nøra vit um fordómarnar, longu áðrenn børnini hava nakran objektivan sans til at velja og vraka. Og tá ið tey bara hava eitt val, hvør av teim­ um tímir so at vraka tað? Fordómarnir fylgja teimum flestu restina av lívinum og nógv blíva enntá rasistisk. Vit síggja væl hetta lyndið í Føroyum, um vit væl at merkja loyva okkum at síggja tað. Hvussu ofta hevur man ikki hoyrt um hasar dummu arabararnar, sum fleiri ferðir um dagin venda sær móti Mekka í bøn. Um buddistar, sum bara sita og meditera og droyma um Nirvana alt lívið. Um hindu við øllum teirra løgnu gudum. Og um ateistarnar og nógvar agnostikarar, sum halda, at alt byrjaði við ongum og so við einum stórum braki. Uml. ¼ til 1/3 av íbúgva­ talinum í heiminum trýr upp á tann kristna gudin og restin ikki. Eru 2/3 til ¾ ikki orsøk nokk til at læra um aðrar átrúnaðir eisini? Og eru tað kanska ikki nokk av kristiligum samkomum og kirkjum í Føroyum til, at fólk kundi praktiserað sín átrúnað har? Tí er tað, at eg vil hava átrúnað inn í fólkaskúlan, í staðin fyri kristni. Tað hevði avmystifiserað siðir og mentanir hjá øðrum trúarbólkum og ikki trúgvandi, og skapt størri virðing og tolsemi longu í fólkaskúlanum. Føroyar eru eitt lítið land, og nógv ungfólk leita sær til onnur lond at útbúgva seg. Eg vildi mett, at tey høvdu verið væl betur fyri at farið út í heim við eitt sindur av grundleggjandi vitan um aðrar mentanir. Morgunsangurin nýtist ikki at vera avtikin fyri tað. Man hevði kunnað ført fosturlandsangir inn í morgunsangin, í staðin fyri, ella parallelt við sálmarnir. Fosturlands­ sangirnir verða ikki nýttir nakað serligt millum ung­ fólk nú á døgum í mun til fyrr. Kanska kundi hetta vent gongdini og møguliga eggjað onkrum at skrivað nýtt tilfar. Øll vilja vit hava virðing fyri tað, vit eru, ella í minsta lagi vera tolererað. Tann so nógv umrødda glíðibreytin, sum nógv halda førir okkum í av grundina, er ikki til í mínari verð. Men har er tó ein glíðibreyt. Tann, sum førir Føroyar úr miðøldini og inn í 21. øld. Ábyrgdarleysur retorikkur Johan SamuelSen Nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum JenuS í Trøðini Átrúnaðarligt monopol hoyrir ikki heima í 21. øld!