hósdagur 3. desember 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 3. desember 2009
Arsene Wengar var so
firt in inn á Mark Hughes,
at hann noktaði at taka í
hondina honum eftir fjór ð
ings finaluna í Carling Cup
í gjárskvøldið. Sosialurin
var á City of Manchester
Stadi um, tá “The Arsenal
kids” taptu greitt fyri ein
um fullmannaðum Man
chest er City, sum í hálv fin
al u ni skulu møta granni
num úr Manchester United
Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu
ferð í dystinum í gjárskvøldið mill
um Man City og Arsenal, var Arsene
Wenger skjótur at seta leiðina móti
skift ing arrúminum.
Hann
hevði
ong an hug at taka í hondina á Mark
Hug hes, sum hann skeldaðist við
tað mesta av dystinum. Tað byrjaði
longu í fyrra hálvleiki og helt fram
allan dystin. Millum annað vísti
Weng er sína ónøgd við, at Mark
Hughes tað einu ferðina fóru langt
út um tað tekniska økið, fyri at
sparka bóltin til ein Man City leikara,
so hesin kundi taka eitt innkast.
Mark Hughes svaraði aftur við at
geva ilt av sær munnlig. Soleiðis helt
leik ur fram, líka til dómarin bríkslaði
fyri seinastu ferð.
Stutt eftir at dysturin var liðugur,
gjørdist tað greitt at mótstøðan í
hálv finaluni verður Man Utd. Teir
áskoðar nir, sum ikki vóru farnir av
stadi um beinanvegin, kundu fylgja
luta kasti num
beinleiðis
á
stór
skýgg ja. Tá tað gjørdist greitt at
hálv finalan bleiv ein granna upp
gerð, fór eitt “sus” gjøgnum stadium.
Mark Hughs úttalaði seg eftir dystin
og segði; “Kom bara við teimum, vit
ræðast ongan.”
Tá Mark Hughes var spurdur um
hendingina
viðvíkjandi
Arsene
Weng er, vísti hann á, at hann sum
Black burn venjari eina ferð tapti 62
fyri Arsenal, men tá tók hann í hond
ina á Wenger eftir dystin. Annars var
hann væl nøgdur við avrikið og rósti
millum
annað
Shaun
Wright
Phillips, sum leikti ein góðan dyst á
høgra vongi. Arsene Wenger var í
minni góðum lag. Hann segði eftir
dyst in við enskar miðlar; “Eg havi
einki at siga. Eg havi frítt at í hvørjum
eg taki í hondina á!”
Bkapping
Tað er sjáldan at liðini í Premier
League leggja alla orku í Carling
Cup steypakappingina. Serliga tey
stóru liðini hava tað fyri at geva
ung um leikarum møguleikan í hesi
kapp ingini. Hetta hevur millum
ann að eydnast væl hjá Arsenal, har
venjar in Arsene Wenger mangan
hev ur fingið rós fyri ungdóms
arbeiði, sum hann hevur sýnt fram.
Men hjá Manchester City er støðan
ein onnur, liðið hevur ikki vunnið
nak að steyp í yvir 30 ár, og nú byrja
við haldsfólkini at ótolnast. Mark
Hug hes stillaði við sterkasta liðnum,
með an Arsene Wenger helt seg til
“The Arsenal Kids.”
Longu tá leikarnir komu á vøllin
var stemningurin í hásæti. Ljósið
bleiv sløkt og bara ein bláður “máni”
var at síggja á leikvøllinum. Til sang
in “blue moon” komu so leikarnir
inn, meðan áskoðarnir veitraðu við
fløgg um, sum tey høvdu fingið frá
felagnum. So var støðið lagt og Man
City setti seg á dystin alt fyri eitt.
Hóast Arsenal í løtum vísti tað góða
og flótandi álopsspælið, sum teir
eru kendir fyri, hótti teir sjálvdan
Man City. Heimaliðið kom á odda
stutt inn í seinna hálvleik, tá Carlos
Tevez sendi eina kanón kúlu upp í
hand ar trýkant úr vinsru síðu. Tað
var minst líka flott, tá Shaun Wirght
Phillips royndi seg við langskoti úr
høgru síðu. Bólturin endaði í han d
ara mál horninum. Inn skifta stór
talen ti Vlaidimir Weiss setti punkt
um við at skora til 30 stutt fyri
leiklok.
Kom bara við Man
chester United!
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Carlos Tevez høggur her fyrsta málið
inn í meskarnar. Tevez og Manchester
City skulu í hálvfinaluni spæla
móti grannunum og fyrrverandi
arbeiðsgevaranum hjá júst Tevez
Mynd: Polfoto/AP