Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 232 - 3. desember 2009 tíðindi betri at gera ein góðan døgurða heima, enn at fara út at eta, tí so er styttri til song ina, flennir Archibald Black. Hetta dámar monnum væl. Kvinnan er meiri varin. Hon heldur, at tað týdn ing­ ar mesta er at tosa saman, um hvat mann tímir væl, og greið ir eisini frá, at fólk ikki skulu vera bangin fyri at nýta leikur eisini, um tað kann hjálpa upp á lívið innan fyri seingjarkantin. Leikaloynd – Her er alt til eitt hugnaligt kvøld, sigur sølukvinnan frá sexleikuhandlinum, loynd in.com, sum nú er kom in á pallin. Eitt borð er dekkað við dild o um ella sokallaðum hugn a pinnum og øðrum hjálpi tólum til kamarslívið. Hon byrjar at koma við hugskotum, um hvussu hesi ymisku tingini kunnu nýtast, og hóast sølukvinnan við gongur, at tað mesta er gjørt til kvinnur, so er hon sann førd um, at menn eisini kunnu gleðast saman við kvinn um, sum nýta hesi elektrisku amboð. Hon vísir eisini eitt slag av bólti við einum enda í. – Vita tit, hvat hetta er til?, spyr hon argandi. – Tað er fyri at fáa hana at tiga!, svarar hon sjálv. Hetta halda nógvir vera eitt snilt amboð og ikki bara í songini. So byrjar tosið um dukku na hon hevur við. Ein upp blást dukka til menn, sum ikki hava nakra damu at balla seg hjá. Hon hevur nógv hol, sum kunnu nýtast til fragd, men inni í Atlantis verður hon mest nýtt sum ein ballón, sum skjótt verður blakað mill um setrini. Sex fyri rest Og soleiðis heldur fram eftir lítlan steðg. Danska Katrine Berling Christen­ sen, sum er sexologur kem­ ur á pallin. Hon greiðir frá, hvussu menn skulu bera seg at, fyri at kvinnan veruliga skal hug na sær í songini, og kem ur við langari frá greið­ ing um ymisku økini at manner era við. – Ved I, at mænd også har et g­punkt?, spyr hon. Menn hyggja ivandi upp hvønn á annan, og onkur játt ar spakuliga – Ved I så, hvor det sidd­ er?, spyr hon so. – Sjey sentimetrar uppi í endanum! Ein ungur maður á aftastu rekkju er skjótur at koma við einum boði. Sexologurin greiðir frá, at punktið í veruleikanum er fimm sentimetrar uppi, og so er hon annars ófør at demonstrera, hvussu tað ber til at gera við kvinnu sína, so hon tímir at balla seg hjá sær eina aðru ferð eisi ni. Nú lurta menn spentir, og eina løtu er pinnastilt inni, með an sexologurin avdúkar fleiri loynidómar. Kvalitetspinnar Hetta heldur fram við næsta upp leggi num. Elin í Stóru­ stovu, sexologur, men mest kend sum útvarpsvertur stend ur á pallinum. Hon er smílandi, nú hon dreg ur ymiskar sexleikur fram og staðfestir, at or søk­ in til, at hugnapinnar eru bliv nar meiri populerir seinas tu árini, er, at tað nú eru kvinnur, sum sniðgeva teir. – Nú eru teir ymiskar litir og ikki húðfarvaðir, flennir sexologurin. Hon greiðir víðari frá, hvørj ir eru góðir og minni góðir, samstundis sum hon legg ur stóran dent á, at kvalitet ur og prísur fylgjast væl at, og verturin sleppur at føla hvussu teir vibrerar. – Mikið áhugavert, held­ ur Gunnar Nolsøe og smíl­ ist. Men sexologurin steðgar ikki har. Hon vil hava Gunn ar Nolsøe at royna eina vibrerandi keylu, sum bæði kann njótast av monn­ um og kvinnum. Verturin setir seg á keylu­ na. Ein heldur óvand støða hjá quizmeistaranum við mjúku røddini. – Hetta kennist bara heilt væl, sigur Gunnar Nolsøe við Elina. Men sexologurin er ikki bara har til gamans. Hon greið ir í fullum álvara frá, at leikur væl kunnu nýtast og hjá summum veruliga kun nu bjarga parlagnum. Men ivasamt er, um boð­ skap urin er komin inn hjá monnun um, nú teir hava sit ið konsentreraðir í fleiri tím ar og lært, hvussu teir kun nu gerast raskari menn. Pinnurin blívur burtur Kvøldið er farið at líða. Menn fara upp at for vitn­ ast um leikurnar á pallinum. Teir grína og nerta við ljósa reyðu hugnapinnarnar og byrja spakuliga at fara í allar ættir. Ein hevur okkurt við sær. Ein pinnur er nevniliga burtur, men tveir mans taka seg saman og skipa fyri inn savnan fyri missin. Sexologurin leitar fram­ veg is eftir pinninum, sum kost ar rættiliga nógvan pen ing. Hinvegin kundi meira enn so hent seg, at onkur av teim um 90 hevur funnið fóta fest ið í kvinnustýrda meldr i num av góðum sex­ ráð um og mótaklæðum, nú Før oya fyrsta mannfólk hev ur verið í Atlantis í Klaks vík. ” Mær dámar eisini betri at gera ein góðan døgurða heima, heldur enn at fara út at eta, tí so er styttri til songina Archibald Black Tað eru kvinnur, sum stýra tí mesta á kvøldinum, og hesin maðurin fekk greitt at vita, hvar skápið skal standa Katrine Berling Christensen, sexologur, greiðir frá, hvussu smáar sexleikur eisini kunnu gera stóran mun í songini Klaksvíkingurin Archibald Black greiðir frá, at honum dámar best at vera romantiskur heima, tí har er styttri til songina