fríggjadagur 4. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2009
13
Nú farið var inn á heima
síðuna hjá landsins hægsta
embæti, www.tinganes.fo,
kom mær í hug orðini hjá
Job: “Vreiði hans slítur
meg sundur og eltir meg,
hann bítur á kampi móti
mær, fíggindarnir hvessa
eyguni at mær.” Ein løgm
aður, sum vónandi hevði
eina veika løtu, táið blekk
ið skvatlaði burturúr húsin
um, leypur frontalt, í
órógv andi sinnismuni, á
ein vanligan føroying, sum
eisini er ting maður. Við
einum ótali av embætis
monnum, spuna smið um og
ráðgevum sum hjálparum,
meira og minni fjøl skyldir,
hevur tað eydnast politiska
oddvita landsins at varpa
eitt tíðindaskriv út frá
løgmansskrivstovuni, ið
meiri at kalla kann rópast
ein subjektiv menniskjans
lig psyko diagnosa av
undir ritaða.
Í fyrstu tíðindasendingini
hjá útvarpinum ímorgun
herjaði Kaj Leo Johanne
sen á Høgna Hoydal, men
eftir at løgtingsformaðurin
gav løgmanni so vøtturin
situr í, á miðdegi, reagerar
hann sum ein kiptur hani,
ið kann renna í ein góðan
minutt eftir at heysurin er
slitin av honum. Úti undir
væðingini á øllum manna
børnum liggur ein ber
serkur og slotar. Sum skilst
eisini hjá Kaj Leo. Og
ístaðin fyri at vísa seg sum
ein mann, og átaka sær
fulla og heila ábyrgd av
mistakinum, við ikki at
møta á tingfundinum ígjár,
so heldur hann fram sum
avvápnaði drongurin í
skúlagarðinum, nú hann
pumpar greyt úr sínum
góða høvdi, og ákærir
undirritaða fyri líkt og
ólíkt.
Eg havi ongantíð mist
orðið, hvørki á Løgtingi
ella á Fólkatingi. Átalurnar
frá formansskapinum hesi
næstan 12 árini í politisku
skipanini kunnu teljast á
einari hond, tí skilji eg ikki
rættiliga, hvat ið gongur
fyri seg handan
skallabeinini á løgmanni.
Ákærurnar kennast tó aftur
frá eini sending í Rás2, har
maðurin slapp at sita og
pussa sína gloriu og busta
sínar veingir við at átala
onnur, harímillum fleiri
tingmenn. Annars situr Kaj
Leo tíðum og órógvar
tingviðgerðirnar, serliga
táið tjóðveldisfólk hava
orðið, hetta vita øll sum
ferðast í umhvørvinum,
men yvirhøvur bera fólk
yvir við barninum í vaksna
kroppinum.
At løgmaður ikki virðir
tað mest fundamentala í
politisku skipanini,
skákingina ímillum
vøldini, við ikki at møta á
fundi, har evsta valdið
hevur ætling um at fregnast
um politisk mál hjá
útinnandi valdinum, er nú
eitt, annað er, at sami
maður brúkar heimasíðuna
hjá landsins hægsta embæti
at svína ein vanligan
føroying út, við allari tí
óhumsku sum sálarligu
løðingar hansara goyma í
sær.
Fegnist alt meira, fyri
hvønn dag sum gongur, at
eg atkvøddi ímóti, sum hin
einasti annars, at Kaj Leo
Johannesen gjørdist Føroya
løgmaður. Sum ein kendur
statsmaður einaferð bar
fyri munni: “Søgan fer at
geva mær rætt !” Fyri
samfelagsins sakir átti
tingið ongantíð at sagt
hesum kallinum tey kendu
orðini: “Welcome, Mr.
Chance.”
ES: Annars fari eg at
heita á løgmann um at fáa
onkran at rætta
stavivillurnar, áðrenn hann
aftur fer at senda líknandi
ríður av illsinnisglepsum út
á allar landsins portalar, og
harvið kring allan heimin.
viðmerkingar
At ein løgmaður alment
leypir á tingfólk við ósann
indum og útspilling, tá hann
ikki røkir sínar skyld ur mót
vegis tinginum, eig ur at fáa
øll, ið hava minstu virðing
fyri fólkaræði at tala at. Men
sum vanligt verða tjóð veldis
fólk hongd út í staðin...
Eftir at hava upplivað
framferðina hjá løgmanni,
fjølmiðlaviðgerðina í út
varpinum, lesarabrøv frá
politiskum viðmerkjara úr
Sjálvstýrisflokkinum og
ónevndar viðmerkjarar á
netmiðlum seinastu dagar
nar, noyðist eg bert at stað
festa: Vanligar siðsemis
reglur, ábyrgdarstaðfesting
og sannleikakrøv, eru sett
fullkomiliga til viks, tá
tjóðveldisfólk verða við
gjørd alment. Ongar reglur
galda. Til ber at skjóta við
skørpum í rúgvuna, siga
ósatt og undirgrava fólka
ræðið, sum var tað natúr
ligasta fyribrigdið í heim
inum.
Undirritaði var á løg tings
fundi mikudagin 2. desemb
er, og hevði sum vanligt nýtt
drúgva fyri reikingartíð at
skriva og senda inn fyri
spurn ingar til løgmann og
landsstýrisfólk um týdning
ar mikil viður skifti eins og
fleiri av ting fólkunum hjá
Tjóð veldi. Tjóðveldis ting
fólkini møttu sum vanligt og
høvdu ongan lut í tí óskili,
sum skuldi vísa seg hendan
dagin. Tá tingfundurin byrj
aði, var bert ein lands stýris
maður til staðar. Eftir at
nakr ir spurningar vóru svar
aðir svaraðir, skuldi næsta
landsstýrisfólk í røðina, men
var ikki komið í tingið.
Vælvild frá løgtingsfor
manni og tingfólki...
Hetta elvdi til, at ting for
maðurin valdi at niður leggja
fundin í eitt longri tíðar
skeið. Her kundi hann valt
at slitið fundin, men Hergeir
Nielsen var ”large”
mótvegis landsstýrinum, og
tók fundin uppaftur, tá eitt
landsstýris fólk var møtt
afturat. Og tingfólk góðtóku
hetta, hóast bæði andstøðu
og sam gongu fólk hildu hetta
vera grovt. Slíka vælvild
høvdu ráð harrar aldri fingið
í øðrum parlamentum um
okkara leiðir.
Alt hetta gjørdi, at skráin
gjørdist so seinkað og útsett,
at undirritaði sum varð
kallaður til fundar av Ed
mundi Joensen um blokk
stulsuppskotið á fólka tingi –
í góðari tíð av ráddi við Tór
bjørn Jacob sen at fremja
fyrispurn ingar mínar, eins
og vanlig siðvenja er, um
okkurt kem ur ímillum hjá
tingfólki.
Síðani frætti eg í fjøl
miðlunum, at út á seinna
partin endurtók støðan á
morgni seg, har lands stýris
fólk ikki vóru møtt. Nú
møttu hvørki løgmaður ella
fiskimálaráðharrin til sínar
fyrispurningar. Hetta er
sjálv sagt ein álvarslig van
virðing av fólkaræðin um.
Og eg kann vissa um, at
kom tað fyri á fólka tingi,
hevði tað fingið avleið ingar
fyri viðkom andi ráðharra. Tí
spurnar rætturin hjá teimum
fólka valdu mótvegis ráð
harrum, ið hava ábyrgd av
sínum málsøkjum, er sjálv
andi ein aðaltáttur í parla
mentar ismuni og eftir
litinum við fyrisitingini.
Henda støða verður so av
røttum átalað av bæði løg
tingsformanni og spyrj ara.
...lønt aftur við háð og
spott
Men hvat ger løgmaður: Ja,
hann leggur fyrst eftir
undir ritaða við ósannind um,
sum ongan leiklut átti í
hend ing unum. Og síðani
leggur hann eftir Tórbjørni
Jacob sen við grovum og
niður gerandi ákærum. Hesi
álop leggur hann skrivliga á
heimasíðuni hjá løg mans
embætinum. Hugsið tykk
um: tingfólk hava rætt in at
seta spurningar á tingi og
løgmaður og lands stýris fólk
hava skyldu at svara. Tá
løgmaður ikki møtir, leggur
hann eftir spyrjarunum og
nýtir sítt embætisverk sum
amboð! Hendi hetta í einum
landi við veruligum fólka
ræði, høvdu øll tingfólk –
uttan mun til samgongu ella
andstøðu – reist misálit á
ráðharran.
Uppaftur løgnari er tað, at
tá løgmaður av røttum verð
ur átalaður, gevur útvarpið
honum beinanveg høvi at
svara. Tá hann so í bein
leiðis samrøðu leypir á
undir ritaða, býðst onki høvi
hjá mær at svara. Út varpið
letur bert hesa grovu fram
ferð standa og hevur ikki
vent sær til mín. Tíbetur
valdi so Løgtings formaðurin
at svara til fyrimunar fyri
meg, tá hann viðmerkti alt
málið í útvarpinum.
Hetta er ein so óhoyrd
framferð, ið átti at fingið
øll, ið hava nakra virðing
fyri fólkaræði at gjørt vart
við seg.
Sjálvt andstøðupolitik arar
upp í løgmanskórið
Men sum vanligt í Føroy
um: Eitt valevni hjá øðrum
and støðuflokki – Sjálv
stýris flokkinum – velur at
fara upp í kórið hjá løg
manni! Hann leggur eftir
undirritaða fyri ikki at røkja
sítt arbeiði og fyri at hava
valt ”løg tingið frá”
umframt verði eg ákærdur
fyri ómoral við peningi.
Nei, onki hevur undirritaði
valt løgtingið frá ella for
sømt nakað arbeiði. Hevði
av mínum eintingum skriv
að og latið inn 4 væl grund
aðar fyrispurningar – og
kundi sjálvandi valt onki
arbeiði at gjørt ella tikið
mínar fyrispurningar aftur.
Kann annars aftur upplýsa
um, at vit í Tjóð veldi eru
einasti flokkur, ið regluliga
tekur farloyvi á løgtingi, tá
fólkatings arbeiði ikki
sampakkar við tað – og tá
gera vit ikki sum øll onnur
fólkatings umboð og fáa løn
úr báðum støðum. Hartil
rinda fólkatingsumboð
Tjóð veldisins 20% av lønini
í ein grunn, ið hevur til
endamáls at stuðla upp
lýsing og til tøkum um
føroyskt fólka ræði og
sjálvræði. Ein og hvør kann
kunna seg um tað arbeiðið,
ið Tjóðveldis um boð hava
gjørt og gera á bæði løgtingi
og fólkatingi – og eru síðani
vælkomin at vísa ítøkiliga á,
hvar tjóð veldisumboð hava
forsømt nakað arbeiði og
annars at samanbera við,
hvat onnur umboð gera og
hava gjørt í hesum størvum.
At lýsa fólk friðleys
Men sjálvandi er altíð lætt
ast at leggja eftir Tjóð veld
inum – serliga tá landsins
stjórn setur alt siðsemi og
fólkaræðisligar manna
gongdir til viks. Sjálvandi er
tað boðberin, ið má skjótast
og andstøð an hartast, sum
ger sína skyldu. Sjálvandi
skal løgmaður sleppa óátal
aður, tá hann forsømir sínar
skyldur. Og sjálvandi skulu
tjóðveldisfólk heldur ikki
fáa sama høvi sum onnur at
svara aftur, tá landsins
løgmaður leypir á tey
alment og misnýtir sítt
embæti og embætisverk.
Og helst átti bara ein lóg
at verðið samtykt, ið einfalt
lýsti tjóðveldisfólk friðleys
at vera. Tað hevði verið so
nógv lættari...
Hví ikki bert lýsa tjóðveldisfólk friðleys at vera?
Høgni
Hoydal
Rok um lítið og einki!
Tað er ein øgilig rúmd, ið Tórbjørn Jacobsen fær í
fjølmiðlunum at úttala seg um líkt og ólíkt, og tað er
fantastiskt at hann skal koma sær at leggja løgmann og
Jacob Vestergaard undir at vanvirða og forakta tingið
og renna undan ábyrgd, tá ið spurningar skulu svarast í
tinginum.
Mær vitandi hava løgmenn og landsstýrismenn altíð
verið til staðar og komið til tíðina at svara
fyrispurningum í tinginum, um teir annars hava verið
heima. Sjálvandi kemur tað fyri, at landsstýrismenn
eru uttanlands, men tá boða teir altíð frá í góðari tíð, at
teir eru burturstaddir.
Hetta, sum hendi í tinginum mikudagin, var eitt
undantak og eftir mínum tykki eitt hendiligt óhapp.
Løgmaður, sum annars altíð møtir rættstundis, var ein
minutt ov seinur, og Jacob Vestergaard var fullkomiliga
óskyldigur. Hann skuldi jú svara spurningum, aftaná at
løgmaður hevði svarað sínum spurningum, og Jacob
átti tí ikki tørn fyrrenn kanska ein tíma seinni. Og tí
skuldi hann als ikki vera har, tá ið fundurin bleiv slitin!
Tað er púra burturvið av Tórbjørn Jacobsen at leggja
hesar heiðursmenn undir at renna undan ábyrgd! –
Ótrúligt, at fjølmiðlar ikki gjøgnumskoða hetta, men í
staðin fara við upp í kórið hjá Tjóðveldinum!
Løgtingið ella
Fólkatingið – ikki bæði
Enn einaferð hava politikarar víst í verki, at teir onga
virðing hava fyri landsins veljarum og demokratinum.
Vit hoyra um tingfundir, sum mugu niðurleggjast
vegna vánaliga uppmøting og um ein løgmann, sum
hevur so nógv at gera, at arbeiðsdagur hansara er
býttur sundur í sekundir. Eitt syndarligt óskil og ein
vanvirðing av føroya fólki, sum nú skal fyrireika seg til
at rinda gildið av tí óforsvarliga politikkinum sum hesi
somu hava rikið tey síðstu árini.
Tað er eisini komið fram, at formaður Tjóveldsins,
valdi at rýma frá sínum skyldum í føroyska parla
mentin um og raðfesti tann kanska djúpari stólin í
danska parlamentinum á Kristiansborg.
Tá vit sum partur av Danmark, hava rætt til sess á
Fólkatingi, so eru sjálvandi uppgávur til frama fyri
Før oyar at røkja har, men tað skal valdast. Formaðurin
í flokkinum, sum rópar harðast um fullveldi, velur
bevíst danska fólkavalda tingið framum okkara egna
Løgting, hvat líkist hetta?
Sjálvstýrisflokkurin hevur leingi verið av teirri
áskoð an, at Fólkatingið er fyri danskar politikkarar,
ikki før oyskar. Flokkurin valdi at stilla upp til síðsta
fólka tings val og fer allarhelst, sum aðrir flokkar, eisini
at gera tað í framtíðini. Tó hevur flokkurin valt, ikki at
stilla formann in upp, júst fyri at umganga at koma út í
eina fløkju sum hesa.
Tvær topp lønir
Eingin kann røkja tvey fulltíðarstørv nøktandi og fáa
tvær topp lønir á konto hvønn mánað afturfyri. Tað er
ikki rætt, at ein tingmaður í Føroyum, eisini skal
kunna vera limur í danska fólkatinginum. Tingskipanin
skuldi verið broytt soleiðis, at løgtingslimur sum eisini
fær løn sum danskur fólkatingslimur, missir rættin til
løn frá Føroya Løgtingi og skuldi løgtingslimur tikið
farloyvi, so leingi hann valdi Fólkatingið framum
Føroya Løgting.
tingmaður
Jógvan á
lakJuni
www.hedindp.com
Heðin d.
Poulsen
TórbJørn
Jacobsen
Løgmaður bítur á kampi