Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 12 VIKUSKIFTI Glaslist Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Lítríkt og fantasifullt. Soleiðis kann ein nokk best lýsa glaslistina, sum Mikka­ lina Norðberg ger. Hon er eina helvt in av duettini, sum kallar seg fyri »Rabar­ bu glas« og nú selur síni ting í gamla Ull vøru húsinum í Havn. ‒ Eg havi altíð elskað glas. Spælið og ljós ið í tí, sigur Mikkalina Norðberg ella »Mikka«, sum hon vanliga verður nevnd. At byrja at blása glas var tó onki, sum hon hevði nakran møguleika til. Glas­ ovn urin er sera dýrur, bæði at keypa og at hava heitan. Í staðin fóru Mikkalina og barn dóms ven indan Rósa Birgitha Dahl Kristian sen á skeið í tí, sum kallast fyri kalt glas. Tað eru stórar glasskivur, ið ein fær í ymiskum litum og síðani kann evna til tey ting man vil. ‒ Tað eru fleiri háskúlar í Danmark, sum undirvísa í hesum, og vit hava ver­ ið til fleiri skeið niðri, greiður hon frá. Starvast sum pedagogar Við køldum glasi ber til at gera stand­ mynd ir, smúkkir og føt. Torførari at gera koppar og gløs, men tað ber til. Ovn ur skal eisini til hetta slagið av glas list, men ein vanligur leirovnur kann brúkast. Mikka og venindan lána ovn ar á ymiskum stovnum í Havn. Mikkalina og venindan Rósa Birgitha starvast báðar sum pedagogar. Glas list in er frítíðarítriv, sum tær hugna sær við, nú børnini eru vorðin størri. Mikkalina Norðberg nýtir nógvar og sterkar litir. ‒ Fólk dragast at teimum sterku lit­ unum, men tað eru bara tey djørvu, sum tora at taka tað heim við. Passar kans ka ikki so gott inn í borgarlig heim, sig ur hon og flennur. Mikkalina hevur áður stilla út á Glugga glæmu. Til søluframsýningina í Ullvøruhúsinum hevur hon gjørt krabbar, hon kallar teir fyri »Skvaldra­ krabb ar og Skvaldraklukkur«. ‒ Eg veit slettis ikki um teir fara at selja, men eg var noydd at gera teir, sig ur hon. Hví hava tit valt navnið »Rabar bu­ glas«? ‒ Tí vit búgva báðar í Rabarbu kvart­ er i num her í Havn. GlæsIlIGt - Eg havi altíð elskað glas. Spælið og ljósið í tí, sigur Mikkalina Norðberg