fríggjadagur 4. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 233 - 4. desember 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Veðurlagsfundurin
í Keypmannahavn
Nú mánadagin verður loksins sett hol á nógv
umrødda veðurlagsfundin í Keypmannahavn við
luttøku av granskarum, vísindafólki, embætisfólki
og politikarum úr øllum heimsins londum.
Helst man hetta vera størsta altjóða tiltak, sum
nakrantíð hevur verið hildið ikki bert í Keyp manna
havn men í øllum Norðurlondum. Tað er greitt, at
so stórt tiltak fer av álvara at vera við til at seta
fokus á Norðurlond og her ikki minst Danmark.
Tað í sær sjálvum er áhugavert, eisini fyri okkum,
sum eru partur av einum ríkis felags skapi, sum í
heimshøpi fyllur rættiliga nógv, tá tosað verður um
veðurlagsbroytingar. Her hugsa vit sjálvandi fyrst og
fremst um heimsins størstu oyggj, Grønland.
Kjarnin í hesi ráðstevnu ella fundi er, hvussu
heimsins lond megna at steðga ella minka um ta
dálking og ringu avleiðingar, sum CO2 útlátið
hevur.
Fundurin í Keypmannahavn er eitt framhald av
tveimum øðrum veðurlagsfundum, tí í Rio de
Janeiro og Kyoto. Ávaringarnar frá granskarum og
veðurlagsserfrøðingum eru sera víttfevnandi, og taka
heimsins lond ikki stig til at minka munandi um
útlátið av CO2 komandi mongu árini, so fer tað at
fáa vanlukkuligar fylgjur fyri mannaættina verður
sagt. Tí liggur í luftini, at luttakararnir á fundinum
í Danmark skulu taka avgerðir, sum veruliga fara at
merkjast.
Hóast flestu granskarar vilja vera við, at tað fara
at henda ógvusligar broytingar í veðurlagnum í
framtíðini, um vit ikki royna at minka um ta dálking
og yvirupphiting, sum kemur av manna hond, so eru
eisini granskarar, sum halda, at alt ov nógv er gjørt
av. Hesir vísa m.a. til, at broytingarnar, sum henda
í veðurlagnum, í stóran mun koma av náttúrligum
orsøkum, eitt nú virk seminum á Sólini. At hesar eru
afturvendandi.
Nú beint undan fundinum er komið fram, at
gransk arar við vilja hava gjørt tølini fyri upphiting
meira døpur enn veruleikin er. Hetta greiðir okkara
veðurlagsmaður Bogi Eliasen, cand.scient.pol frá
aðrastaðni í blaðnum.
Miðlarnir í Miðlahúsinum fara sjálvandi eisini at
fylgja fundinum í Keypmannahavn og leggja vit
fyri í dag við bakgrundsgrein og analysu, sum Bogi
Eliasen hevur skrivað. Eisini fara vit at hava fólk á
staðnum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Ætlanin hjá nøkrum limum í
Tórshavnar Býráði at savna
allar 10. flokkar í Eystur
skúl anum er tikin úr leysum
lofti, og enn hava hesir bý
ráðspolitkarar ikki megnað
at víst á, hvat sakligt og
fakligt grundar lag hendan
ætlan byggir á.
Ein kann spyrja seg sjálv
an, um ætlanin at savna allar
10. flokkar í Eysturskúlan
um er partur av onkrum
størri politisk um rossa
handli, sum vit ikki fáa eyga
á beint nú, ella um hetta
veruliga eru fáfongdir
politikarar, ið fara fram eftir
fummum í síni tráan eftir at
vísa politiska valdið í verki.
Sama hvussu vit svara
hesum spurningi, so er eyð
sýnt, at hesi fólkavaldu
hugsa ikki um heildina í
málinum, tí tey megna ikki
at vísa á eitt sakligt og fak
ligt grundarlag fyri at savna
10. flokk í Eystur skúlanum.
Higartil hava vit bara hoyrt
politiskar hugsan ir, meðan
fakligar og sakligar grund
gevingar tykjast ikki at
finnast.
Vit, sum umboða Tórs
havnar Kommunu skúla,
kunnu ikki góðtaka, at fólka
vald, sum ongan fak ligan
kunnleika hava, á henda hátt
taka avgerðir yvir høvdið á
næmingum, foreldrum og
teimum, sum dagliga
starvast í skúlan um.
Kommunuskúlin hevur í
nógv ár havt eitt gott tilboð í
10. flokki, og tað sæst eisini
aftur í næmingatøl unum. Ein
sera stórur part ur av næm
ing unum velur at taka 10.
flokk í Tórs havnar Komm
unuskúla. Í ár valdu 80 av
tilsamans 102 næmingum at
halda fram í 10. flokki í
Komm unuskúlanum. Til
sam met ingar kann nevnast,
at 53 av 112 næmingum
valdu at fara í 10. flokk í
Eystur skúlanum.
Mistulka 10.-floks álitið
Í einum áliti frá 2007, “10.
flokkur – ein øðrvísi skúli”,
verður Eysturskúlin nevndur
sum ein møguleiki at hýsa
10. flokki burturav, tí talan
er um eina skjóta og bíliga
loysn. Men sam stundis
verður víst á, at vandin er, at
nýggi skúlin tá liggur inni í
einum øðrum skúla. Tað
tykist sum býráðspolitikarar
í óðum verkum hava bitið
seg fastar í hendan partin av
álitinum, sum lættliga kann
gerast ein lappaloysn.
Tann, sum hinvegin lesur
álitið við opnum sinni, sær,
at besta loysnin er ein ser
ligur 10. floks depil, sum
liggur í einum skúla fyri seg,
og sum hevur sjálv støðuga
leiðslu og lærarar, ið bert
undirvísa á hesum skúla.
Tað er ein dýr, men gjøg
numførd heildarloysn, sum
heldur inn í framtíð ina, og
sum byggir á eitt sakligt og
fakligt grundar lag. Men
neyvan fæst hend an loysnin
í bræði, og tískil hevði verið
rættast at hugt eftir einari
millum loysn við støði í teirri
sann roynd, at 10. flokkur
virkar væl í Kommunu
skúlanum.
Millumloysnin finst eis ini
í álitinum, har møgu leik in
fyri tveimum 10. floks
deplum verður nevnd ur –
ein um í Tórs havnar Komm
unuskúla og einum í Eystur
skúlanum. Men líka leggja
býráðs politikarar í tað. Tað
tykist heldur ikki nerva teir,
at lærararnir í Eysturskúl an
um fyri fleiri árum síðani
savnaðu undirskriftir ímóti
at savna allar 10. floks
næmingar í Eystur skúlan um.
Hetta var langt áðrenn álitið
um 10. flokk var skriv að, og
lærararnir vístu tá á, at teir
stúrdu fyri, hvørj ar
avleiðingarnar fóru at verða
fyri restina av skúlan um, um
ein so stórur hópur av 1617
ára goml um skuldi stúvast
saman í Eysturskúlanum.
Tvs. at besta loysnin finst
ikki, fyrr enn ein skúli
burturav er funnin til 10.
floks næmingarnar í
Havnini, sum næsta ár verða
tilsamans 180 í tali.
Næstbesta loysnin er so tveir
10. floks deplar, til ein
endalig loysn er funnin. Tað
undrar, at býráðs politik arar
ikki velja hend an trygga
leistin at ganga eftir, men at
teir heldur velja at mistulka
álitið um 10. flokk og
miðvíst royna at drukna
málið í undan førslum.
Undanførslur
Býráðspolitikarar brúka 10.
flokk á Bornholm sum
grundgeving fyri ætlanum
sínum í Havn. Teir hugsa tó
ikki um, at har er talan um
ein gjøgnumførda
heildarloysn, og at har vóru
tey so fræg at spyrja næm
ingar, foreldur og starvs fólk,
áðrenn 10. floks depilin var
settur á stovn sum endalig
loysn – og ikki sum
lappaloysn.
Marin Katrina Frýdal,
býráðslimur, og nakrir av
hennara samgongufeløgum í
býráðnum hava eisini valt at
grugga málið við heild ar
ætlanini fyri umvæling arnar
í Kommunu skúlan um. Tøl
sum 18, 22, 25 og 35
milliónir krónur hava verið
nevnd á ein slíkan hátt, at
lesarin kann fáa ta fatan, at
tað er kostnaðurin fyri at
halda fram við 10. flokki í
Kommunuskúl anum. Hesi
tøl hava einki við 10. flokk
at gera, men eru hinvegin
politiskt orða skvaldur í
sambandi við
heildarætlanina fyri
Kommunuskúlan og tær
umvælingar, sum eru hart
tiltrongdar, tí býráðssam
gongur í ártíggjur hava latið
skúlan farið í misrøkt.
Tað er hugstoytt at hugsa
um, at býráðspolitikarar á
henda hátt royna at ør kymla
borgararnar. Teir áttu ístaðin
at sagt fólki sannleikan aftan
fyri tær umvælingar, sum nú
eru settar á breddan. Men
teir velja heldur at tiga
burtur ta sannroynd, at tveir
næm ingar skuldu koma illa
fyri í skúlanum, áðrenn
Arbeiðseftirlitið tvingaði
býráðið at gera ein heildar
ætlan fyri Tórshavnar
Kommunuskúla. Annar
næmingurin fekk elektrisk an
stoyt í skúlanum, og hin var
innlagdur á Lands
sjúkrahúsið, tí hann fekk
andatrupulleikar av blámu
soppi í skúlanum.
Hóast truplar hølisum
støður hevur Tórshavnar
Kommunuskúli megnað at
givið 10. floks næmingum
góðar námsfrøðiligar
um støður við góðum lærar
um. Hesir lærarar hava eisini
ein týðandi leiklut í øðrum
flokkum, har teir undirvísa.
Um 10. flokkur skal úr
Kommunu skúl an um verður
neyðugt at siga 13
lærararum úr starvi, og tað
fær sjálvsagt avleið ingar fyri
restina av skúl anum, har
lærararnir eisini undirvísa.
Marin Katrina Frýdal
segði í telefonviðtalu við ein
lærara í Tórshavnar
Kommunuskúla 3. novemb
er, at “eingin er áhugaður í
at knúsa nakað sundur, sum
riggar”. Men tað verður júst
tað, sum hendir, um býráðið
heldur fast í ætlanin at savna
allar 10. floks næmingar í
Eyst urskúlanum, tí
samstundis verður
vælvirkandi skúla umhvørvið
í Kommunu skúlanum
sindrað til frama fyri eina
loysn, sum eingin kennir.
Skúlastýri og leiðsla í
Tórshavnar Kommunu skúla
vóna og vænta, at tit
fólkavaldu hálsa um og vísa
virðing, soleiðis at tit ístaðin
fara at arbeiða fyri eini
heildarloysn, sum tekur støði
í einum saklig um og
fakligum grundar lagi.
Tórshavn, 3. desember 2009
Foreldraumboðini í skúla
stýrinum í Tórshavnar
Kommunuskúla
Andrea Heindriksdóttir,
forkvinna
Henry Olsen, næstfor-
maður
Heri Joensen, stýrislimur
Einki sakligt grundarlag undir 10.-floksætlanini