Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 11 VIKUSKIFTI Eg vil goyma jólini í mínum hjarta og royna at hava tey við mær alt árið. Charles Dickens enskur rithøvundur 10 tIng um Jólamannin Ho ho ho Vit gleða okkum til at fáa Vitjan aV honum um nakrar Vikur, men hVør er jólamaðurin í grundini. her eru nakrar upplýsingar um hann. Marna Jacobsen, rITSTjórI á BóKadeIldInI lurTar eFTIr rollIng SToneS og Hyggur eFTIr aBSoluTely FaBolouS. miðlarnir og Eg lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. jólamaðurin hevur nógv nøvn kring heimin. Í usa verður hann róptur Santa Claus, í Svøríki jultomten, í noregi julenissen, í Italia siga tey Babbo natale og í Týsklandi gongur hann undir navninum Weihnachtsmann. Søgan um jólamannin byggir lutvíst á søguna um Sankt nikolaus, sum var ein turkiskur biskoppur, sum gav gávur til fátøk fólk. Men søgan byggir eisini á heidna søgn. Í 1931 gjørdi Coca Cola eina lýsing við jólamanninum, har hann var í reyðum og hvítum klæðum. Hetta var ikki fyrstu ferð, at búnin hjá jólamanninum sá soleiðis út, men eftir hesa lýsing gjørdust litirnir standard kring allan heimin. Tað verður sagt, at jólmaðurin hevur nógvar smáar nissur, sum hann kann senda ørindi fyri seg, tí hann kann ikki verða allastaðni jólaaftan. jólamaðurin er prúður maður, og orsøkin til tað skal verða, at honum dámar so væl at eta gott, og tá fólk seta góðgæti og annað fram til hansara, kann hann ikki lata verða við at fáa sær. Tað hevur verið tosað nógv um, hvar jólamaðurin býr, og kapping hevur verið millum ymisk øki. Sagt hevur verið, at jólamaðurin býr á norðpólinum, Finnandi, ruslandi, Turkalandi og í grønlandi. Tað eru eitt sindur av muni, nær jólamaðurin kemur við sínum gávum í ymiskum londum. Summi brúka eisini at hanga hosu upp fyri jól, sum jólamaður so letur okkurt gott í. jólamaðurin er ikki vælkomin í øllum londum. Í fjør varð jólamaðurin til dømis bannaður í skúlum í Sarajevo í Bosnia, tí har halda tey ikki, at jólamaðurin skal spæla nakran leiklut í teirra jólahaldi. jeremy Seal skrivar í eini bók um jólamannin, at tað var í 1800-talinum, at jólamaðurin av álvara gjørdist eitt kommersielt umboð. um tú kundi hugsað tær at skriva til jólamannin, so kanst tú gera tað á hesari adressu: jólamað urin, Box 1615, 3900 nuuk, grønland. Sjálvboðin fólk syrgja fyri, at øll, sum skriva til jólamannin, fáa svar frá honum. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 mítt blað Informatión á netinum og New York Times á telefonini. mín heimaSíða eg brúki heimasíður serliga sum part av arbeiðinum. www.bfl.fo dagføri eg, so har eri eg hvønn dag, umframt sprotin.fo og onkuntíð politiken.dk mín tónleikur Rolling Stones er altíð gott, men annars dámar mær ógvuliga ymiskan tónleik. mítt SoSiala netverk Facebook, Twitter og mín bloggur: marnakj.wordpress.com mín dvd Six Feet under. mítt magaSin Kvinder Køn og Forskning. eg fylgi við í tí, sum hevur við javnstøðu at gera. mín SjónvarpSrøð Absolutely Fabolous, tí tær minna meg um meg sjálva ‒ ein 70'ari alt lívið. mín bók Í løtuni lesi eg Revolvertricket hjá louise Welsh. Mær dámar ótrúliga væl krimi, men tað skal vera væl skrivað. mítt útvarp lurti næstan ikki eftir útvarpi, bara í bilinum á veg til arbeiðis. mín telefon IPhone ‒ spøl, bøkur, tónleikur, orðabók, vegvísari, kókibók, fetteljari og you name it ‒ tað kann ikki blíva betri! hvat vil tú ikki brúka tíð uppá? Lindina, tí hon er oyðileggjandi. hvat irriterar teg í miðlunum? at fólk gera sær so lítlan ómak. grunnan og innetnan journalistikk, hvat vil tú hava meiri av í miðlunum? Meira tilfar um bøkur og film. Meira til børn og ung.