Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 233 - 4. desember 2009 Skattaprosentið í Nes kommunu verður óbroytt í komandi ári, og barnafrádrátturin verður eisini óbroytt­ ur. Íløgurnar í kom­ andi ári verða ógvu­ liga avmarkaðar Kommunur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nes kommuna samtykti á bygdaráðsfundi hin 30. november fíggjarætlanina fyri komandi ár. Skattaprosentið verður óbroytt og verður verandi á 20,5% komandi ár, eins og barnafrádrátturin framhald­ andi verður 5.000 krónur. Bygdaráðið metir, at skattainntøkurnar fyri 2010 verða 31 miljónir krónur. ­ Hóast inntøkan av parta­ felagsskatti í 2009 var góðar 2,2 miljónir krónur, verður mett, at hendan inntøka verður nakað minni komandi ár – ella umleið hálva miljón, sigur komm­ unan, sum soleiðis metir, at skattainntøkurnar tilsamans verður umleið 31,5 miljónir krónur í 2010. Nes kommuna hevur sett av 25,1 miljón krónur til rakstur, og 1,6 miljónir krón­ ur eru settar av til íløgur. Samlaðan úrslitið hjá kommununi verður soleiðis eitt avlop á 1,6 miljónir krónur, sum Nes kommuna fer at brúka til niðurgjaldan av skuld. 1,6 miljónir krónur til rindan av skuld Borgarar í Nes kommunu koma ikki at gjalda meiri kommunuskatt í komandi ári, men tey fara heldur ikki at síggja nakað serligt til íløguvirksemi, tí kommunan fer at gjalda niður skuld Mynd: Vilmund Jacobsen Bin Laden í Pakistan Bretsku myndugleikarnir siga seg hava fingið neyvar ábendingar um, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er í Pakistan, og teir vilja nú hava pakistonsku myndugleikarnar at leggja størri dent á at fáa fatur á honum. Gordon Brown, forsætisráðharri, sigur við Sky News, at altjóða samfelagið sigur at spyrja, hvussu tað ber til, at bin Laden ikki er tikin, nú átta ár eru liðin síðani atsóknina at USA í 2001. Gordon Brown segði seg fegnast um, at pakistanski herurin loksins er farin í hernað ímóti Taliban. Teir hava fingið frið alt ov leingi, helt bretski forsætisráðharrin. Putin kanska aftur Russiski forsætisráðharrin, Vladímír Putin, sigur seg nú vera til reiðar at umhugsa at stilla upp til forsetavalið í 2012, tá forseta­ skeiðið hjá Dmitri Medvedev rennur út. Í einari spurnarsending í russiska sjónvarpinum vildi ein av hyggjarunum hava at vita, um Putin ætlaði sær at stilla upp til forseta í 2012. Putin svaraði, at hann ætlaði sær at hugsa um tað, og at enn var góð tíð til at taka støðu. Putin var forseti frá 2002 til 2008, tá hann gjørdist forsætisráðharri. Kortini verður hildið, at hann hevur meiri at siga í Russlandi enn Medvedev, forseti. - Vit fara at royna at koma niður á eina álíkning í skuld sum skjótast, sigurt borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen Mynd: Vilmund Jacobsen Tað munnu vera fáar kommunur, sum hava verið fyri slíkari menning seinastu 15-20 árini, sum Nes kommuna hevur verið. Fleiri ídnaðarvirki eru bygd á havnalagnum sunnanfyri Toftagjógv, onnur eru bygd millum Toftagjógv og Oyrarnar, og nú eru eisini virkir bygd í Oyrunum og Inni á Rætt Mynd: Torleif Johannesen