Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 10 VIKUSKIFTI tú eis ini mótvind, og at øll ikki dáma tað, tú sigur. Men børnini hjá mær eru sera sterk í trúnni í dag, og tey eru tey fitt astu børnini. Hvat heldur tú um liviháttin í vesturheiminum? Vit hava so nógv og halda, at vit kunnu so nógv. Men í grundini hava vit risastórar sosialar trupuleikar í Vestureuropa. Ongantíð áður hava fólk verið so einsom, sjálvmorðstølini eru ræðandi, og vit róta runt við psykologum, nerva­ medisini og eydnubollum bara fyri at fáa gerandisdagin at hanga sam an. Vestureuropeiska samfelagið hev ur forkastað Jesus og tey kristnu virð ini, og vit gjalda prísin fyri tað. Vit eru kanska tey ríkastu í heiminum, men andaliga eru vit tey fátækastu. Livi­ støðið er sera høgt, men vit hava mist familjuna, og í Danmark eru tað fleiri fólk, sum lata seg skilja, enn fólk, sum velja at verða verandi gift. Okk ara samfelag er oyðilagt av okkara livi­ støði. Lógloysið er blivið lógligt, og stendur tú fram við tí rætta, so verður gjøldur burtur úr tær. Eg havi verið giftur í 21 ár, og tað er sama kvinna, sum eg fari í song við. Tað skuldi komið á for síðuna á Ekstrablaðnum. Men tað kem ur ongantíð á forsíðuna, tí tað, sum verður promoverað, er tað øvugta – ein ógudiligur lívsstílur, sum oyðileggur menn iskju og familjur. Fyri tíggju ella fimtan árum síðani skrivaði Jyllands­ Posturin, at um 10 ár fór kjarnufamiljan í Danmark at verða horvin. Og tað trúði eg einki uppá tá. Men eg má siga, at tað var ein rættur pástandur, tí nú er kjarnufamiljan í Danmark mest sum útdeyð. Fólk eru gift fyri aðru og triðju ferð, og búgva saman við tí fjórða ella fimta, og børnini hava trý ella fýra foreldur og vita ikki, hvussu tey sjálvi skulu verða foreldur ein dag. Men er hetta ikki bara tað markleysa frælsið, sum fólk í vesturheiminum hava og vilja hava? Eg kenni nógv fólk, sum ganga høgt upp í teirra frælsi, men í grundini eru tey trælir av sínari girnd. Trælir av pengum, umtalu, skoringum og fríum sex. Tað er ikki frælsi at fara í song við so nógvum, sum tú kanst. Tað er frælsi at verða giftur við somu kvinnu ella sama manni alt lívið. Tá ið eg hugsi um, hvussu tað hevur gingist mær og øðr­ um, sum vóru ung í 80’unum, so havi eg nógv at verða takksamur fyri. Og um kristindómurin er at lumpa fólk, so takk Gud fyri, at eg bleiv lumpaður, tí tað hevur bjargað mær. Kristindómurin hevur bjargað mær, mínari familju og mínum børnum, og eg eri vælsignaður upp á allar hugsandi mátar. Eg veit væl, at kristna trúgvin ikki er nakað svik, hon er verulig, men hygg eftir teimum fólk unum, sum hava sagt við meg, at eg varð lumpaður. Hygg eftir teirra lívi, teirra lívsførslu og teirra familjum í dag. Eg eri bara glaður fyri, at eg valdi at trúgva upp á Jesus. Men kennir tú nakrantíð á tær, at tú forsømir nakað í lívinum, sum tú kundi hugsa tær at gjørt, men ikki kanst gera, tí tú er evangelistur? Nei, eg kenni heldur á mær, at eg sleppi at gera alt tað, sum eg kundi hugsa mær at gjørt. Eg eri veiðimaður og fari á jakt alla staðni, sum eg sleppi. Í summar bygdi eg eitt summarhús saman við familj uni. Eg eri fríur at gera tað, sum eg havi hug at gera. Hoyr líka her, fyri­ stilla tær hvussu stór gleðin er, tá ið ein maður reisir seg úr einum rullistóli, og nú ferðast runt í Danmark sum evange­ listur. Eg havi livað lívið meira enn tey flestu. Eg eri gamal ævintýrari, eg havi ferðast kring allan heimin, og tá eg fylti 30 ár, kendi eg meg sum eitt røktarheim, tí eg hevði upplivað alt tað, sum onnur droyma um at uppliva í einum heilum lívi. Eitt skifti fór eg langt í tí, sum eg vildi uppliva, og tað var onkuntíð lívs­ vandi á ferð. Tá kendi eg á mær, at Gud segði við meg, at heldur tú fram so­ leiðis, so gert tú enda á tær. Hann segði við meg, at hann vildi geva mær eitt nýtt sús at uppliva, og tað er, tá hann ger undur. Og síðani hevur lívið verið sum eitt ævintýr. Tað gevur mær eitt kick, tá ið tað, sum ikki eigur at bera til, hendir fyri mínum egnu eygum – fólk blíva frísk frá sjúku, alkoholikarar og narkomanar leggja av at drekka og brúka rúsevni og verða sameind við sína familju aftur. Ivast tú nakrantíð í tí, sum tú trýrt uppá og gert? Ivi? Hvat er tað? Tú skalt minnast til, at eg havi møtt Jesus Kristus persónligt, tá ið eg var allarlongst úti. Pápi mín var frí kirkjuprestur, og tað riggaði ikki serliga væl hjá honum at fáa meg í kirkju. Tað verður ofta sagt, at sonur prest verður tann ringast, og eg var ein bandittur. Men tá eg var longst úti, bleiv eg frelstur, og eg havi ikki ivast nakr antíð síðani. Eg havi ongantíð ver ið freistaður av at fara aftur til mítt gamla lív. Tað skulu pengar til at fíggja virksemið hjá Evangelist, og tit savna pengar á tykkara møtum. Hvussu sært tú uppá samanhangin millum Gud og pengar? Tað verður sagt, at í Bíbliuni eru 2000 skriftstøð, sum snúgva seg um økonomi, og ein fjórðingur av tí, sum Jesus segði, snýr seg um økonomi. Sjálvt Jesus hevði brúk fyri pengum. Bíblian tosar um at lata tíggjund til Guds ríki, so at tað kunnu verða pengar í Guds húsi. Tú kanst ikki liva uttan pengar, tú kanst einki gera uttan pengar, soleiðis er tað bara. Summi fólk halda, at eg for­ tjeni nógvar pengar upp á hetta, men tað geri eg ikki. Eg fái 25.000 krónur í løn um mánaðin. Eg veit, at tað eru ungir dreingir í Føroyum, sum fiska í tríggjar vikur, og hava teir forvunnið 90.000 krónur næstan skattafrítt. So nógv havi eg ongan fortjent. Eg havi verið kannaður høvd í reyv av skatta­ valdinum, men tey hava ongantíð funn ið nakað galið. Eg eri kristin, og eri erligur. Tit gera nógv burturúr at savna pengar á tykkara møtum. Er tað neyðugt? Nýggja Testamentið sigur, at tá ið vit til biðja Gud, gera vit tað ikki bara við okk ara røddum, men eisini við okkara midl um. Ert tú kristin, so elskar tú eis ini at geva. Tey fólk, sum ikki eru kristin, elska at geva pengar til reyðvín, tubbak, prostitutión og alt møguligt ann að. Eg veit til dømis um føroyingar, sum brúka stórar upphæddir, tá teir fara til Danmarkar at drekka og liva lívið. Men føroyingar duga eisini at geva pengar til Guds hús. Vit kunnu ikki hjálpa børnum í Afrika ella narko­ man um í Danmark, um tað ikki er onkur, sum stuðlar okkum. Og tað er stutt ligt at hoyra fólk, sum roykja siga­ rettir fyri 2.000 krónur um mánaðin, hava meiningar um tey, sum geva 1.000 krónur til Guds hús um mánaðin. Vit brúka pengar til øll hugsandi endamál, so tað er ein løgin spurningur at spyrja, um tað er rætt at fólk skulu lata pengar til eitt kristi endamál. Og fyri okkum í Evange list er tað so einfalt, at um fólk ikki stuðla okkum við pengum, so kunnu vit ikki hjálpa fólkum. Trúarfelagsskapurin Evangelist varð stovnaður í 2000 av hjúnunum Karen og Christian Hedegaard. Endamálið hjá Evangelist er boða evangeliið um Jesus ígjøgnum møtir, fyrilestrar, hjálpararbeiði í Danmark og uttanlands og við sosialum arbeiði heima og burturi. Evangelist hevur fleiri ferðir verið í brennideplinum í Danmark. Millum annað eftir sjónvarpssendingina Operation X, sum kritiseraði framferðina hjá felagsskapinum í sambandi við viðgerð av sálarliga sjúkum og viðferðina av børnum. Felagsskapurin Børns Vilkår meldaði Evangelist fyri at ágang ímóti børnum, men løgreglan fann eingi prógv um hetta og slepti málinum. Hetta fekk Evangelist at reisa endurgjaldskrav ímóti Børns Vilkår. fakta EVANGELIST Mynd: jens kristian vang Um tú nevnir navnið Jesus Kristus í Føroyum, so merkir tað ikki, at tú skal innleggjast á einari lukkaðari deild Og um kristindómurin er at lumpa fólk, so takk Gud fyri, at eg bleiv lumpaður, tí tað hevur bjargað mær. Kristindómurin hevur bjargað mær, mínari familju og mínum børnum, og eg eri vælsignaður upp á allar hugsandi mátar