Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 233 - 4. desember 2009 Ikki bara Norrøna Tað er ikki bara Norrøna, sum er hotellskip í sambandi við veðurlagsráðstevnuna í Keyp­ mannahavn. Ferjan Queen of Scandinavia, sum í síni tíð sigldi millum Keypmannahavn og Oslo, skal eisini liggja í Keypmannahavn tær báðar næstu vikurnar. Skipið skal tó ikki hýsa ráðstevnuluttakarum, men løgreglumonnum, sum koma til Keypmannahavnar úr øðrum pørtum av Danmark. Næstan 1.800 fólk kunnu gista umborð á Queen of Scandinavia. DFDS eigur ferjuna, sum tað seinasta árið hevur verið brúkt sum hotellskip hjá arbeiðs­ monnum, sum hava umvælt orkuverkið í Oscarshamn í Svøríki. Byggivirksemið er minkað kring alt landið, og hetta hava tey eisini merkt sær í Nes kommunu. Í løtuni eigur kommunan fleiri byggiklár grundstykki, sum eru til sølu, um fólk hava áhuga fyri at byggja. Nøkur sethús eru í gerð, men eftirspurningurin eftir grundstykkjum er minkaður Nes kommuNa Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nes kommuna skyldar eitt sindur meira enn eina álíkning, og tí verður ikki talan um stórar íløgur í komandi ári. Tað sigur Símun Johanne­ sen, borgarstjóri. Seinnu árini hevur kommunan gjørt stórar íløgur í eitt nú skúlabygging, útstykkingar og havnalag. ­ Nú fara vit í fyrsta lagi at gjalda niður á skuld, so vit sum skjótast kunnu koma niður um eina álíkning. Borgarstjórin vísir á, at tá skuldin fer upp um eina álíkning, verða kommun­ urnar meiri ella minni settar undir eftirlit av fíggjar­ málaráðnum – soleiðis at skilja, at skulu tær læna pengar, er neyðugt fyrst við góðkenning. Nógv ídnaðarvirki eru bygd á Toftum seinnu árini, og fyrst í komandi ári fer MJ Saltsøla undir at byggja sín bygning á nýggja ídnað­ arøkinum Inni á Rætt. Fleiri grundstykki Borgarstjórin sigur, at nøkur sethús eru í gerð í kommununi, men sethúsa­ byggingin er minkað rætti­ liga nógv við búskaparligu afturgongdini. ­ Vit hava just gjørt eina nýggja útstykking við Lýðarveg á Toftum, har 24 grundstykki standa byggi­ búgvin, men bert tvey av hesum eru seld. Símun Johannesen sigur, at hesi grundstykki eru til sølu fyri 297.000 krónur, men tá eru tey byggibúgvin, og allar íbindingar eru til stykkini. ­ Fleiri, sum ætlaðu sær at seta búgv her, hava bygt sær onnur hús ella hava útsett byggingina til seinni. Tískil eiga vit í Nes kommunu fleiri byggiklár grundstykki, sum bara bíða eftir keyparum, sigur borgarstjórin. Áhugin minkaður Vit spurdu eisini borgar­ stjóran, um áhugi framvegis er fyri bygging á ídnaðar­ økinum í Oyrunum. Hann sigur, at ymiskt hevur verið upp á tal á økinum, har KBH hevur bygt sín bygning. ­ Her liggja tvey grund­ øki, sum byggjast kann á. Onkur hevur havt hesi um hendi, sum hevur havt ætlanir um at byggja, men í løtuni liggja tey óbrúkt og eru tøk. Símun Johannesen sigur, at onkrir fyrispurningar eru, men í løtuni er einki ítøkiligt, so fyrispurningar eru meira enn vælkominir, um onkur skuldi havt ætlan­ ir um eitt hvørt vinnuligt virksemi. ­ Eitt øki liggur oman móti sjóvarmálanum, og eitt liggur norðanfyri bygn­ inginum hjá KBH, sigur borgarstjórin. Tað kostar at skapa trivnað Klokkan 16 í dag er seinasta freist hjá fiskimonnum at stilla upp til felagsformansvalið í Fiskimannafelagnum. Um einki uppskot er komið innan henda klokkutíma, situr verandi formaður eitt skeið aftrat FF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Val er í Føroya Fiskimannafelag á hvørjum ári, men felagsformansval er bara triðja hvørt ár. Tað merkir, at felagsformaðurin verður valdur fyri eitt tríáraskeið. Fiskimannafelagið er skipað við sókn­ arformonnum, sýsluformonnum og so felagsformanni, og soleiðis er val á hvørjum ári. Fyri trimum árum síðan varð Jan Højgaard valdur til felagsformann í kapping við tásitandi formann, Óla Jacobsen og Dan Reinert Petersen, sum eisini læt seg stilla upp. Jan fekk flestar atkvøður av hesum trimum. Í ár er felagsformansval, og í dag klokkan 16 er seinasta freist at stilla upp, um onkur kundi hugsað sær at bjóðað sitandi formanni av. Bjóðar eingin seg fram, heldur formaðurin fram eitt valskeið aftrat. Lítið hevur verið at frætt, um nakar avbjóðari verður, men í morgun skilst, at tað ikki er óhugsandi, at Jan Højgaard noyðist út í eitt val. Sosialurin hevur frætt frá nokso vælvitandi keldum í morgun, at Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður, fer at bjóða Jan Højgaard av. Fyri at stilla upp, skal valevni hava fimm sóknir ella fimm skipsmanningar aftanfyri seg. Sambært valskipanini kunnu eisini sóknir og manningar saman stilla mann upp til valið. Hendrik Old er gamal skipari, og eisini í tíðini, hann sat á tingi, plagdi hann javnan at loysa av um sumrarnar, eitt nú umborð á svenskum trolarum. Spennandi verður at frætta, tá klokkan er farin av 16 í dag, um gyldugur listi er innkomin – ella, um sitandi formaður heldur fram eitt skeið aftrat. Hendrik Old bjóðar Jan Højgaard av Hendrik Old