Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 9 VIKUSKIFTI IntervIew Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hann situr í einum kamuflasjujakka og einum keppi á høvdinum. Ein fittur teinur frá tí vælklædda manninum, sum plagar at halda møtir í Føroyum. Men honum dámar best at ganga soleiðis ílætin í tí privata. Hví so er, venda vit aftur til seinni í greinini. Hann eitur Christian Hedegaard og er prædikumaður. Hann er leiðari fyri trúarfelagsskapin Evangelist, sum eis­ ini er virkin í Føroyum, og hann hevur verið umstríddur í Danmark. Sjón­ varps sending í bestu senditíð hevur sett sjóneykuna á felagsskapin við duld um upptøkutólum og samrøðum við fólk, sum hava ringar royndir av felags­ skapinum. Tað endaði við, at Evangelist varð meldað til løgregluna fyri ágang ímóti børnum, men løgreglan slepti mál inum, tí eingi prógv vóru um hetta. Annað mál er eisini reist ímóti felags­ skapinum um kvaksalvarí. Men Christian Hedegaard stendur fast við sítt og sigur, at tey verða for­ fylgd av fjølmiðlunum í Danmark. Vit settu okkum niður saman við Christian Hedegaard fyri at fáa at vita, hvat hann hugsar um sín kristindóm, um ákær­ urnar ímóti felagsskapinum, um livi­ háttin í vesturheiminum og um at savna pengar á møtum – eisini í Føroyum. Hvat er tað við tær og Føroyum? Mín fyrsta krossferð var í 2000, og hon var í Havn. Føroyingar tóku sera væl ímóti mær, og vit pakkaðu høllina fýra dagar á rað. Tað var í grundini har, at alt byrjaði fyri meg sum evange­ listur. Síðani havi eg ofta vitjað aftur í Før oyum, og eg elski Føroyar og føroy ingar. Eg havi nógvar stuðlar í Føroyum, sum bakka okkara virksemi upp. Hetta er sum, at gamal kærleiki – hann forgongur ikki so lætt. Gert tú tínar Føroyaferðir fyri at fáa eitt sindur av luft, tí tit hava fleiri ferðir verið í brennideplinum í Danmark? Mínar ætlar um at flyta úr Danmark steðgaðu endaliga, tá ið vit fingu seinastu ákæruna ímóti okkum um, at vit eru kvaksalvarar. Tá gjørdi av, at eg fór ongan veg við slíkum ákærum hangandi yvir høvdinum. Hetta er tað ynkiligasta, sum eg havi verið útsettur fyri. Ein prestur hevur eitt prestagjald at taka sær av, ein evangelistur hevur allan heimin sum sína sókn. Hvussu er munurin millum at vera evangelistur í Føroyum og aðrastaðni? Føroyar hevur eina langa kristna søgu, og søgan er ikki longri burtur, enn at før oyingar hava eina livandi trúgv. Dan mark hevur mist sína kristnu trúgv og síni kristnu virði. Danmark hevur verið rópt tað fyrsta fullkomiliga ógud i liga landið í heiminum. Um tú nevnir navnið Jesus Kristus í Føroyum, so merkir tað ikki, at tú skal innleggjast á einari lukkaðari deild. Sigur tú alment í Dan mark, at tú trýrt upp á Jesus Kristus, so rysta fólk við høvdinum og spyrja, um tað veruliga framvegis finn­ ast slík fólk. Men hví vitjar tú so ofta í Føroyum. Kundi tú ikki gjørt størri mun onkra aðrastaðni í heiminum? Vit eru eisini virkin við barnaheimi í Afrika, og eg havi verið í USA. Vit fara, at har fólk vilja hava okkum at koma. Í fjør høvdu vit tríggjar ferðir vekingar­ møti her í Føroyum, og tá møttu nógv fólk Jesus, so tí er tað natúrligt, at eg komi aftur hendanvegin. Hvat heldur tú um tær ákærur, sum eru settar fram ímóti tær í Danmark? Tá tær fyrstu ákærurnar komu fyri nógv um árum síðani, hevði eg eina stóra uppgerð við meg sjálvan, um eg skuldi halda fram við mínum arbeiði, tí tá fólk lúgva alt møguligt uppá tað, so rakar tað meint. Nú haldi eg, at tað fremur bara mína sak, at eg verði lagdur undir bæði eitt og annað. Meira fjøl miðl ar nir viðgera okkum, fleiri fólk koma til okkara møti og í viðgerð hjá okk um. Eg hevði ikki havt ráð at keypt so nógva umtalu í fjølmiðlunum, sum eg havi fingið púra ókeypis. Fjølmiðlarnir fara ikki at klára at køva meg. Øll tann nega tiva skrivingin styrkir meg bara. Roynir tú tilviltað at verða kontroversiellur? Nei, als ikki. Einasta ferðina, eg havi roynt at verið kontroversiellur, var fyrstu ferð, eg fleyg til Føroya. Tá vóru donsku biskoparnir umborð á flog far inum, tí teir skuldu til Føroya at hátíðar halda 1000 ára dagin fyri kristin­ dóminum. Samstundis var homofil­ lógin júst undirskrivað í Danmark, og biskop arnir høvdu fingið eitt sindur at drekka. Tá segði eg við ein journalist, at biskopparnir vóru sum kálkaðar gravir (tað er at verða svikafullur, red.). Eg hugsaði, at tú skuldi fara at skapa rok, men tað gjørdi tað als ikki. Eg havi ikki tilvitað roynt at verið kontroversiellur, men eg havi altið staðið fast við tað, sum eg trúgvi uppá. Hvussu hevur tú upplivað tað rokið, sum hevur verið um Evangelist? Fólk kenna meg aftur allastaðni. Men eg havi ofta ein kepp á høvdinum og royni at lata meg óhátíðarliga í, tá ið eg eri úti privat, so fólk spyrja meg onkun­ tíð, um vit hava gingið í skúla sam an. Tey ivast eitt sindur, hvaðani tey kenna meg. Men eg havi eisini upp livað, at fólk hava brotið rútar heima hjá mær, gjørt seg inn á bilin, steina eftir mær, spýtt eftir mær, enntá skotið inn ígjøgnum ein rút, og herfyri mátti eg binda tveir mans niður, sum vóru komnir inn á mína ogn at gera ónáðir. Børnini hjá mær hava eisini verið illa viðfarin í skúl anum, har onnur børn noyddu tey at drekka av einari pissurennu, tí teirra for eldur vóru kristin. Men nú ganga børn ini í einum kristnum skúla. Og tú ivast ikki í, at títt arbeiðið er vert alt hetta? Jesus sigur, at sæl eru tit, tá ið fólk lúgva uppá tykkum og háða tykkum fyri mítt navn skyld. Um tú stendur við boð skapin i Bíbliuni, so upplivir ‒ Eg kEnni nógv fólk, sum ganga høgt upp í tEirra FRælsi, mEn í grundini Eru tEy tRæliR av sínari girnd. trælir av pEngum, umtalu, skoringum og FRíuM sEx, sigur danski prædikumaðurin CHRistian HEDEGaaRD. hann kEmur við lEmjandi atfinningum ímóti liviháttinum í vEsturhEiminum, og vit spyrja hann Eisini um ákærurnar ímóti honum og hansara tRúaRFElaGssKapi. TrælIr aV frælsInUm Eg havi verið giftur í 21 ár, og tað er sama kvinna, sum eg fari í song við. Tað skuldi komið á forsíðuna á Ekstrablaðnum.