fríggjadagur 4. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 233 - 4. desember 2009
Økja heilsusamstarvið
Aftan á ein fund í Reykjavík í gjár millum íslendska heilsu
málaráðharran og grønlendska landsstýrismannin í heilsu
málum var semja um, at stórur áhugi er fyri at økja sam
starvið landanna millum innan heilsuøkið. Álfheiður Ingu
dóttur, heilsumálaráðharri, segði, at tað er heilt nátúrligt, at
grannalond samstarva. Hon nevndi í hesum viðfangi eisini
Føroyar og segði tað vera sjálvsagt, at londini kanna møgu
leikarnar fryri samstarvi innan heilsuøkið. Agathe Fontain,
landsstýrismaður, tók undir við at kanna enn størri
samstarv á heilsuøkinum, skrivar Morgunblaðið.
Vilja ikki hava svenska hjálp
Svenska løgreglan hevur boðið sær til at hjálpa donsku løgregluni
at halda skil á undir veðurlagsráðstevnuni, men danir vilja ikki
taka av tilboðnum. Tað undrar formannin í danska løgreglumanna
felagnum, Peter Ibsen. Hann sigur, at uppgávan á veðurlagsráðs
tevnuni er heilt greitt á markinum til tað, sum danska løgreglan
megnar. Tí skilir hann ikki rættiliga, hví leiðslan hevur víst sven
ska tilboðnum aftur. Sambært Politiken var svenska løgreglan til
reiðar at senda millum 400 og 600 svenskar løgreglumenn til
Danmarkar at hjálpa teimum donsku.
Tað stóðst ein
rættiliga harður
orðadráttur um
fíggjarlógaruppskotið
hjá Tórshavnar býráð
fyri 2010. Andstøðan
var rúkandi ósamd
í ætlanini at hækka
skattaprosentið við
einum stigi
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nakrir fáir pedagogar vóru
møttir
til
býráðsfundin
seinasta hóskvøld, mest fyri
at vita, hvat sagt varð um
frítíðarskúlan og niðursker
ingarnar í teirri játtanini.
Levi Mørk nýtti eisini høvi
til at spyrja um hetta sum
fyrsta punkt á skránni. Hann
vildi vita, hvat sparingarnar
og umleggingarnar í frítíð
arskúlanum merktu. Hann
fegnaðist tó um, at spar
ingarnar nú vórðu gjørdar
yvir tvey ár heldur enn eitt, tí
tað merkir, at sparingin í ár
verður 1,5 millión av teimum
tilsamans 2,87, sum skulu
sparast í alt.
Heðin Mortensen greiddi
frá, at tímar eru tiknir frá
frítíðarskúlanum og latnir
fólkaskúlan. við at fremja
sparingarnar yvir tvey ár
gevur tá bæði býráðnum og
frítíðarskúlunum luft og
stundir
at
fyrireika
umleggingina.
Levi Mørk mælti til at
taka upp samráðingar við
pedagogarnar um málið.
Síðani tók Sjúrður Olsen
orðið, og tað var byrjanin
til eitt hitað kjak um
fíggjarlógaruppskotið
hjá
samgonguni.
Hann gjørdi greitt, at
andstøðan undir ongum
umstøðum tekur undir við
at hækka skattaprosentið.
Hann gjørdi vart við, at
rakstuin varð vorðin alt ov
høgur og boðaði frá, at
andstøðan kemur við egn
um fíggjarlógaruppskoti.
Elin Lindenskov spurdi,
um tað var røktarheimið, ið
ikki skuldi byggjast, men
Sjúrður Olsen strikaði undir,
at tað var raksturin, ið var ov
høgur, ikki íløgurnar.
4.500 krónur á
hvørt húski
Jan Christiansen vísti á, at
tað var stuttligari at vera
jólamaður, enn at spara.
Hann segði, at tíðirnar eru
trongar, og at rakstuin er
vaksin 60% seinastu fimm
árini.
Tað merkir, at rakstra
rútreiðslurnar eru farnar úr
300 milliónum fyri fimm
árum síðani, upp í 500
milliónir í dag, segði Jan
Christiansen.
Hann segði tó, at øll
høvdu verið ov sløsutt at
ansa eftir pengunum.
Vit tóku lán í allarbestu
tíðum og vit hava sett gongd
í alt ov nógv í senn. Lat
okkum spara 30 av teimum
200 milliónunum, rakstrar
útreiðsurar
eru
vaksnar
seinastu fimm árini, segði
Jan Christiansen.
Hann vísti á, at við eitt
prosent hækkanini í skattar
posentinum leggur býráðið
4.500 krónur eyka oman á
hvørt
einasta
húski
í
kommununi.
Vit vóru skuldarfrí, men
fara nu at hava eina skuld á
200 milliónir. Tað merkir
rentur og avdrøg fyri 28
milliónir krónur, ið er nóg
mikið at byggja tríggjar
barnagarðar fyri, segði Jan
Christiansen.
Marin
Katrina
Frýdal
vísti á, at kommunan er
vaksin seinastu árini, bæði í
vavi og í fólkatali, umframt
at
tænasturnar
eru
so
ómetaliga nógv betri nú.
Umsitingin er styrkt
ómetaliga nógv og tað er
trivnaðurin í kommununi
eisini, segði Marin Katrina
Frýdal.
Hon vísti eisini á stóru
byggingarnar, ið far fram í
løtuni,
bæði
skúlan
á
Løgmannabreyt, skúlan á
Hamrnum
og
fimlekar
høllina í Gundadali.
Elin Lindenskov vísti á,
at lánið varð tikið til skúlan
á Harminum og til bygn
ingin, har býarbókasavnið
heldur til, hølir, ið framman
undan kostaðu kommununi
nógvar milliónir krónur í
leigu um árið.
Stórar íløgur
Heðin Mortensen segði,
kommunan bert fer at taka
200 milliónir krónur í láni,
men kundi uttan trupulleikar
tikið heilt upp til 600
milliónir. Samgongan hevur
sett loft á lántøkuna við 224
milliónir.
Hann vísti á allar út
byggingarnar og nýbygg
ingarnar, ið eru gjørdar
seinastu árini. Skúlan á
Løgmannabreyt, skúlan á
Argjum, nýggjan skúla og
ítróttahøll umframt lækna
miðstøð í Kollafirðibarna
garð og nýggja kloakkskipan
í Nólsoy og nýggja kloakk
skipan í Hesti.
Umsitingin virkar væl,
og kærur koma næstan ikki
fyri, nakað, ið annars var
rættiliga vanligt fyrr, segði
borgarstjórin.
Hann segði, at skatta
hækkanin útilokandi verður
gjørd fyri at fíggja Boða
nesheimið, og at tað ikki er
nakað mál í sjálvum sær, at
vera skuldarfríur.
Sjúrður Olsen strikaði
enn einaferð undir, at tað
var hækkanin í rakstrinum,
hann fíltist á.
Jan Christiansen minti
Heðin Mortensen á, at hann
undir
valstríðnum
legði
dent á, at tað bleiv ikki við
honum sum borgarstjóra, at
skattaprosentið
hækkaði,
og at bleiv ikki við honum
sum borgarstjóra, at taka
lán.
Heðin Mortensen svaraði,
at umsitingin hevði verið
ígjøgnum ymsar konti og
hevði spart 24 milliónir
krónur. Hann vardi seg ann
ars við, at íløguaktiviteturin
er so stórur, at tað var
neyðugt at taka lán, sum
vóru markað til skúlarnar.
Noktaðu at seta tøl á
Jákup Símun Simonsen øtað
ist eisini um ógvusligu øking
ina í rakstrarútreiðslunum.
Eg eri eitt sindur skelk
aður av, hvussu lætt tað
verður farið um almennu
pengarnar, pengarnar hjá
øðrum, segði Jákup Símun
Simonsen.
Hann heitti á borgar
stjóran um at byrja fíggjar
lógarviðgerðina nógv fyrri.
Heldur ikki var hann fegin
fyri hækkanina av skatta
posentinum.
Tað harmar meg at seta
skattaprosentið upp, og eg
vænti tað verður seinur
dagur, áðrenn tað veðrur
sett niður aftur, segði Jákup
Símun Simonsen.
Andstøðulimir
høvdu
fleiri ferðir á orði um at
skarva 30 milliónir av rakstr
inum, men teir vildu við vilj
na – søgdu teir – ikki seta
tøl á, hvar sparast skuldu.
Tað var ein samráðingar
spurningur, søgdu teir.
Sama var við Anfinn
Brekkstein, sum heitti á
býráðslimir um at hyggja
frameftir heldur enn at
dvølja við gamalt agg.
Síðani
var
farið
til
atkvøðugreiðslu, og fyrst
varð atkvøtt um broyting
aruppskotið hjá andstøðuni
um at spara 30 milliónir á
rakstrarútreiðslunum. Tað
fall við fýra atkvøðum fyri
og níggju ímóti. Síðani varð
uppskotið hjá meirilutanum
einmælt samtykt.
Harður orðadráttur um fíggjarlógina
Tað var stundum hitaður orðadráttur millum
andstøðuna og samgonguna. Brigdan um gamlar syndir
og hvør átti skuldina í hvørjum fuku tvørtur um borðini
Mynd: Leo Poulsen