fríggjadagur 4. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 233 - 4. desember 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
“Tú vart altíð har fyri okk
um” eru orð, sum nógv, ið
høvdu við Finnur Helmsdal
at gera kunnu játta viður
kennandi.
Hesi orð lýsa Finnur
soleiðis, sum vit komu at
kenna hann, sum okkara
leiðara á Føroya Barna
heimi. Í okkara ábyrgdar
fulla og tíðum torføra
starvið, var hann stólpin,
ið vit kundu hella okkum
til tá harðast leikaði á.
Samanrenningin av menn
iskjaligu og fakligu dygd
um hansara gjørdu hann
til eitt undangongufólk
innan arbeiðsøki – ein
leiðara. Hann gekk á odda,
tók brotasjógvar og við
nærlagni og skilið tók
hann fulla ábyrgd sum leið
ari. Hann hevði tær dygdir,
ið skulu til og sum krevjast
av einum leiðara í nútíðar
samfelagnum.
Greiður,
framsíggin og visionerur
sum fáur.
Finnur byrjaði sum leið
ari á Føroya Barnaheimi á
sumri í 2002. Stovnurin
var í broytingartíð og
skuldi so at siga byrja av
nýggjum, eftir at barnatalið
í nøkur ár var minka og
fleiri starvsfólk søgd úr
starvið. Myndugleikarnir
avgjørdu, at nýggja kon
septið fyri stovnin skuldi
vera, at umframt at verandi
Ungdómsdeild
skuldi
halda fram sum áður, so
skuldi stovnast ein Familju
deild og hesa drúgvu til
gongd fór Finnur við stór
um áræði undir hetta sama
summar.
Hann setti starvsfólk á
nýggju deildina og saman
við teimum starvsfólkum
sum frammanundan vóru,
fór hann við klárum mál
um og greiðari málrættað
ari ætlan í gongd við at
samantvinna og útbyggja
stovnin til at gerast til eitt
so gott tilboð til Barna
verndartænasturnar
runt
um í Føroyum sum yvirhøv
ur gjørligt. Bygningurin,
sum Føroya Barnaheim
heldur til í, trongdi eisini
til endurnýgging, og hesum
syrgdi Finnur skjótt fyri, tí
eftir hansara fatan og júst í
hansara anda, skuldu bú
og starvsfólk hava bestu
umstøður at búleikast und
ir fyri at trívast og menn
ast.
Við Finni á odda mentist
stovnurin almikið fyrstu
árini av hesum ártíggjinum
og stóð nú við hansar deyða
sum ein varði av fakliga
kompetentum og dugna
ligum starvsfólkum. Ein
varði, sum hann við sínum
ótroyttiliga dirvi og við
trúgv uppá altíð skuldu
vera í menning og dugnalig
gerðast. Hóast Finnur ikki
var tann, sum gjørdi hóva
sták burturúr sær sjálvum,
so hevði hann alla orsøk til
at vera errin av einum
stovni, sum hann hevði ver
ið við til at ment.
Sum leiðari vildi Finnur
menning. Hann var av tí
sannføring, at tvørfakligt
samstarv og eftirútbúgving
fyri starvsfólkini var veg
urin fram og arbeiddi hann
harútfrá.
Finnur kravdi nógv av
sær sjálvum sum leiðari
og
samsvarandi
eisini
nógv av okkum starvsfólk
um. Við síni lunu medferð,
humori og virðing fyri per
sónliga menniskjanum og
ikki bert professionellu
síðuni, upplivdu vit, at
hann var har fyri okkara
besta og ikki minst fyri
búfólkini á stovninum.
Hann dugdi sum leiðari
væl at vísa okkum álit við
at býta út uppgávur og
fylgja hesum upp.
At Finnur var góður við
móðurmálið, fingu vit eis
ini mangan at sanna, tí
hann gekk ógvuliga høgt
uppí, at okkara skrivliga
arbeiði skuldi gerast dygd
argott og vera á góðum før
oyskum máli.
Illsintur var hann sum
fáur, men um hann føldi,
at hann hevði órættað onkr
an, var hann ikki hástórur
og stoltur, men bað tey um
umbering, ið høvdu staðið
fyri skotum. Vit vistu altíð
hvar vit høvdu Finnur sum
leiðara.
Opin,
erligur,
greiður í orð og talu og við
tí í hyggju, at vit skuldu
vera við til, at gera livilík
indini so góð sum gjørligt
fyri tey, sum vit vóru um
og teirra nærmastu.
Við tær fór so nógv Finn
ur og vit eru sannførd um,
at alt okkara arbeiðsøki,
sum eitur børn og ung, og
sum tú brendi so nógv
fyri, ongantíð hevði komið
so illa fyri sum tað nú er
komið, um tú enn var á lív
ið. Tú var nevnliga garant
urin fyri, at hesi børn og
foreldur teirra altíð skuldu
hava bestu umstøður og
tænastu, tá ið galt um
stovnspláss og liviumstøð
ur annars.
Tú fór aldrin uppá krom
promis, tá talan var um
tørvin hjá nøkrum børnum
ella familjum teirra. Tordi
at tala teirra søk, eisini tá
harðast leikaði á. Kempaði
fyri rættvísi og trivnaði fyri
øll og líka so lítið bangin
sum tú var fyri at missa
atkvøður á politiska víðvøll
inum, líka so lítið bangin
var tú fyri at verja tann ella
tey, sum av eini ella aðrari
orsøk vóru komin illa fyri í
lívinum. Tú var sannur í
tínum virðum.
Við tær hava eisini tey
veikastu og tey við vána
ligum livikorum í føroyska
samfelagnum
mist
sín
stólpa og sína rødd. Tú
trúði upp á tey og tey upp
á teg. Tú ert ein ímynd av
næstrakærleika.
Takk fyri tín leiðaraskap
Finnur. Tínar dygdir og
menniskjaligu virðir liva
víðari á okkara stovni. Takk
fyri alt tú kempaði fyri. Tú
bygdi varðar. So ómetaliga
nógv liggur eftir teg, sum
er vert hjá okkum øllum at
kempa fyri víðari.
Góðu Jórun, Olga, Mikkj
al, Samson, Olivur og lítli
Finnur hann var so stoltur
av tykkum. Hann tosaði
nógv um tykkum, og tað
var týðiligt fyri okkum,
hvussu nógv tit fyltu í hans
ara hjarta. Má Harrin
styrkja tykkum í sorgini og
sakninum eftir hesum edi
liga menniskja ið mest av
øllum var tykkara.
Ærað verður minnið um
leiðara
okkara
Finnur
Helmsdal.
Starvsfólk á Føroya
Barnaheimi
Til minnis um leiðara okkara
Finnur Helmsdal
f: 20.04.1952 · d: 05.12.2008
9. november fingu Bára Svabo Samuelsen og Leivur
Persson, Amager, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3822 gr.
25. november fingu Ann og Andras Davidsen, Miðvág
ur, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4500 gr.
26. november fingu Birna Henriksen og Jákup
Haraldsen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3500 gr.
26. november fingu Annika og Sámal Soll, Hvalvík,
eina dóttur. Hann var 49 cm langur og vigaði 3050 gr.
26. november fingu Elin Ludvig og Flemming Foget,
Tureby, Danmark, ein son. Hann vigaði 4030 gr. og
var 54 cm langur.
27. november fingu Heidi B. Larsen og Tommy
Falkenberg, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 4150 gr.
27. november fingu Irdi Strøm og André Heini
Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3450 gr.
28. november fingu Susie Leo og Olav Guttesen, Tórs
havn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3300 gr.
29. november fingu Iben K.S. Feaborg og Regin
Feeborg, Saltangará, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 4250 gr.
30. november fingu Vivian og Wilhelm Sjóðklett,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3650 gr.
30. november fingu Sasichan og Uni Mortensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
4650 gr.
1. desember fingu Joan Djurhuus og Sune Dam
Frederiksen, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3950 gr.
1. desember fingu Mildrid Einarsdóttir og Hanus á
Lógv, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og
vigaði 4200 gr.
20. november fingu Beinta og Havstein Klein, búsitandi í
Tanzania, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3300
gr. Á myndini saman við saman við systkinunum Dinu (8)
og Lassa (6)
Føðingar
Tann 27. november 2009
fekk Eirikur Heðinsson
Mortensen, Tórshavn,
prógv sum cand.it, ella
Master of Science in
Information Technology,
frá ITUniversitetinum í
Keypmannahavn.
Prógv
Dagurin
4. desember. Barbara, deyð umleið ár 300. Halgisøgan
sigur, at tann vakra gentan varð vorðin kristin, og
heidni faðir hennara stongdi hana inni í einum torni.
Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda læt faðirin
sjálvur hana hálshøgga. Navnið er grikskt og merkir
fremmand.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)