fríggjadagur 4. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Vit eru uppi á stóra posthúsinum á
Óðins hædd, og tað er byrjað at lýsa
hendan góða heystdagin. Bjarki Poulsen
og hini eru liðug at skilja post, og nú er
kur érin við at lasta bláa Citroen bilin,
har tað stendur Posta Heima á síðuni.
– Hvar er onkur av búrmonnunum.
Eg havi eitt annbefalað bræv, sum skal
skrivast inn.
Alt má koma í rættlag, áðrenn vit
fara út í bilin.
Vit seta okkum inn í lítla bilin við
pakkum aftanfyri. Bjarki bindur seg
ikki í seðla. Postmenn eru nevniliga
undan tiknir í ferðslulógini, tá teir fara
út við pakkum og brøvum.
So fara vit, og Bjarki byrjar at greiða
frá.
– Tað er blivið nokk so nógv um
skip að, so nú eri eg kurér og koyri mest
við anbefalaðum brøvum, pakkum og
so eru tað summi, sum framvegis vilja
hava postin um morgunin, greiðir hann
frá um fyrru vaktina hjá kurérunum,
sum skifta ímillum morgunvakt og
kvøld vakt aðruhvørja viku.
Legðist uppi
Seinastu seks árini hevur Bjarki starvast
hjá Postverkinum, og nú vit eru komnir
út í Vesturbýin, har kurérurin hevur
sína rutu, greiðir hann frá, hvussu tað
ber til.
– Eg sigldi sum navigatørur, men so
byrjaði tað at ganga eitt sindur verri í
parlagnum og tí fór hann í land. Heilt
til vildarligt endaði tað við, at eg bleiv
post boð.
– Stutt eftir bleiv eg so einsamallur
pápi, og tá var tað gott at vera postboð,
tí so hevði eg tíð til børnini eisini, greið
ir Bjarki Poulsen frá.
Hann eigur trý børn. Tveir synir
og eina dóttir, sum eru 11, 7 og 5 ára
gom ul.
– Hóast eg kom upp á land og bleiv
postmaður, so hevði tað ikki borið til at
verið um børnini, um omman og fam
iljan annars ikki hjálpti væl til, sigur
pápin, og staðfestir, at hann ikki angrar,
at hann legðist upp á land, hóast hann
upp runa liga roknaði við, at lív hansara
fór at vera á sjónum.
Jólamánaður
Vit eru steðgaðir. Standa uttanfyri
goymsl una hjá Landssjúkrahúsinum,
sum skal hava nógvar pakkar. Bjarki
fer nær um húsvandur inn eftir einum
vogni, sum hann byrjar at leggja pakkar
uppá.
Tá hetta er liðugt fara vit inn á
goymsl una, har meginparturin av
pakkunum til Føroya størsta arbeiðs
pláss koma.
Har stendur ein maður. Hvítur frá
topp til tá. Hann hyggur, hvat hospitalið
hevur fingið.
– Ná. Onkur er svangur, flennir hvíti
maðurin, nú hann leggur til merkis, at
ein karamellueskja er millum pakk
arnar.
Men tað er eisini ringt at koma
uttan um, at vit eru komin inn í jóla
mán aðin, og tað tyngir byrðuna hjá
starvs fólkunum á Posta.
– Tað byrjar spakuliga at merkjast
á mongdini á pakkum, at jólini koma
skjótt, men tað verður ikki fyrr enn
um hálvan, at tað veruliga fer at
merkjast.
– Føroyingar uttanlands eru ikki
nógv øðrvísi enn føroyingar í Føroyum.
Vit bíða altíð til seinastu løtu við
jólagávunum, flennir Bjarki.
Alt á køksborðinum
Nú eru vit komnir ordiliga út á Argir.
Inn skrivaða brævið, sum manglaði eina
undirskrift í morgun, skal latast í eini
hús. Men tað er myrkt inni.
– Hon plagar at vera heima, men
tað er ikki meira enn tað loysir seg at
fara inn, sigur kurérurin, sum rættiliga
skjótt lærdi at finna ymisku krókarnar
í býnum.
Ongin var inn í húsunum, so brævið
kemur aftur í bilin.
– So verður tað kollegin seinnapartin,
sum kemur aftur her við brævinum,
held ur Bjarki fyri.
– Tað er ikki so vanligt longur, men
tað kemur enn fyri, at vit verða bodnir
inn til ein kaffimunn. Men tíðin er nokk
farin frá tíð.
Nú vit eru á køksborðinum, má
eg sjálv andi spyrja um tænastuna
Posta heima, sum einaferð varð kallað
fantast isk, tí so kann mann orðna alt
á køks borð inum. Kurérurin kemur
nevniliga inn til fólk, sum hava ørindi
við Posta.
– Ja. Tað riggar øgiliga væl. Serliga
eldri fólk fáa gleði av tí, tí tað kann ofta
blíva langt á posthúsið. Eg tosaði við
ein eldri mann í býnum í seinastu viku,
sum helt tað blíva dýrar rokningar, um
hann skuldi hava hýruvogn, hvørja ferð
ein rokning skuldi rindast, sigur Bjarki
Poulsen, og staðfestir, at Postaheima
vindur meira og meira upp á seg.
Fyrraparturin er farin at halla, og tað
er blivið ordiliga ljóst úti. Bjarki setir
meg av á Óðinshædd og eg seti meg
inn í bilin hjá Sosialinum, og bindi meg
væl og virðiliga í trygdarbeltið, meðan
kurérurin – sum slepti navigatørlívinum
fyri børnini – fer víðari við pakkum og
posti.
BJarki PoulsEn var stýrimaður hjá einum norskum reiðaríi, men tá Bjarki
Bleiv skyldur frá konuni legðist hann uppi og gjørdist postmaður hjá
táverandi postverki føroya fyri at kunna vera saman við Børnunum.
nú eitur postverkið posta, og Postmaðurin er Blivin kurér
Bleiv postmaður
fyri børnini
Aðru hvørja viku møta kurérarnir hjá Posta klokkan 6 um morgunin og eru lidnir
klokkan 14, og hina vikuna hava teir seinnapartsvakt, sum endar seint á kvøldi. Bjarki
Poulsen hevur hesa vikuna fyrrapartsvakt og er við at lasta postbilin til fyrrapartin
myndir: Jens Kristian Vang
til arbeIðIs
arbeiðspláss: Posta á Óðinshædd
starv: Kurér
besta við starvinum: At sleppa út
og at tað er fjølbroytt
ringasta við starvinum: At koma seint
heim klokkan 21 aðruhvørja viku, tá mann
hevur smá børn
størsti dreymur við starvi:
At arbeiðistíðirnar verða eitt vet betri
størsta frambrot:
At kurértænastan er komin
starvstíð: Seks og eitt hálvt ár
lívsstarv: Tað kemur at vísa seg, men ofta
vera fólk verandi hjá Posta
starvsfólk: Umleið 240
sett á stovn: 1870,
men bleiv føroyskt í 1976
staður: Óðinshædd 2 í Tórshavn
stjóri: Sofus Clementsen
fakta Bjarki poulsen
Vit føroyingar bíða altíð til
seinastu løtu við jólagávunum