fríggjadagur 4. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2009
15
Dagurin í dag, 4 des. 2009, er ein dagur,
ið leiðir tankarnar til tín, góða Ingrið, tí
tú hevði fylt 50 ár, og nú bindiklubburin
er samlaður, kennist tað sera tómligt, at
tú ikki er ímillum okkum longur.
Tað er við sorgblídni, at vit í kvøld sita
og fyrireika tann árliga jólahugnan við
pakkaspæli, ið vit plaga at hava seinasta
mánakvøld, áðrenn vit fara í jólafrí, og
sum okkum dámar serstakliga væl, og
var hetta ein partur av tí, sum tú plagdi at
verða við til at fyrireika.
Ingrið var lívsglað og var altíð við til
bæði gaman og álvara. Ingrið var altíð
við upp á alt, var glað og positiv, stuttlig
og hittinorðað sum fáur. Oftast var tað
hon, sum fekk okkum avstað til ymisk
tiltøk, so sum sjónleikir, konsertir, dansir
og annað, og var tað bara hjá okkum at
siga hvør skuldi við. Var tað okkurt sum
Ingrið ikki tímdi, segði hon eisini frá.
Ingrið var áhugað í ymiskum, millum
annað hondbólti, føroyskum dansi og
aðrari føroyskari mentan.
Fleiri mánakvøld hava vit í bindiklubb
anum roynt at sett orð á, fyri at skriva
nakrar reglur, men hevur hettar verið sera
trupult. Ikki tí at vit ikki hava funnið orð,
men harafturímoti er nógv sum kundi
verið skrivað.
Eitt, sum lá Ingrið tættast at hjarta,
vóru genturnar og ommubørnini, og er
tað ikki smávegis, sum hon hevur latið úr
hondum til teirra.
Góði Jóhan Pauli, saknurin hjá tær og
tykkum má verða stórur, og ikki minst nú
tað stundar til jólar.
Við hesum fáu orðum, vilja vit lýsa
frið yvir minnið um vinkonu okkara
Ingrið
Tey renna skjótt tey stuttu ár,
Til heim tú manst mær boða;
Og eftir vetur kemur vár
Við sól og fjallaroða
Bindiklubburin
Minningarorð um
Ingrið Hammer
f. 4.12.59 - d. 30.7.2009
Kendi
havnarmaðurin,
Jóhan M. Restorff, millum
manna ofta nevndur »Jóhan
á Hafnia«, er nú komin
fram til »støvets år«.
Onkur hevur sagt, at
Johan man vera eins kendur
uttanlands, tí arbeiðsøki
hansara
gav
honum
samband við ótrúliga nógv
fólk, gestir á Hotel Hafnia,
heimafólk og útlendingar
og ivaleyst eigur hann
nógvar kenningar í Føroyum
og úti í heimi.
Frá 1. januar 1960 til 1.
januar 2005, tá P/f Hotel
Hafnia kom á aðrar hendur,
hevði Johan tey flestu árini,
saman
við
pápanum
Christian DahlRestorff og
beiggjanum M.C., leiðsluna
á Hafnia. Eitt samstarv,
sum var fyrimyndarligt.
Seinastu tvey árini áðrenn
eigaraskiftið, bleiv sonurin
Martin undirstjóri, og varð
hann pápanum ein góður,
hollur samverka og fak
maður, sum gav virkinum
nýggjan íblástur.
Hafniamenninir høvdu
sum stavnhald at hava góða
tænastu, góðsku, trivna,
røkiskap og framhaldandi
ætlanir um endurnýggjan
og at hækka støðið, bæði á
hotel og matstovuvirksem
inum. Hetta kundi bert
eydnast við hjálp frá dugna
ligum, fakligum og áhugað
um starvsfólkum. Mong
um landið alt minnast tíð
ina, tey stríddust á Hafnia.
Afturat hotelvirksemin
um tók Johan m.a., saman
við øðrum ábyrgd sum
nevndarlimur
í
Føroya
Ferðamannafelag, Gistinar
húseigarafelagnum og Fel
agnum Tórshavn (Kunning
arstovan).
Hann gjørdi sær stóran
ómak, persónliga, at hava
samskifti við ferðastovurnar
í Danmark og vitjaði »Vest
nordenmessurnar« í Før
oyum, Danmark, Íslandi og
Grønlandi, tey árini hann
stóð við róðrið.
Joahn er eingin »reypari«,
men stillisliga og brosandi
hevur hann virkað og stríðst
fyri tí, hann stóð fyri og
hevði ábyrd av innan og
uttanfyri »diskin«. Lívsverk
hansara var meira enn eitt
arbeiði, heldur gjørdist tað
ein liviháttur.
Johan er giftur Esther,
ættað úr Fuglafirði, og hev
ur hon, saman við systrum
hansara, Kirsten og Birgit,
lagt orku sína í arbeiðið á
Hafnia. Esther hevur gjøg
num árini verið honum ein
tryggur stuðul, og børn og
heim teirra avspeglar, at
hon er ein góð mamma og
konubrot, hóast heilsan av
og á hevur bilað.
Esther og Johan giftust í
Nykøbing F (San Valentines
day) 14. februar 1959. Tá
arbeiddu bæði á Hotel
Baltic, Nykøbing F. Tey
fingu fimm børn. Í 1959
fingu tey Christian, sum
Harrin tók heim í 1965,
bert 5 ára gamal. Í 1961
fingu tey ein son, sum bar
hjartabrek, og bert livdi í
tríggjar dagar. Í 1963 fingu
tey Katrin. Hon er í dag
avloysari á eldrastovni í
Havn. Í 1967 fingu tey Jan.
Hann er í dag kendur mat
stovuleiðari í Danmark, og
í 1976 fingu tey Martin.
Hann starvast í Eikbanka í
Havn.
Hóast Esther og Johan
hava verið á »fíggjarlógini«
nøkur ár, ganga tey dagliga
saman hond í hond, og sjón
ligt er, at tey eru góð og
stuðla hvørjum øðrum í trú
festi og kærleika. Tey eru
ríkað av 11 barnabørnum,
sum tey elska og gleðast
saman við.
Johan hevur frá barni av
havt sína gongd í Ebenezer
í Havn, og tá hann var
umvendur í 1955, bleiv
Ebenezer heimasamkoma
hansara. Hann hevur í mong
ár sungið í Ebenezerkórin
um, og enn í dag roynir
hann seg í Manskórinum.
Sum yngri kom hann í
fyrstu nevndina fyri Kristna
stovu á Amager, og enn í
dag er hann partur av nevnd
ini. Komandi ársskifti hev
ur hann sagt seg úr nevndini,
fyri at loyva yngri »kreft
um« at sleppa framat.
Vit ynskja Johan hjarta
liga tillukku á degnum við
ynski um Harrans signing
yvir hann, Esther og teirra
kæru komandi tíð. Tey eru
burturstødd 6. desember,
men tankar okkara fylgja
teimum, har tey ferðast.
Vinir
Heilsan á føðingardegi
Johan M. Restorff 70 ár
- 6. desember 2009
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
honum æru, tá ið kæri maður, pápi, verfaðir, abbi
og langabbi okkara
Tórleif Joensen
* 25.11.1923 † 22.10 2009
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til
við jarðarferðini. Tøkk til Sverra Steinhólm, prest,
fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar,
urguleikara, sangarar og kórið Cantabile
fyri vakra sálmasangin.
Tøkk til heimasjúkrasystrarnar, ið vóru um hann
hetta síðsta árið, og tøkk til starvsfólkið
á Landssjúkrahúsinum.
Hjartans tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og fyri
hjálp og stuðul til jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, og gravara og til
Hannis fyri vakran sang í kirkjuni.
Jenny, Jónleif, Eyðbjørg og Kaj
Óli Eiler Wolles, ættaður av
Trøllanesi,
búsitandi
í
Klaskvík, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum
mikudagin,
72 ára gamal. Farið verður úr
kapellinum
á
Klaksvíkar
sjúkrahúsi fríggjakvøldið kl.
18. Jarðarferðin verður úr Bet
esda sunnudagin kl. 13.30.
Kistan við Ullu Aakjær,
Tvøroyri, fer úr kapellinum
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi
fríggjakvøldið kl. 18. Jarðar
ferðin verður leygardagin kl.
13 úr Tvøroyrar kirkju. Sung
ið verður úr sálmabókini.
Tummas Joensen, ættaður
úr Nólsoy, búsitandi í
Havn, andaðist í heimi sín
um, týsdagin, 75 ára gamal.
Farið verður úr Landssjúkra
húskapellinum leygardagin
kl. 16. Jarðarferðin verður
úr Vesturkirkjuni sunnudag
in kl. 13.
Jákup Hansen, Klaksvík,
andaðist í Århus hósdagin
26. november, 55 ára gamal.
Bønarhald verður í kapell
inum á Århus Kommune
hospital, Peder Sabroesgade
18A, fríggjadagin kl. 14.
Olga Guttesen ættað úr
Vági, búsitandi í Tórshavn,
andaðist í heiminum týsdag
in, 74 ára gomul. Bønarhald
verður í Landssjúkrahús
kapellinum fríggjadagin kl.
18. Jarðarferðin verður úr
Kirkjugarðskapellinum leyg
ardagin kl. 13.
Jan Larsen, Ebeltoft í
Danmark, andaðist í heimin
um sunnudagin, 46 ára gamal.
Tey, ið vilja minnast Jan,
kunnu lata børninum eina
gávu. Konta í Eik, 155.663.2
Andlát og
jarðarferðir
nøvn