Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 15 VIKUSKIFTI Multitaska Hendan palestinska kvinnan klárar bæði eitt og annað. Eitt er, at hon hevur tvær sekkir av oliven á høvdinum. Hon hevur enntá orku til at heilsa upp á eina aðra kvinnu, sum hon kennir. Myndin er tikin á gøtuni í bygdini Qabalab á Vestara áarbakka. Størsta vanlukkan í Føroya søgu er kristindómurin, ella religión yvirhøvur fyri ikki at útihýsa nøkrum. Næststørsta vanlukkan er, at løgtingið varð endurreist. Er løgtingið ein vanlukka? Jú, men er fólkaræði ikki heimsins besta stjórnarskipan, ella tann minst vánaliga, sum tey varnu og eitt sindur ivingarsomu plaga at taka til? Jú, kanska er demokrati gott í framkomnum londum, har sum politikarar – og veljarar – klára fólkaræði. Har sum fólkið er búgv ið til at hava ræðið, sum fólk billa sær inn, tey hava í einum fólka ræði. Men ikki í tilafturskomnum londum, har sum politikkur er tvætl og hvør einasta atkvøða fer til spillis. Eg plagi at biðja fólk, sum spyrja, hvat bagir føroyskum politikki, lurta ein hálvan tíma, tað er ivaleyst, eftir einum løg­ tings fundi, og tey fata, hvat eg tosi um. Tú finnur ikki tveir politikarar í Føroyum, sum eru samdir longur enn tvær vikur. Hvat er so at seta í staðin? Nei, ikki kaos. Kaos er júst tað, sum vit hava. Eg havi skrivað tað fyrr, í fjør einaferð. Yvirskriftin var ikki demokrati men »Idioti.« Neyvan nakar las tað, so eg kann endurtaka tað her. Vit eiga at biðja ST, ella fáa Danmark okkara vegna at biðja ST tilnevna trý fólk, nei, tríggjar kvinnur, væl útbúnar og gløggar og reiðiligar kvinnur, sum hava orku til annað enn børn og ommubørn, at stýra Før oyum. Ein kann vera úr Kina, ein úr USA og ein úr Fraklandi til dømis. Men í hvussu so er úr trim um heimspørtum. Og strika lands stýri, løgting og fólkaræði. Einaræði, diktatur, er eitt orð, sum smakkar illa hjá teim um flestu. Ella oligarki, fámanna­ veldi, fákvinnuveldi. Og ikki av ongum, men av ringum royndum, søguligum og aktuellum. Men eingin sigur, at einaræði ella fákonuveldi av sær sjálvum er óreint. Sumt fær ein dóm, ofta av órøttum, og sleppur ongantíð av við hann aftur. Til dømis tá føroyingar sluppu at bryggja annað øl enn maltøl, jólaøl og pissøl, fekk onkur skræp una av gulløli, segðist, eitt leygar kvøld. So var tað ølið dømt í all ar øldrekkandi ævir. Eingin fekst at drekka júst hetta ølið, uttan einki var, tí tað rann skjótt gjøgnum hin endan. Sjálvt um hetta ølið var líka gott ella vánaligt sum alt annað før­ oyskt øl tá. Neyðars maðurin, sum noydd­ ist at sita á bukkuni alla náttina, er vorðin sjúkur av onkrum øðr ­ um enn ølinum. Men ølið var dømt. Ein annar dómur er, at eina­ ræði er ræðuligt. Tann dómin appelleri eg við tí pástandi, at tað er eingin natúrlóg, at einaræði ella fákonuveldi er ringt. Atgerðarloysið hjá føroyskum politikarum, ongar tíðarfreistir, sum halda, ongar avtalur, sum halda, einki dirvi til at taka illa dámdar avgerðir prógva, at demo krati er ikki fyri stutt á leið kom in lond. Endaleysa tosið um nýval longu ein mánað eftir val. Gamaní er eitt ástøði, at fólk hevur teir politikarar, sum tað hevur uppiborið, tí fólk velja sjálvi. Men føroyingar hava hóast alt annað uppiborið. Júst tað, tríggjar kvinnur, takk. Kvinnur eru skilbetri enn menn, ikki so valdsgraðar, ikki so korruptar sum menn, kvinnur hugsa um annað enn fisk og berg hol og kvinnur vita, at aðrar bøkur eru skrivaðar enn Bíblian. Sleppið okkum sum skjótast av við løgting og landsstýri og øll hasi valini, tey flestu í ótíð, so eitt nú tíðindafólk kunnu gera okkurt skilabetri enn at dyrka ósemj ur millum politikarar. Nógv liggur á láni. Einaræði, takk! Einaræði takk! UmaftUrafturum Høgni djurHuus Í búskapi ella íløgum? Føroyar bukaðu Ísland Kringvarp.fo Ættleiðing? Nýggjur gentuhandil Dimma Heldur ikki hann Løkke vil ikki svara Hoydal Kringvarp.fo Ótrygg koyring Tunlar: Stýra í blindum Dimma Útvarpið setir liðið Símun Joensen hevur skrivað undir sáttmála við B36. Sostatt hevur B36 langt um leingi funnið ein avloysara til plássið á vinstra bakki. Kringvarp.fo Barnagentan má gjalda Hóast hann bara steðgar nakrar tímar, fer tað at kosta danska ríkiskassanum einar 50 milliónir krónur, at Barack Obama kemur til Keypmannahavnar. Olivant.fo Nú skal kríggið vinnast Mary í Afghanistan Dimma Heilt erligt, hvar eru nissuhúgvurnar? Ójólalig kringvarpsleiðsla John Johannesen í viðmerking ranga í strúpan Snýs tær, baby! Teir eru so lekkrir og deiligir, at teir kunnu ikki lata verða við at happa hvønn annan, tá ið teir vinna. Hendan mindin er tikin í Havan, har stórir og brúnir menn kappast í einari bodybuilding-kapping. Og tá mann vinnir, so kann mann av álvara vísa seg sum ein rættan mann og biða hinar menninirar fara heim til mammu sína. ikki frítt fyri, at onkur av teimum vælvaksnu monnunum hevur hug at lippa. Øðrvísi innlegging tað ljóðar helst meira drama­ tiskt, enn tað í veruleik anum var, tá ið Sosialurin fyri nøkr­ um vikum síðani skrivaði um eitt óhapp og eina innlegging á Landssjúkrahúsinum. Ikki tí, tað kann verða, at vit royna at misskilja við vilja – men lat okkum so bara gera tað. Sosialurin skrivaði soleiðis: Ein maður á motorsúkklu var sunnukvøldið lagdur inn á Landssjúkrahúsið, eftir at hann hevði rent á ein bil. Vit mugu bara siga, at tað ivaleyst hevur verið ein øðrvísi innlegging, tá ið maðurin – á motorsúkkluni – varð lagdur inn. tað hevði ivaleyst verið lættari, um motorsúkklan var løgd til viks, áðrenn hann varð innlagdur – men kanska var orðingin í Sosialinum bara eitt sindur óheppin. myndIr: pOlfOTO