fríggjadagur 4. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 233 - 4. desember 2009
Tað kom okkum, ið kendu Tummas
Joensen í Heiðriksstovu, dátt við at
hoyra, at hann so bráddliga 2. desem
ber legði árarnar inn. At leggja árarnar
inn er rætta myndin at nýta, tá ein lítur
at lívsleiðini hjá Tummasi, tí hann var
dasti av vaksnamannalívi sínum í báti
og við skipi.
Tummas í Heiðriksstovu var nólsoy
ingur, f. 8. november 1934. Sonur Val
borg Debes úr Kollafirði og Jógvan
Joensen i Heiðriksstovu í Nólsoy.
Tummas vaks upp í Heiðriksstovu,
sum elsti sonurin í einum barnaflokki
á 9 børn. Aftrat kann nevnast at fleiri
av ættarfólkunum í Kollafirði stundum
vórðu rættiliga nógv og leingi í Heiðr
iksstovu. Ja, onkur teirra vaks upp í
Heiðriksstovu, so mangan vóru nógvir
munnar at metta í húsinum. Hetta tykt
ist ikki at bila, tí hjartarúmið var stórt í
Heiðriksstovu. Eisini var Heiðriksstova
stórt óðalshús við neytum og tí, ið fekst
úr haganum og úr sjónum. Veiðumenn
hava heiðriksstovumenninir altíð verið
og skilamenn á sjógv. Við báti teirra,
nevndur Prestur, var mangur gyltur
fongurin drigin av grunni.
Í hesum umhvørvi vaks Tummas
upp. Hann tók til sín alt tað besta ein
stór kjarnufamilja, ið var grundfest í
føroyskari mentan, hevði at bjóða,
bæði andaliga og handaliga. Heiðriks
stovu stólarnir í kirkju og til møtir í
Missiónshúsinum
stóðu
ongantíð
tómir. Hetta varð lagt niður í Tummas
og syskini, og henda førning hevði
Tummas alt lívið innanborða, sjálvt
um hann flutti av bygdini.
Tummas byrjaði vaksnamannalívið
á sjónum. Hann fór til skips á ungum
árum, og trúgvur sum hann var, var
hann bert til skips við tveimum skip
um, áðrenn hann fór á Sjómansskúlan,
har hann tók stýrimansprógv. Sum
fiskimaður sigldi Tummas mestu
tíðina við Elsu av Toftum, ið Hans
Jacobsen í Norðastovu átti og førdi.
Var eisini við Grønlandsfarinum, ið
bygdarmaðurin Tummas hjá Klæminti
í Nólsoy førdi.
Eftir lokið stýrimansprógv í 1960
fór Tummas út at siga við DFDS.
Sigldi eisini við skipum hjá Skipafel
agnum til hann fór í land. Sum heima
maður arbeiddi hann hjá Meiarínum.
Fyrst saman við verðfaðirinum,
Edvardi Lindenskov, og so einsamall
ur til fyritøkan legði niður virksemið.
Seinasta starvið, sum Tummas hevði,
var innan flakavinnuna á landi. Á
Bacalao virkaði hann til hann náddi
eftirønaraldur.
Lyndiseyðkenni Tummasar var trú
skapur móti næstrafóki og bygdarfólki,
og tí sum hevði týdning fyri Nólsoy.
Hann gleddist um alt, sum var bygdini
at frama. Hann fylgdi við áhuga,
hvussu bygdin og bygdafólkið hevði
tað. Hevði mangan á munni, tá vit
sóust: Er nakar nólsoyingur á hospital
inum.
Tummas vitjaði nevniliga fegin teir
nólsoyingar, sum vóru innlagdir
vegna sjúka. Persónliga sýndi hann
mær gleði, takksemi og virðing við at
koma til framløguna av bókaverkinum
Nólsoy – Søgubrot og fólk, ið eisini
var seinasta bókin, hann hevði í hond
um. Tummas hevði eitt stórt hjarta
fyri tí, hann sum unglingi fekk úr
Nólsoy, og hann nýtti eitt hvørt høvið
at sýna bygdini og tess fólki virðing
og tøkk.
Nú Tummas í Heiðriksstovu hevur
lagt árarnar inn vil eg minnast hann
við takksemi móti mær og ættarfólki
mínum og tí, vit vóru felags um: Kær
leika til heimbygd okkara Nólsoy.
Friður verði við minninum um
Tummas í Heiðriksstovu.
Egon Hansen
Tummas í Heiðriksstovu
til áminningar
Nú er ein tíð fráliðin síðani
Hilmar
andaðist
aftaná
drúgva og álvarsliga sjúku.
Hilmar byrjaði longu sum
14 ára gamal sum gravari
hjá telefonverkinum, fyrstu
árini sum tímaløntur og
síðan í føstum starvi. Seinni
aftur varð Hilmar formaður
fyri alt kaðalarbeiði í Suður
oynni.
Í 1968 kom eg sjálvur í
starv hjá telefonverkinum,
og skjótt hittust vit, tá ið eg
ferðaðist har suðuri saman
við Svend á Grundini, kaðal
meistara.
Hilmar var nærlagdur
sum fáur, og tað man verða
honum at takka fyri, at
kærur um telefon vóru
ókendar har á oynni.
Sjálvur tók hann altíð lut
í arbeiðinum bæði sum grav
ari, at skoyta kaðalar og at
dagføra øll kaðalskjøl.
Arbeiðið fór fram bæði í
bleytum haga og í hørðum,
asfalteraðum vegi, og eyð
kent fyri Hilmar so evnaði
hann til bæði spaka og haka
til bleytan haga og harðan
veg.
Hjá einum og hvørjum
televeitara er kaðalskipanin
nógv tann størsti íløgupart
urin. Tí er góðskan av hes
um avgerandi fyri televeitar
an. Við góðum viðlíkahaldi
og skynsemi er netið beina
grindin í einum vælvirkandi
samskifti. Hetta verður ofta
gloymt, tí netið liggur fjalt í
jørðini.
Her slóðaði Hilmar fyri
ikki einans í tí dagliga; men
við nýhugsan. Allastaðni
rundan um okkum er ein
partur av kaðalnetinum eis
ini kaðalskáp har nógvar
umkoblingar fara fram í øll
um veðri. Í okkara veðurlagi
eru hesi skáp ikki vælegnað.
Her kemur Hilmar við slóð
brótandi
hugskoti,
sum
hann eisini sjálvur setti í
verk. Verkfrøðingurin Eivin
Hansen, sáli, og eg viður
kendu hansara grundgeving
ar og komu hansara kaðal
hús at verða bygd um alt
landið. Talið man tátta í
eitthundrað tilsamans.
Inni í hesum smáttum er í
dag ikki einans kaðalútgerð,
men eisini telduútgerð, so
allir felagar kunnu fáa sama
tænastustøði um alt landið.
Seinasta tíðin hjá Hilmar
var tung at bera við pínu
fullari sjúku. Hann varð 67
tann 4. mei 2009.
Dagurin varð hildin á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, har
starvsfólkini gjørdu alt fyri
at løtan var hugnalig og
virðilig.
Næstrafólk
og
gamlir starvsfelagar frá tele
fonverkinum vóru rundan
um hann, og í løtum kendu
vit aftur tann hugnaliga
Hilmar altíð við tí góða
orðinum. Stutt eftir andaðist
hann, tann 5. juni 2009.
8. juni var jarðarferðin úr
Tvøroyrar Kirkju. Stóra
kirkjan var fullsett. Rund
an um Trongisvágsfjørð
veittraðu fløggini í hálvari
stong eins og tað varð
flaggað í hálvari stong
nógva staðni í oynni.
Sólbjørn Jacobsen
Hilmar Persson
1942-2009
50 ára føðingardagur
Leygardagin 5. des. verður Jákup Danielsen, 50 ár.
Føðingardagurin verður hildin saman við innbodnum.
95 ára føðingardagur
Mánadagin 7. des. fyllur Hans Jacob Johannesen, Skipari,
Tórshavn, 95 ár. Dagurin verður hildin í Miðstovu á Láargarði
millum kl. 17 og 20.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs,
Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppá
diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar,
Toftavegur 15, frá kl. 1419.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð,
í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið
vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Mánadagin 7. des. hava hjúnini Óluva og Leivur Nielsen,
Tórshavn, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í hølunum hjá
Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9 í Tórshavn. Vinir
og kenningar, ið vilja halda dagin saman við okkum, eru
vælkomin í Starvsmannafelagið 7. des. kl. 18.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen,
Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í
Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 8. des. hava hjúnini Lis og Herluf Olsen, Sørvágur,
verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. des. hava vit Kára og Abraham Løkin, Runavík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leir
vík frá kl. 18. Tey ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu
siga frá á tlf. 221980 (abraham) ella 272777 (Kára) áðrenn
fríggjadagin 11. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen,
Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við
veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða
okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella
223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henryo@
olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
merkisdagar
Fastir okkara
Maria Johansen
andaðist hósdagin 3. desember
á Landssjúkrahúsinum.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Ingigerð og Bette
Gunna, Leivur og Anna Kristina
Okkara elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi
Tummas Joensen
ættaður úr Nólsoy,
búsitandi í Havn
andaðist í heiminum, týsdagin 2. desember,
75 ára gamal.
Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum,
leygardagin 5. desember kl. 16.00.
Jarðarferðin verður sunnudagin 6.desember
kl. 13.00 úr Vesturkirkjuni.
Familjunnar vegna
Rannvá, Kathrina, Jógvan Edvard og Hanna
Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata eina gávu
til Meinigheitshúsið í Havn, konta í peningastovnunum.
nøvn