Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 16 VIKUSKIFTI drotnIngar KrImI sita tryggar á trónuni Óndskapur, deyði og tampax, sum dettur úr taskuni. Hja kvinnuligu krimihøvundunum er onki ov stÓrt ella ov smátt at skriva um. liza, karin, anna og Hinar vinkonurnar Hava endurreist krimisjangruna í norðurlondum. Bøkur inna Tørnroos inna@sosialurin.fo »Ein miljón fólk kunnu skrivað sum Liza Marklund, men bara ein kann skriva sum Bjørn Ranelid«. Hetta segði svenski høvundin Bjørn Ranelid um starvsfelag sín Lizu Mark­ lund. Hesin setningur var byrjan uppá eitt skeldarí um kvinniligu krimibøkurnar, ið hava havt stóra framgongd seinastu árini. Eldri mannligir høvundar fylgdu Bjørn Ranelidsa dømi og kallaðu bøk ur­ nar hjá Camillu Læckberg fyri novellir úr ungdómsblaðnum »Min hest«. At kvinnur skriva lættari, og kanska betri, hevur verið torført hjá royndum mannligum høvundum at svølgja, og at kvinnurnar hava selt nógv fleiri bøkur enn mannligu starvsfelagirnir er eisini komið illa við. Men spurningurin er, um tað ikki eisini gagnar mannligu høvundunum, at nógvar bøkur verða seldar. Um áhugin fyri bókunum veksur, gagnar tað bókaforløgnum og mentan, og í síðsta enda dryppar hetta nokk eis­ ini á mannligu høvundarnar. Drotningin og hennara prinsessur Liza Marklund er tað navn, sum fyrst verð ur nevnt, tá ein tosar um norður­ lendskar krimibøkur. Óivað er hetta, tí hon var fyrst, í 1998, við bókini um ger­ andishetjuna Anniku Bengtzon. Tað, sum merkir nógvar av kvinnu­ ligu krimibókunum, er, at tær blanda gerandisdagin og samband millum fólk við søgum um dráp og politiarbeiði. Hetta lokkar ein breiðan flokk av lesarum, ið dáma væl at lesa um sam­ bond millum fólk og bleytu virðini. Arbeiða saman Camilla Læckberg hevur sagt í ein­ ari samrøðu, at størsti munurin, sum hon heldur seg síggja millum kvinnu­ lig ar og mannligar krimibøkur er, at hetjan í mannligu bókunum er ein einsa mallur, skrappur maður, ið oft­ ani arbeiður sjálvur, meðan hetjan í kvinnu ligu bøkrunum arbeiður saman við starvfeløgnum fyri at loysa morð­ gátuna. Kvinnuligu rithøvundarnir halda eisini saman, men kappast samstundis eis ini um somu lesarar. Allar eru um­ settar til fleiri ymisk mál – Liza Mark­ lund til heili 40 mál – og hava selt millióna tals bøkur. At tær eru ríkar, er onki tær dylja. Camilla Læckberg er opin fyri, at hon skrivar fyri at tjena pening, og tað irri­ terar nógvar høvundar, ið hava torført at fáa bøkurnar út til almenn ingin. – Eg eri stolt, tá eg síggi mítt stóra hús her í Stockholm, og eg hugsi, at hetta havi eg arbeitt fyri við mínum bókum, sigur Læckberg. Arbeiðslív Fleiri av krimidrotningunum hava starv ast sum blaðkvinnur, áðrenn tær byrj aðu at skriva bøkur. Liza Marklund á svenska blaðnum Expressen, Hanne Vibeke Holst á Berlingske Tidende og Gretelise Holm á fleiri ymiskum bløð­ um og sum skúlastjóri á Danmarks Journalisthøjskole. Anne Holt var ráð­ harri og Karin Fossum var yrkjari. Í samrøðum hava fleiri av teimum sagt, at ein grund til teirra framgongd er, at tær hava nógvar royndir frá arbeiðs lívi og lívinum sum heild. Allar eru mamm ur og eru ella hava verið gift ar. – Tað er ótrúliga torført at skriva krimi bøkur. Fyri at skriva eina góða bók má ein hava okkurt at siga, og tað krev ur kunnleika og innlit í samfelagið, sigur Liza Marklund. Liza MarkLund Fødd: 1962 Bústaður: Spania Familja: Maðurin Mikael Aspeborg og trý børn Bøkur: En plats i solen, Livstid, Nobels testamente, Det finns en särskild plats i helvetet för kvinnor som inte hjälper varandra, Asyl, Den röda vargen, Prime time, Paradiset, Studio sex, Sprängaren, Gömda myndir: bókaforløgini