Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 233 - 4. desember 2009 Marianne Florman, vertur í heilsusend­ ingini Ha’ det godt á Danmarks Radio, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Her heldur hon fyrilestur, og kannar sær møgu­ leikarnar fyri at gera eina Ha’ det godt­ sending Vitjan Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tvær ferðir evropameistari við danska landsliðnum í kvinnuhondbólti, og núver­ andi fyrilestrahaldari og sjónvarpsvertur í heilsu­ sendingini á Danmarks Radio, Ha’ det godt, Mari­ anne Florman, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Hetta er hennara fyrsta vitjan á oyggjunum, og er hon boðin higar at halda fyrilestur hjá Føroya Tele um samstarv. Umframt hetta, hevur hon eisini valt at steðga í Føroyum nakrar dagar, har hon ætlar sær at uppliva eitt sindur av oyggjunum og lodda dýpið fyri, hvat heilsa og tað, at vera sunnur, merkir fyri føroyingar. ­ Eg havi eisini hugsað um at gera eitt lítið kanning­ ararbeiði, og møguliga koma til Føroyar at gera eina av Ha’ det godt­ send­ ingunum, sigur Marianne Florman. Í dag arbeiðir hon dagliga sum sjónvarpsvertur, lærari, fyrilestrahaldari og rithøv­ undur. Men áðrenn hon á fyrsta sinni royndi seg sum sjónvarpsvertur, var hon longu kend sum hondbólts­ spælari. Í 1990 varð hon úttikin til danska kvinnuhondbóltslan dsliðið, og var hon á liðnum tá tær í 1993 vunnu silvur í heimsmeistarakappingini, í 1994 vunnu EM­gull í Týsk­ landi og tá tær í 1996 vunnu gull í bæði EM og OL. Leitar eftir næmingum Umframt at Marianne Florman skal halda fyri­ lestur í Føroyum, hevur hon eisini eini onnur ørindi her. ­ Eg eri eisini lærari á Bosei ítróttareftirskúlanum, og tí royni eg eisini at reklam­ era eitt sindur við hesum skúlanum. Bosei er ein ítróttareftirskúli, sum undir­ vísir millum annað í judo, karate, taekwondo, japansk­ um og nógvum øðrum. Og vit fara at byrja eitt nýtt hold í januar, so nú royni eg at finna føroyskar næmingar til okkara skúla, greiðir Marianne Florman frá. Marianne Florman verður í Føroyum til sunnudagin, og ætlar hon eisini at njóta hesa tíðina til fulnar. ­ Eg vónaði at sleppa runt ein túr í oyggjunum og síggja eitt sindur av hvørjum. Og so eri eg eisini so heppin, at tað er so lekkurt veður í morgun. Hetta er ein fantastisk sjón fyri eygað, sigur Marianne Florman. Marianne Florman vitjar FAMILY við CANAL+ TOTAL Tann ultimativi sjónvarps-pakkin FAMILY við CANAL+ TOTAL er tann totala sjónvarpsupplivingin. Tann ultimativi pakkin við avgjørt bestu rásunum – bæði talgildar og HDTV: Tú fær bestu donsku rásirnar frá LOCAL-pakkanum, allar tær útlendsku rásirnar frá FAMILY-pakkanum og ikki færri enn 13 einastandandi HDTV-rásir í ótrúliga høgari góðsku. FAMILY við CANAL+ TOTAL gevur samstundis óavmarkaða atgongd til íalt 11 eksklusivar rásir frá CANAL+ við tí besta innan ítrótt, nýggjastu biograffilmarnar og tær best umtóktu røðirnar. FAMILY við CANAL+ TOTAL er tann størsti og yvirhøvur allarbesti sjónvarps-pakkin við teimum 82 bestu donsku og øðrum útlendsku rásunum og við mest HDTV samlað í einum pakka. * Hálvárlig kort-tænasta kr. 389 Allover Press Allover Press El-In Klingrugarður 8 700 Klaksvík Tel. 474500 G.F. Elektronik Birnugøta 31 100 Tórshavn Tel. 310254 MP Teknik Klaksvíksvegur 12 700 Klaksvík Tel. 459089 Opus Heiðavegur 3 620 Runavík Tel. 479999 Radio-Service Fossavegur 99 900 Vágur Tel. 213500 Radi handilin Niels Finsensgøta 16 100 Tórshavn Tel. 318277 FAMILY MEd CANAL+ TOTAL 449 kr./md.* HDTV-kanaler Fyrr 449,- Nú409,- um mánaðin* SERPRíSuR Fyrrverandi landsliðsleikari í hondbólti, sjónvarpsvertur í Ha’ det godt á DR, rithøvundur og fyrilestrahaldari í øðrvísi umhvørvi. Marianne Florman vitjar í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang