fríggjadagur 4. desember 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
2
VIKUSKIFTI
Hippi ísurin
komin til Føroya
Spurdi
John Wayne
nakrantíð
um veg?
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Jensen
Forsíðumynd: Christian Hedegaard / Jens Kristian Vang
2 Klumma: Spurdi JoHn Wayne nakrantíð um veg
4 europa kríggJaSt um kroSSarnar
7 90 SEKund: JúStinuS eidegaard angrar einki
8 Samrøða: Jákup Sverri kaSS
12 InTErVIEw: CHriStian Hedegaard - trælir av FrælSi
15 10 TIng um: Jólamannin
16 krimidrotningar
18 ummælI aV IngálVI aV rEynI: garvilt!
20 barnalagnur: Sendu ForeldraleyS
børn av landinum til trælaHald
22 PolITIKKur: kynStrið at gJøgnumSkoða bullSHit
24 TIl arbEIðIS: bJarki poulSen, kurér
25 umafTurafTurumafTur: Høgni dJurHuuS
27 mín bESTa uPPSKrIfT: gummuSa SJokomuFFinS
31 Tað HEndur: konSertir, bøkur, Sendingar osfr.
32 VIKumyndIn: beSta myndin í vikuni
Ísarnir Ben&Jerry hava nú eisini funnið
vegin til føroya. alt byrjaði á einari
niðurlagdari bensinstøð Í usa
ÍsUR
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Ímynda tykkum hetta: Tveir hippiarar +
ein niðurløgd bensinstøð + eitt bræva
skeið um hvussu ein ger ís = heimskendi
ísurin Ben&Jerry.
Tað var soleiðis alt byrjaði í 1978.
Barn dómsvinirnir Ben Cohen og Jerry
Green field avgjørdu, at teir skuldu lata
kiosk við heimagjørdum ísi upp. Mjølk
in og rómin til ísin kom frá kúnnum í
lítla býnum Burlington, har teir báðir
búðu.
Teir blandaðu alt møguligt í ísin
kakir, góðgæti, nøtir og annað. Einasta
avmarking var, at teir skuldu dáma tað
sjálvir, og at tað var stuttligt. Jerry er
kendur fyri orðatakið: »If it’s not fun,
why do it?«
Ísurin bleiv skjótt kendur uttanfyri
býin Burlington, og niðurlagda bensin
støðin gjørdist ov lítil. Ben og Jerry
byrj aðu at pakka ísin og selja hann í
handl um í USA. Líka til 1992 var tað
bara gjørligt at keypa Ben&Jerry í USA
og Kanada. 1992 kom ísurin til Russland
og 1994 til Stóra Bretland.
15 ymisk sløg
Ben&Jerry ísarnir eru nú at fáa í 15
ym isk um sløgum. Tað, sum eyðkennir
hesar ísarnar er, at tað ikki bara er
sjoku láta ella vaniljusmakkur. Tað eru
stórir bitar av
deiggi, køkum,
nøtum og sjoku
látu í ísinum.
Nógv halda at hetta
ljóð ar eitt sindur vamlisligt, men tað
er í flestu førðum, áðrenn tey hava
roynt ísin.
Ben Cohen og Jerry Greenfield hava
líka síðani teir byrjaðu fyritøkuna haft
sum mál at virka fyri samfelagið. Teir
nýta lokalar rávørur, geva stóran part
av vinninginum til vælgerandi endamál.
Pakka ísin í endurnýtslupapír og geva
heimleysum arbeiði.
Ísarnir eru tíanverri ikki serliga
bíligir ‒ 59 krónur fyri ein hálvan litur
í Mikl agarði.
KlUmma
eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
So var tað her. Fyrsta kvøldið fyri mannfólk
nakrantíð. Simpulten boys only.
Endiliga!
Men tað var eisini upp á tíðina.
Kvinnurnar hava havt síni ljósareyðu ting
við smoothies og neglaviðgerð í nógv ár.
Nú skuldu vit endiliga síggja, at javnstøða
eisini er ein mannarættur. Men hvussu
mans ligt var hetta kvøldið Atlantis fyri viku
síðan?
Menn koma inn og fáa fínan pinnamat
við salati, so vit ikki dálka okkum fingrarnar.
Tíbetur er eisini akvavitt, so vit menn
kunnu gloyma tað diddiliga við pinna mat
inum við grøna salatinum.
So kemur upplýsingin og undirvísingin.
Menn skulu læra at vera rættir menn. Og
har er valdmikli persónurin, sum skal læra
menninar.
Har stendur hon!
Elin í Stórustovu. Ársins kvinna, vald av
feministum og reyðsokkum í damublaðnum
Kvinna.
Hon skal – saman við øðrum kvinnum –
læra menn at finna vegin til Venus.
Og nú spyrji eg: Spurdi John Wayne
nakrantíð um veg í Arizona oyðimørkini!?
Tað eru nevniliga bara tvey ting, sum eru
meira irriterandi enn at spyrja um veg, og
annað er at fáa at vita frá eini kvinnu, hvar
vegurin er.
Og nú vit eru hjá kovboyunum. Hvat
í verðini ger føroyska svarið uppá Hank
Williams og John Wayne, Hallur Joensen,
her í strammari grønari troyggju og hvítum
joggingskóm?
Makeover? Skal kontrikongurin kanska
eisini brúka sminku?
Tíbetur koma hesar kvinnurnar eisini við
elektriskum amboðum. Nú byrjar at líkjast.
Men hvat? Skulu lítlir ljósareyðir vibratorar
nú bjarga parlagnum? Heilt erligt, hava vit
ikki útgerð sjálvir?
Hví skulu kvinnur læra menn, hvussu
teir skulu vera, tá tær sjálvar fáa hysteriskt
anfall, tá vit freistast at rætta uppá tær?
Sig mær, hvat hendi
við javnstøðuni?
Gott nokk
fingu vit akvavitt,
men pinna mat?
Hitt, sum
er verri, er
for restin,
tá frúan
partú skal
broyta
mann in ...
Ben Cohen og Jerry Greenfield
InnIHALD
»Hvønn veg góða?«