Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 233 - 4. desember 2009 Mánadagin 7. desember verð­ur Sofus Poulsen í Aberdeen 80 ár. Hann er kendur sum eitt tað­ fremsta umboð­, sum Føroyar havt úteftir. Hann starvað­ist í meira enn 50 ár á okkara umboð­sstovu í Aberdeen, og í hesum arbeið­i var hann mangan hentur fyri allar partar av samfelagnum frá fiskimonnum og reið­arum til løgmenn. Hann hevur annars arbeitt undir 10 løg­ monnum. Men hansara 80 ár tykjast ikki at tyngja hann nakað­ sum helst. Hann er tann sami prátingar­ sami og fyrikomandi Sofus sum altíð­. Hann er eisini ein framúr frásøgumað­ur, sum tað­ eisini sást í røð­ini við­ hans­ ara frásøgnum í FF­blað­­ num í 2005/6, sum strekti yvir 5 Mið­vikur. Sofus fekk ikki eina blíða lívsbyrjan Foreldrini hjá honum vóru Jørgina, ættað­ úr Søldafirð­i, og Óli Poulsen, í Beiti, úr Syð­rugøtu. Longu tvey ára gamal misti Sofus pápan, sum gekk burtur við­ Imm­ anuel í 1932. Tá gekk mamman við­ tí trið­ja barn­ inum. Systkini hjá honum vóru John, sum er deyð­ur fyri fáum árum síð­an, og systirin Óluva, uppkallað­ eftir pápanum, sum giftist í Canada. Sofus kom tískil at vera síni fyrstu barnaár í Syð­ru­ gøtu hjá ommuni og abban­ um Magninu og Dánjal á Mýruni. Tá ið­ Sofus var sjey ár, giftist mamman aftur við­ John Johannesen, sum var hálvur skoti og hálvur íslend­ ingur. Tey búsettust í fyrsta umfari í Søldafirð­i, og har fór Sofus eisini í skúla. Fosturpápin fekk seinni starv í Havn, og tey fluttu til Havnar. Tá fór Sofus í fyrsta umfari saman við­ John beiggja sínum aftur til ommuna og abban í Gøtu, og har komu teir at ganga í skúla hjá Símun Paula í Konoy, Jákup Simonsen og Helgu Øregaard. Øll megn­ ar lærarafólk. Hetta var í tí tá framkomna skúlanum frá 1929. Sofus hevur greitt frá, at gøtubørn mundu vera mill­ um reinastu skúlabørn í Før­ oyum. Hvønn fríggjadag fóru genturnar undir brús­ urnar við­ einum klumpi av grønsápu á høvdinum, og leygardag vóru tað­ dreingir­ nir, sum áttu tørn. Eisini var svimjihylur við­ skúlan. Aftur var ættin fyri van­ lagnu. Undir krígnum gong­ ur abbin Dánjal sjálvur trið­i burtur á Gøtuvík. Annar av hinum var abbabeiggin Poul Kristoffur. Til Havnar og Klaksvíkar Sofus flutti til Havnar til mammuna og stjúkpápan. Tá fór hann fyrst í komm­ unuskúlan og síð­an í real­ skúlan. Hann minnist til dømis, tá ið­ Lincoln City varð­ bumbað­ur á Havnar­ vág. Hesa tíð­ina var hann eisini býdrongur hjá Hans Joensen, sum tá var ein stórur handil í Havn. Her skuldi koyrast við­ boð­súklu um allan býin við­ vøru, sum fólk bíløgdu í telefonini. Fosturpápin fekk seinni starv í Klaksvík, og tey fluttu hagar. Her var ofta luftávarð­ing, so tey máttu fara oman í kjallaran at leita sær skýli. Tá plagdi Hákun Djurhuus, sum var lærari tá, at fáa børnini upp á gólv at dansa føroyskan dans, so tey skuldu gloyma óhugnan við­ bumbingini. Fyrsta almenna starv, Sof­ us fekk, var í Landshandl­ inum, hvørs uppgáva at at tryggja handlinum dagligar vørur. Nógvar teirra vóru skamtað­ar. At umsita eina slíka skamtan var ikki bert sum at siga tað­, tá nýtslan ikki samsvarað­i við­ skamt­ unarkortini. So til Aberdeen Nú byrjar tann partur av lívinum hjá Sofusi, sum skuldi føra til hansara lívsstarv. Hann og beiggin John fara 20. apríl 1946 við­ Liljuni úr Klaksvík til Aberdeen, har Liljan skuldu landa ísfisk. Mamman og restin av familjuni komu eitt hálvt ár seinni. Her byrjað­i Sofus at arbeið­a hjá Gwent kompan­ ínum, sum umframt fiska­ virki eisini hevð­i útflutning til Føroyar, millum annað­ av teimum kendu Aladdin lampunum við­ neti, sum vóru eitt stórt framstig, áð­renn vit fingu ravmagn. Sofus slapp skjótt sjálvur oman á marknað­in at keypa fisk, og hann lærdi eisini skjótt at skera og roykja keypta fiskin. Tað­ komu nógv skip til Bretlands at landa um hesa tíð­ina, tað­ vóru um 4­500 landingar, tær flestu í Aber­ deen, Grimsby og Fleet­ wood á vestursíð­uni av Skotlandi, so her var nóg mikið­ at gera hjá føroyskum umboð­smanni. Tann 28. juni 1948 kom Sofus so í starv á føroysku umboð­sstovuni, har Odmar Skarð­hamar var framman­ undan. Á umboð­sstovuni var Sofus í heili 54 ár. Tá ið­ Odmar legð­i frá sær sum leið­ari, tók Sofus við­. Her var nógv at hava í huga. Millum annað­ var neyð­ugt fyri hvørja landing at siga bretska fiskimála­ ráð­num frá nøgd og slag skipini høvdu inni. Tá ið­ skip komu inn, máttu teir á umboð­sstovuni ansa eftir ikki at fara umborð­ fyrr enn tollararnir høvdu verið­. Annars sluppu teir ikki í land aftur fyrr enn tollingin varð­ avgreitt. Tað­ var ansað­ væl eftir smugling og eisini eftir ill­ grunasomum ferð­afólki, sum tað­ kundi vera fleiri av so stutt eftir kríggið­. Onkur meinaleysur íri mundi kom­ ið­ illa fyri orsakað­ av sínum tjóð­skapi, men Sofus fekk eisini bjargað­ honum úr hesi knípu. Størsti partur av virksem­ inum fyrstu árini var annars at hjálpa skipum og mann­ ingum, eisini við­ málinum. Tað­ vóru ikki øll, sum dugdu enskt. Sofus hevur greitt frá nógv­ um dømum um, har boð­ vóru eftir teimum. Eitt dømi var, táið­ Thorvald Andreassen við­ Norð­stjørnini fekk eina umvæling, har tilboð­ið­ var 1.200 pund. Rokningin gjørd­ ist tað­ dupulta, og var her talan um nógvan pening tá í tíð­ini. Við­ sínum diplomat­ iskum evnum fekk Sofus bjargað­ Thorvaldi undan hesi knípu, og hann rindað­i bert tey 1.200 pundini. Tað­ hevur eisini fleiri ferð­ verið­ uppgávan at hjálpt fiskimonnum í eini neyð­støð­u. Sum til dømis, tá ið­ Gullborg knappliga sakk í 1971, og menninir lógu 27 tímar í bjargingar­ báti. Manningin kom til Peterhead, og her møtti Sofus teimum. Hann útveg­ að­i innivist, og hjálpti teim­ um tað­ hann kundi i hesi støð­u, teir vóru í. Løntu føroyingum illa Sofus heldur eisini, at bretar í 1964 løntu føroyingum illa, at teir við­ at seta lívið­ í vága útvegað­u teimum fisk undir heimsbardaga. Hetta var so nógv, at tað­ veruliga munað­i. Nevnda ár fór okkara fiski­ mark út á 12 fjórð­ingar. Aft­ urfyri settu bretar avmark­ ingar fyri føroyskum landing­ um, sum komu mongum skipi illa við­. Ikki minst tá landingin varð­ steð­gað­, tí hámarkið­ var rokkið­. Að­rar uppgávur hjá umboð­sstovuni í Aberdeen var at luttaka á teimum millumtjóð­a fiskivinnufund­ unum, sum vóru í Bretlandi. Millum hesar vóru fundirnir í NEAFC, sum skipar fiski­ skapin í altjóð­a sjógvi á okkara leið­um. Her var Sof­ us næstformað­ur og síð­an formað­ur í eini undir­ nevnd. Sofus hevur eisini verið­ við­, tá ið­ almennar vitjanir hava verið­ úr Føroyum í Bretlandi. Hann hevur í hvussu er verið­ saman við­ løgmonnunum Paula Ellef­ sen og Anfinn Kallsberg. Her hevur hann eisini verið­ hollur við­ øllum tí kunn­ leika, hann hevur bæð­i um bretsk og føroysk við­ur­ skifti. Hann kennir eisini nógvar av lyklapersónunum, sum hann dugur væl at seta seg í samband við­. Sofus hevð­i eisini prátað­ við­ Winston Churchill. T. v.s.abbason hin gamla. Hetta var eina ferð­ ein før­ oysk tingnevnd var á vitjan í parlamentinum í London. Tá fær Sofus eygað­ á Chur­ chill, sum var tinglimur. Sofus sigur við­ ein embæt­ ismann, at hann vildi fegin hitt abbason Churchill, sum við­urkendi føroyska Merk­ ið­. Nei, hetta bar ikki til, tí tað­ var ikki á skránni. Men tað­ legð­i Sofus líka í. Hann fór sjálvur yvir til Churchill og greiddi honum frá, hvað­­ ani teir vóru og fekk eitt prát við­ hann. Við­ slíkum eginleika er lætt at koma at kenna nógv fólk! Lívið­ hjá Sofusi hevur tó ikki bert verið­ fiskur. Hann hevur sungið­ við­ manskórið­, og hann hevur eisini sungið­ í Royal Festival Hall í Lond­ on saman við­ 500 øð­rum monnum. Verið Føroyum ein góður sonur Tað­ er eingin ivi um, at Sof­ us hevur verið­ Føroyum ein góð­ur sonur. Hann hevur verið­ har, tað­ hevur stað­ið­ á, og hann hevur gjørt mun, har hann hevur verið­. Tað­ sum kann rúmast í eini slíkari heilsan er bert ein brotspartur av øllum tí, sum hann hevur verið­ uppií. Olaf Olsen hevur onkun­ tíð­ sagt, at tað­ er sjáldan, at ein mað­ur sum prátar nógv eisini er effektivur. Men, sum hann segð­i: “Har er Sofus so eitt undantak.” Hann kundi fáa tað­ ótrúliga av skafti og kundi í eini handavend greið­a bæð­i smá og stór mál. Hann hevur eisini ofta verið­ mær sjálvum hentur, tá sóknast hevur verið­ um upp­ lýsingar av einum og hvørjum slag til onkra grein. Tað­ kann sigast, at Sofus er ímynd av stórum part av okkara fiskivinnusøga og av søguni um okkara uttan­ ríkistænastu. Tað­ er heppið­, at tað­ er eydnast á skrift at varð­veita hesa søgu. Sofus giftist við­ Nessie og børnini eru Charles, Danny og Marjun. Tað­ skal verð­a ynskt Sof­ usi og hansara so hjartaliga tillukku við­ hesum stóra degi. Hevur onkur hug at senda honum eina heilsan, kann tað­ gerast á: Poulsens@aol. com ó. Sofus Poulsen: Okkara maður í Aberdeen í hálva øld 80 ár nøvn Sofus uttan fyri føroysku sendistovuna í Aberdeen, har hann arbeiddi í 54 ár Sofus saman við sínum systkjum í 1940. F.v. Marjun, Sofus, John, standandi, Gudmundur og Óluva. Ein hálvsystir, Ruth, var fødd í 1943 Sofus og konan Nessie saman við Paula Ellefsen á 50 ára starvsdegnum hjá Sofusi