fríggjadagur 4. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
18
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann kom inn á almenna pallin sum eitt
skot í 1998, tá Helena Dam á Neystabø
í nýggja landsstýrinum fekk sess sum
almanna- og heilsumálaráðharri, og
harvið fekk Jákup Sverri Kass sæti á
tingi sum eykamaður.
Síðani hevur hann slept politisku
karrieruni, og hevur í staðin kastað seg
inn í branchuna innan ferðavinnu.
Líka síðani 1997 hevur hann starvast
á Smyril Line, fyrst sum avloysari í
summ ar feriunum, men síðani 2006 í
føst um starvi.
‒ Fyrst virkaði eg sum sølu- og
marknaðarleiðari á heimamarknaðinum,
men seinastu tvey árini sum sølu- og
markn aðar stjóri yvirorðnað, sigur
Jákup Sverri Kass.
Sosialurin hevur sett honum stevnu
vesturi á flogvøllinum, sum er hansara
nýggja arbeiðspláss.
‒ Árini á Smyril Line vóru avbjóðandi
og spennandi, og eg havi trivist sera
væl har, men av persónligum ávum
hevði eg hug at royna nakað annað,
sigur Jákup Sverri Kass.
Um tað so kann sigast at vera nakað
heilt annað at fara frá einum sølu- og
marknaðarstarvi á Smyril Line til eitt
líkn andi á Atlantic Airways er so
spurn ingurin. Men tað heldur Jákup
Sverri Kass kortini.
‒ Her er tað nógv meiri hektiskt, og
her hendir meira. Á Smyril Line var
tað ein spurningur um at fylla Norrönu
við fólki á teimum túrunum, sum hon
nú einaferð ger. Her eru munandi fleiri
fráferðir, umframt at talan er um leigu-
túrar inn í millum, so her er neyðugt at
hava fleiri bóltar í luftini í senn, sigur
Jákup Sverri Kass.
Ikki tilvildarligt
Nýggi sølu- og marknaðarleiðarin dylur
ikki fyri, at tað eru serligar orsøkir fyri,
at hann tók av tilboðnum um nýtt starv
hjá Atlantic Airways.
‒ Tað er eingin loyna, at Magni
Arge hevur gjørt eitt megnar arbeiði at
menna felagið, heilt frá tí hann byrjaði
í Atl antic Airways. Og tá eg so varð
spurdur, um eg hevði hug at koma at
ar beiða hjá felagnum, tók eg av, sigur
Jákup Sverri Kass.
Hetta hendi alt í fullum forstáilsi
við leiðsluna á Smyril Line, og tað
er eis ini ein eyka undirfundigheit, at
Henny á Líknagøtu er farin frá markn-
aðar deildini á Atlantic Airways á
markn aðardeildina hjá Smyril Line at
arbeiða.
Og í ein máta hava bæði feløgini
eitt til felags: Allir føroyingar hava eina
meining um Smyril Line og Atlantic
Airways.
Nú Jákup Sverri Kass byrjaði í starv-
inum sum sølu- og marknaðarleiðari
hjá Atlantic Airways, hevur tað staðið
manntómt síðani undanfarni leiðari,
Kent Christensen, fór eftir at hava
keypt 62°N á vári 2007.
Arbeiðið snýr seg fyrst og fremst
markn aðarføring og søla á heima-
marknaðinum til pør, støk og handilsfólk,
bæði gjøgnum søluskrivstovur hjá
Atlantic Airways, men eisini í tøttum
sam starvi við ferðaskrivstovur.
‒ Ein stórur partur er eisini familju-
ferðir, og har ræður um at syrgja fyri
góð um ferðaprísi, góðum sambandi
við frí tíðardeplarnar og til bilútleig -
ingar fyritøkur, sigur Jákup Sverri
Kass.
Velja frá fyri at velja til
Tá tað kemur til marknaðarføring
uttan lands er talan um ein heilt annan
mál bólk. Serliga verður dentur lagdur
á fram brot í Íslandi, Noregi, Danmark
og Bret landi.
‒ Nakað er sjálvandi altíð av
handils fólki, sum ferðast til og úr Før-
oy um, men annars ræður um at vera
málrættaður, og tað er neyðugt at velja
nakrar bólkar frá, fyri at velja aðrar til,
sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at tað fyrst er neyðugt
at fáa fylt flogførini, áðrenn hugsað
verður um at seta avmarkingar um
hvussu nógv ferðafólk vit skulu loyva
at koma til Føroyar.
‒ Nú eiga vit at brúka pengarnar upp
á at gera okkum sjónlig uttanlands. Ikki
fleiri eksternar frágreiðingar. Og nú tá
Vinnumálaráðið tosar um at markn-
aðar føra Føroyar, so eigur hetta at verða
gjørt í samráð við Atlantic Airways og
Smyril Line. Nýggja Uttanríkisráðið
hev ur higartil verið ein góður sam-
starvs felagið í hesum sambandi. Tað er
í teim um báðum feløgunum størsta vit-
anin er um, hvussu vit fáa sum frægast
burtur úr, og tað eiga vit at gera okkum
dælt av, heldur enn at brúka nógvan
pen ing upp á útlendskar ráðgevarar,
sigur Jákup Sverri Kass.
Feløgini eru í ávísan mun kappingar-
neytar á heimamarknaðinum, men
sam starva um marknaðarføringina av
Før oy um uttanlands.
Jákup Sverri Kass hevur tikið út-
búgv ing sína á Handilsháskúlanum í
Århus innan enskt og búskap, og undir
tí enska var nógv av marknaðarføring.
So hann tosar ikki úr tómum heimi.
Hann var liðugur við útbúgvingina
í 2006.
Spennandi uppgávur
Sum nevnt er størsti munurin á Smyril
Line og Atlantic Airways tann, at hjá tí
fyrra er talan um eitt skip, og uppgávan
er so at fylla tað.
‒ Atlantic Airways hevur fleiri flog-
før og fleiri destinatiónir, og ein stór
dygd er at vera fleksibul. Charter er
ein rímiligur partur av arbeiðinum, og
til konsertina hjá Charley Pride her-
fyri uppstóð so ein avbjóðing í at fylla
flogfarið niður til Dublin eftir country-
sang aranum, og so at flyta fólkið heim-
aftur, tá Charley Pride fór avstað aftur,
sigur Jákup Sverri Kass.
Eisini nevnir hann leigutúrarnar hjá
politistunum til jólakeyp í Aberdeen.
Tað tiltakið gjørdist so væl umtókt, at
teir máttu gera tveir túrar heldur enn
tann eina, ið ætlanin var.
‒ Flogførini hava eina passaliga
stødd til hesar leigutúrarnar, og tey eru
rættiliga fleksibul. Tað ber til dømis til
at taka nøkur setur úr, so tað ber til
at laga flogførini til í ein vissan mun,
sig ur Jákup Sverri Kass.
Víðka um tænastuna
Tað verður í løtuni arbeitt við at betra
um tænastuna á fleiri økjum.
‒ Vit fara at leggja størri dent á tax-
free. Tað skal gerast sjónligari og í størri
mun eggja fólki til at keypa í Vágum á
veg heim ella avstað, sigur Jákup Sverri
Kass.
Eisini á øðrum økjum verður arbeitt
við at økja tænastuna.
‒ Vit eru í ferð við at betra um sam-
starv ið við SAS og Cimber Sterling
so tað um stutta tíð fer at bera til at
bíleggja on-line ferðaseðlar úr Føroyum
og síð an via eitt nú Keypmannhavn ella
London til allar destinatiónir hjá teim-
um báðum flogfeløgunum, sigur Jákup
Sverri Kass.
Hetta er ein útbygging av longu
fram komnu on-line skipanini hjá
Atlan tic Airways.
‒ Nógv fólk bíleggja longu sum er
on-line, ikki bert flogferðaseðlar, men
eisini hotel og leigubilar á skipanini hjá
okkum, sigur Jákup Sverri Kass.
Eitt annað, sum felagið leggur sera
stóran dent á innan tænastu er, at flog-
førini halda tíðirnar.
‒ Vit kunnu sjálvandi ikki gera so
nógv við veður og vind, men vit leggja
stór an dent á at koma og fara til tíðina.
Hetta er eisini av stórum týdningi, tí
handils fólk brúka fráferðirnar á morgni
og kvøldi, so tey hava dagin til at gera
síni ør indi í, sigur Jákup Sverri Kass.
Eina onnur lítil broyting er útsýnið
– nú lítir hann út yvir Leitisvant og ikki
Nólsoyarfjørð.
JákuP Sverri kaSS hevur skift kjølin út við veingirnar. 1. oktober byrjaði
hann í nýggjum starvi sum sølu- og marknaðarleiðari hjá atlantic airways
JáKUp SVerrI
fingið luft
undir veingirnar
Vit kunnu sjálvandi ikki gera so nógv við
veður og vind, men vit leggja stóran dent á at
koma og fara til tíðina.