fríggjadagur 4. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 233 - 4. desember 2009
tíðindi
Styrkin í nýggja filminum
um Jóanes Nielsen er bæði
paradoksalt og eyðsýnt, at
orðini og ikki myndirnar
spæla høvuðsleiklutin
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Umleið miskeiðis í nýggja
filminum »Sporini vaksa úr
orðum« hjá Katrin Ottarsdóttir
um Jóanes Nielsen fer
rithøvundurin gangandi seigliga
eftir vegnum úti við Strond við
einum gjøgnumskygdum
frystiposa í hondini. Í posanum
liggja 2 smáir kettlingar og
mjava bønandi. Komin oman í
fjøruna leggur hann ein stein
niður í posan, knýtur fyri aftur,
steðgar á eina løtu og tveitur so
posan út á sjógv. Í seinasta
klippinum í senuni sæst Jóanes
vaska sær hendurnar í einum
hyli, meðan dunið av briminum
fyllir ljóðmyndina.
H
óast symbolikkurin er
tungur sum aldudunið, er
senan eitt gott dømi um, hvussu
Katrin Ottarsdóttir skapar eitt
filmiskt drama úr skaldsliga
universinum hjá Jóanes Nielsen,
har eirindaloysið, valdið og stóru
elementini seta ósentimentalu
treytirnar fyri lívið, kærleikan og
tey verjuleysu. Frásøgutekniskt
er senan eisini sannførandi, tí
hon er framhald av søguni um
kettuna, sum er við frá byrjan og
tí hon tematiskt knýtir seg í halan
á fleiri søgum um tað stóra í tí
lítla. Sum tá Jóanes etir ’pápa’
sín, tá hann tyggir eitt grasstrá av
hansara grøv, ella spakuliga
snarar lítla handtakinum á
skroypiligu spælidósini, sum
spælir altjóða arbeiðarasangin
»Internationale«, sum eftir
mínum tykki eisini er mest
rørandi brotið í filminum.
Styrkin í hesum brotunum er
kortini, at filmskvinnan steðgar,
meðan leikur er góður, so
filmisku dramabrotini ikki vera
kroyst niður yvir skaldskapin.
S
enur sum hesar spæla eitt
vandamikið spæl við
myturnar um Jóanes Nielsen,
men skáka sær sum heild undan
at gerast klisjéir. Í staðin kemur
filmurin í klørnar á síni egnu
sjálvskaptu klisjé, har hann
inisterar uppá at »finna inn til
menniskjað handan rithøvundan«
Eg veit ikki, hvat filmskvinnan
hevur væntað at finna ella ætlað
at brúka tað til. Tað, eg sjálv sá,
handan rithøvundan Jóanes
Nielsen var rithøvundan Jóanes
Nielsen, og tað var deiliga
ríkiligt at fáa váttað. Fleiri ferðir
í fiminum staðfestir Jóanes
avgjørdur, at um hann ikki var
rithøvundur, so var Jóanes
Nielsen ikki til. Og um vit
endiliga vilja vita tað, so
viðgongur hann, at hann ikki
hevði kunnað liva við sínum
óstøðugu kenslum, um hann ikki
hevði lært at kanalisera tær inn í
skaldskapin. Sum í ’Jóanes er
orðini eru Jóanes’, um tú vilt.
Tað er skaldskapin tað snýr seg
um, altíð og fyrst og fremst
skaldskapin. Góðtekur tú tað
sum áskoðari, gevur filmurin eitt
útsýni ella rættari innsýni, sum
er gull vert.
H
etta merkir ikki, at alt hitt er
óáhugavert, tí bæði fyri
rithøvundan og filmskvinnuna
hanga tingini saman.
Skaldskapur dettur ikki av himli,
og treytirnar fyri at skapa hann
kunnu vera kaldar og kyniskar.
Uttan at blunka fortelur Jóanes
um parlagið, sum fekk eitt skot
fyri bógvin, um skuldarkensluna
sum maður og pápi og um at
eyðmýkja seg sjálvan at ganga
biddaragongd - alt fyri at sleppa
at skriva. Eisini um hann veit, at
ongin hevur biðið um hansara
meining um nakað sum helst.
»Reyðir prestar« sum hann, fáa
heldur ikki bæði ókeypis bústað
og feita løn sum hinir prestarnir,
men fyri tað eru teir prestar,
undergroundsprestar, sum sita og
skriva heilagar skriftir um
kvøldarnar og seta tingini í
perspektiv.
H
er fingu filmskvinnan,
rithøvundurin og filmurin
hóskandi bankað nakrar
føroyskar mentanarpolitiskar
sannleikar uppá pláss, sum áttu
at havt fingið onkran mynduleika
at seta pinnamatin í hálsin í
gjárkvøldið.
H
óast Katrin Ottarsdóttir
undan sýningini staðfesti, at
hetta er Jóanes Nielsen, sæddur
við hennara eygum, so eigur
Jóanes Niesen sjálvur fyrst og
fremst filmin eftir mínum tykki.
Tað er hansara frálíki upplestur
og góðu frásøguevni, sum skapa
dynamikkin, har filmiski
dramatikkurin manglar. Uttan iva
ger hetta filmin myndaliga
einsháttaðan fyri summi, men
her hevur Katrin Ottarsdóttir
fyrst og fremst valt at vera trúføst
móti rithøvundanum og evninum.
Tí er tað eisini hugtakandi at
síggja og hoyra, hvussu hon letur
yrkingarnar hjá Jóanesi vera
fremsti sambindingarliðurin.
Bara konsekventa nýtslan av
yrkingunum og mátin, tær binda
søguna um Jóanes saman, ger, at
filmurin væl tolir at vera sæddur
fleiri ferðir.
Søgusporini eftir Jóanes
Nielsen fara heilt vist at vaksa úr
orðum, sjálvt um hann sjálvur
heldur tað vera nakað innbilskt
tvætl at siga slíkt. Men beint her
og nú veksur Jóanes Nielsen úr
sínum skaldskapi, ikki úr
myndum. Í so máta sýnir
filmurin størstu virðing fyri at
listin ikki bara kann latast í ein
annan ham, so hon glíður lættari
niðurum.
Jóanes veksur úr orðum
Fimurin »Sporini vaksa úr orðum« er ein hugtakandi rundferð í søguni um rithøvundan Jóanes Nielsen í gevandi selskapi við hansara yrkingum