fríggjadagur 4. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
20
VIKUSKIFTI
Barnalagnur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tann 6. oktober í 1950 fóru teir 10 ára
gomlu tvíburðarnir Brian og Kevin
Sullivan undir ta longu ferðina, sum
skuldi føra teir líka úr London til Ný
Sælands. Teir vóru bert tvey av túsund
tals børnum, sum vórðu send úr Bret
landi út til bretsk hjálond.
Stjórnin, sum nú ræðut fyri borg
um í Bretlandi, hevur mett, at í tíðar
skeið inum millum endan á 19. øld og
til seinnu helvt av 1960árunum vórðu
næstan 150.000 bretsk børn í aldr inum
millum trý og 14 ár útflutt til lond í
samveldinumsumliðíymsum»verk
ætlanum«.
Endamálið við at senda børnini av
landinum var í fyrsta lagi at avmarka
útreiðslurnar, tí tað var dýrt fyri ta
almennu fíggjarlógina at hava so nógv
børn á barnaheimi. Eitt annað endamál
var at útvega londunum í samveldinum
tøka arbeiðsmegi. So seint sum í 1998
stað festi ein kanningarnevnd hjá
Parla mentinum, at í ávísan mun vóru
grundgevingarnar fyri tiltakinum eis
ini rasistiskar. Í frágreiðing síni vísti
nevndin á skjøl, har tað stóð, at tað
var eitt politiskt mál at útvega lond um
ísamveldinum»góða,hvítaarbeiðs
megi«.
Tey børnini, sum vórðu tikin úr
sín um nærumhvørvi og send av land
inum, vóru fátæk børn, børn hjá ein
lig um mammum, foreldraleys børn og
børn, sum vóru fødd uttan fyri hjúnar
lag. Nógv børn fingu at vita, at teirra
foreldur vóru deyð, men í fleiri før um
var hetta als ikki so. Nú endaðu børn ini
á barnaheimi ella øðrum stovni hinu
megin jørðina, og nógv teirra blivu
brúkt til trælaarbeiði á bóndagørðum
og verk smiðjum.
Misbrúkt
Tann 74 ára gamli Laurie Humphreys
var 13 ára gamal, tá hann ein dagin í
1947 bleiv sendur av barnaheiminum
í heimbýnum Southampton í Suður
onglandi til Avstralia. Í samrøðu við
blaðið The Times greiðir hann frá, at ein
dagin kom ein nunna á barnaheiminum
til hansara og spurdi, um hann ikki
hevði hug at sleppa til Avstralia at
ferð ast.
– Tey søgdu okkum, at Avstralia var
eitt vakurt land hinumegin jørðina. Tey
søgdu, at í Avstralia skein sólin alt sam
døgrið, og at vit skuldu sleppa at sita
á rossa baki í skúlanum. Í oyrunum á
ein um 13 ára gomlum drongi ljóðaði
hetta sum eitt spennandi ævintýr, sigur
Laurie Humphreys við The Times.
Men hann fekk annað at síggja. Í Av
stralia bleiv hann fluttur á eitt dreingja
heim, og har bleiv hann koyrdur til
arbeiðis longu tann fyrsta dagin.
– Ta fyrstu vikuna bleiv eg sett ur til
at mjólka neytunum, men so varð eg
settur til at hjálpa við yms um byggi
arbeiði. Tá eg fylti 14, fekk eg arbeiði
sum trukkførari. Vit arbeiddu, svóvu og
ótu. Tað var alt. Nógvir av dreingjunum
lærdu ongantíð at lesa, og teir flestu
blivu misbrúktir kynsliga og likamliga,
sigur Humphreys. Ein frágreiðing, sum
bleiv almannakunngjørd í 2001, váttar
tað, sum hann sigur. Har stóð, at tey, sum
stóðu fyri leiðsluni á dreingjaheiminum,
vóru sum ringastu einaræðisharrar og
sálarligir mannaátarar.
Humphreys greiðir eisini frá, at tá
hann fór úr Onglandi, fekk hann eitt
skjal, sum var ein váttan frá myndug
leikunum um, at foreldur hansara vóru
deyð. Men 49 ár seinni kom hann eftir,
at hetta var ikki so. Tá fekk hann at vita,
at pápin hevði verið á lívi 30 ár eftir, at
Humphreys varð sendur til Avstralia,
og at hann sjálvur átti fýra brøður og
tríggjar systrar í Onglandi.
Umbering
Fyri átta døgum síðani vóru Laurie
Humphrey og 40 onnur bretsk barna
heims børn í avstralska tinghúsinum í
Canberra, har tey hoyrdu avstralska
for sætis ráðharran, Kevin Rudd, biðja
um umbering fyri tað, sum hann kall
aði »ein myrkur kapittul í landsins
søgu«.
– Samfelagsins vegna biði eg um
um bering fyri hendan sorgarleik. Vit
biðja um umbering fyri, at vit tóku
barna árini frá tykkum. Vit biðja um
um ber ing fyri, at tit vórðu tikin frá
for eldr unum og savnað á stovnum,
har mong tykkara blivu misbrúkt. Vit
biðja um umbering fyri tykkara líð ing
ar og fyri, at tit ikki fingu tann kær leika
og ta umsorgan, sum børn eiga at fáa,
segði ein sera kensluborin for sætis ráð
harri.
Men tað var ikki bara hann, sum
bardist við kenslurnar hesa løtuna.
Tað gjørdu mangir av áhoyrarunum
eisini og ikki minst tey gomlu barna
heimsbørnini.
Ov seint
Bretski forsætisráðharrin, Gordon
Brown, hevur játtað at hitta tey barna
heims børnini, sum framvegis eru á lívi,
og ætlandi verður tað eina ferð fyri
jól. Tá fer hann eins og starvsfelagin í
Avstralia at biðja tey um umbering.
Men mong halda, at ein umbering
er ikki nóg mikið í hesum føri, og at
umberingin kemur ov seint. Har aftur
at er tað fallið fleiri fyri bróstið, at
umberingin frá tí almenna Bret landi
kemur aftan á ta avstralsku umber
ingina.
– Tað er skammiligt, at okkara móður
land skal drála við at biðja um umbering,
tí tað var tað, sum skipaði fyri hesum
út flutninginum og hevði ábyrgdina,
siga felagsskapirnir hjá teimum fyrr
verandi barnaheimsbørnunum við
The Times.
Sendu foreldraleySu
børnini av landinum
til trælahald
Tey FIngu TIlboð um eITT nýTT og beTrI lív, men í
veruleIKanum vórðu meIrI enn 100.000 breTSK børn
Misbrúkt grovlIga, eFTIr aT Tey vóru Send TIl lond í
breTSKa SamveldInum vIð Tí almenna endamálI aT øKja
arbeIðSmegIna og Tað hvíTa FólKIð í hjálondunum
Avstralski forsætisráðharrin, Kevin Rudd, við einum
av teimum gomlu bretsku barnaheimsbørnunum
Dreingirnir fingu lyfti um eitt ævintýrland, men
fingu ístaðin hart arbeiði og vórðu misbrúktir
Tvíburðarnir Brian og Kevin Sullivan vórðu
sendir til Avstralia sum 10 ára gamlir
myndir: the times
Kelda: the tiMes