Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2009 21 lýsingar Leiðari til Vinnulívsdeildina Avbjóðingin: Vit sóknast eftir virkisfýsnum leiðara at taka við ábyrgdini av nýsamanløgdu vinnulívsdeildum okkara í Havn og Saltangará. Alt virksemið verður nú savnað í Havn, og sum vinnulívsleiðari verður tín fremsta uppgáva at leiða og menna Vinnulívsdeildina og tryggja, at deildin liggur á odda í lønsemi og hevur mest nøgdu kundarnar. Virksemið á Vinnulívsdeildini fevnir um fíggjarligar heildarloysnir fyri allar okkara vinnulívskundar kring landið. Harafturat arbeiðir deildin eisini við virksemi uttanlands. 18 fólk starvast á Vinnulívsdeildini, og tú fært ábyrgd av einum dugnaligum toymi av starvsfólki. Starvið fevnir tí eisini um starvsfólkarøkt og samskipan av arbeiðnum, sum skal tryggja, at toymið virkar til fulnar, soleiðis at Vinnulívsdeildin til eina og hvørja tíð er kappingarfør og framfýsin. Talan er um eitt krevjandi starv, ið krevur áræði og orku, og leita vit tí eftir einum persóni, ið hevur hesar førleikar og eginleikar: Fakligir førleikar: - Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú cand. merc, cand. oecon, HD ella líknandi og/ella hollan kunnleika til ella royndir úr bankayrkinum - Tú hevur royndir innan leiðslu ella ynski um at verða leiðari - Tú hevur innlit í vinnulív, roknskap og búskap - Tú hevur góðar málsligar førleikar, og dugir væl enskt í skrift og talu Persónligir eginleikar: - Tú hevur handilsligan hugburð og eyga fyri góðari forrætning - Tú ert jarðbundin, men eisini nýhugsandi og forvitin, og sært møguleikar heldur enn forðingar - Tú hevur lætt við at taka avgerðir og skjótt við at umseta hugskot til veruleika - Tú hevur gott yvirlit og samstundis tev fyri smálutum - Tú hevur ein jaligan hugburð, góð samstarvsevni, dugir væl við kundum og ert førur fyri at geva arbeiðsfeløgunum íblástur - Tú ert fleksibul, kanst arbeiða undir trýsti og ert sinnaður at leggja stóra orku í arbeiðið Vit bjóða: Eitt avbjóðandi starv við beinleiðis tilvísing til stjórn og við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning á einari vinnulívsdeild í støðugari menning. Starvið verður sett sum skjótast, og lønin verður sett eftir avtalu í samsvari við royndir og førleika. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Olsen, stjóra, á tlf. 548575, teldupostur: bjarni.olsen@eik.fo, Boga Bendtsen, undirstjóra og kredittleiðara, á tlf. 548520, teldupostur: bogi.bendtsen@eik.fo ella Elin Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. 548510, teldupostur: elin. sigvardsen@eik.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2009 og skulu stílast til Eik Banki Att.: Elin Sigvardsen, starvsfólkaleiðari Yviri við strond 2 100 Tórshavn ella í telduposti til elin.sigvardsen@ eik.fo Stiðjagøta 10 · FO- 100 Tórshavn Tel. 35 38 97 · www.weihe.fo Maverick by Mosberg pump gun kr. 2.895,- Mossberg byrsa 1/2 aut. kr. 6.500,- Luftbyrsa Gamo Hunter 440 v/sikti 4,5/5,5 kr. 2.895,- Kikarasikti til luftbyrssur Úr kr. 595,- Høgl til luftbyrssu Vápnaolja,skeftiolja, reinsisett o.a til viðlíkahald av byrssum Lincoln byrssur Y/U (ymisk model) Úr kr. 7.995,- Plettskot frá Jógvan Weihe Alt innan vápnarøkt Patrónbelti 25 skot leður kr. 295,- Eley patrónir til veiðu og til leirdúgvu­ skjóting. Avsláttur verður latin tá keypt verður í størri nøgdum. Byrssutaska kr. 295,- Eisini hava vit byrsukuffert Kr. 695,-