Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 233 - 4. desember 2009 Bygdaráðið í Hvalba vil nú hava greitt at vita um kommunan fær stuðul til at umvæla skaðan eftir Kyndilsmessuódnina í 2008 og tey frábiðja sær uttanumtos Kommunalur mismunur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Bygdaráðið í Hvalba vil nú hava greitt svar frá Anniku Olsen: Fær Hvalbiar komm­ una stuðul til at umvæla umfatandi skaðan, sum havnarlagið í bygdini fekk í Kyndilsmessuódnini í 2008, ella ikki? Og Hvalbiar Bygdaráð ger samstundis vart við, at uttanumtos verður ikki góðtikið. Í Kyndilsmessuódnini seinast í Januar í 2008, fekk grótkastið í Hvalba so stóran skaða, at tað hevur kostað kommununi einar 11 milliónir at umvæla tað. Men Hvalbiar Kommuna hevur ikki fingið eitt klovið oyra í stuðuli frá landinum til ábótina. Í somu ódn fekk havnar­ lagið í Skálavík eisini skaða, sum kostaði eina slaka millión at umvæla. Men her játtaði landið 400.000 krón­ ur í stuðuli, umframt at skip­ að varð fyri privatari inn­ savning, eins og aðrar kommunur samtyktu at lata skálvíkingum stuðul. Gera mismun Hvalbingar skilja ikki, hvussu landsins myndugleik­ ar kunnu fáa seg til at gera so stóran mun á kommunum og hví Skálavík fekk helvtina av umvælingarkostnaðinum í almennum stuðuli, men at Hvalbiar Kommuna ikki fær eitt oyra. ­ Vit skilja rætt og slætt ikki, hvussu landsins mynd­ ugleikar kunnu gera so stór­ an mun á tveimum komm­ unum, sum eru komnar í akkurát somu støðu, sigur Otto West, borgarstjóri. Bygdaráðið fekk at vita úr landsstýrinum, at á fíggj­ arlógini, sum varð samtykt á várið í 2008, var rúm ikki fyri at játta hvalbingum stuðul til endamálið, men at umsóknin fór at verða við­ gjørd í sambandi við fíggj­ arlógina fyri 2009. Men heldur ikki tá varð eitt oyra sett av til hval­ bingar. Hvalbingar hava kortini ikki givið skarvin yvir og tí minna teir nú enn einaferð landsins myndugleikar á málið og biðja um, at pen­ ingur verður settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár. Bygdaráðið i Hvalba ger púra greitt, at fær kommun­ an ikki stuðul, vilja tey hava eina greiða grundgeving fyri at sýta umsóknini. Og tey gera eisini greitt, at tey góðtaka ikki einaferð enn at fáa at vita, at peningur ikki er tøkur á fíggjarlógini, tí hetta er triðja árið á rað, umsóknin liggur inni. Hvalbingar vilja hava greið boð frá Anniku Olsen Nú vil Otto West, borgarstjóri í Hvalba, ikki hoyra talan um nakað uttanumtos longur, tí nú vil hann hava greitt svar Annika Olsen sigur, at tað er ein uppgáva hjá kommununi at gjalda fyri ábøtur á einum havnarlagi og at tað ikki var við hennara góða vilja, at skálvíkingar fingu almenna stuðul Kommunalur mismunur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Annika Olsen, landsstýris­ kvinna í innlendismálum, fer ikki at lata hvalbingum stuðul til at umvæla grót­ kastið fyri eftir skaðan tað fekk í Kyndilsmessuódnini seinast í januar í 2008. Tað ger hon púra greitt í morgun. Hon staðfestir eisini, at tað var ikki við hennara góða vilja, at skálvíkingar fingu stuðul til skaðan, sum ódnin elvdi til har. ­ Tá ið landsstýrið legði fíggjarlógina fyri 2008 fyri Løgtingið, høvdu vit onki sett av til stuðul fyri brim­ skaðar í Skálavík og í Hvalba, sigur hon við Sosialin. ­ Tað gjørdu vit ikki av teirri einføldu orsøk, at tal­ an er um tvey kommunal havnarløg og at tað sostatt er ein kommunal uppgáva at halda tey. Annika Olsen sigur, at tað var meirilutin í fíggjar­ nevndin hjá Løgtinginum, sum av sínum eintingum setti 400.000 krónur av til Skálavíkar. Men hon setti ikki eitt oyra til hvalbingar og tað samtykti løgtingið. Men tað broytir ikki hennara støðu um, at tað er ein kommunal uppgáva, sum landið ikki eigur at lata stuðul til og tí vil hon ikki seta pening av til Hvalbiar av prinsipiellum orsøkum. Tí hevur hon heldur ikki sett pening av til stuðul til hvalbingar á fíggjarlógini fyri næsta ár. Í egnar hendur Helena Dam á Neystabø sigur, at í hesum føri hendi tað, at Løgtingið tók avgerð­ ina úr hondunum á lands­ stýriskvinnuna og samtykti stuðul til Skálavíkar uttan um hana. Hinvegin sigur Annika Olsen, at hon er rættiliga hørm um støðuna, tí føla hvalbingar, at teir eru fyri vanbýti, skilir hon teir væl. ­ Tað er ógvuliga óheppið, at mismunur verður gjørdur á kommunum, men í hesum føri er tað Løgtingið, sum hevur gjørt hendan mismun­ in og ikki landsstýrið, sigur hon. Fyri einum ári síðani, spurdi Kári á Rógvi, løg­ tingsmaður, hvussu lands­ stýrið ætlar at stuðla hval­ bingum og skálvíkingum eftir Kyndilsmessuódnina. Tá svaraði Annika Olsen, at havnarløgini eru komm­ unal og at samanhangur má vera ímillum ognarrætt, ábyrgd, inntøkur, útreiðslur og skyldur annars. Hon sigur, at spurningurin um at lata hvalbingum stuð­ ul til at umvæla brimskaðan, hevur verið fyri á landsstýr­ isfundi, men at landsstýrið tók ikki undir við at lata hvalbingum stuðul til enda­ málið. Annika Olsen vil ikki stuðla hvalbingum Annika Olsen sigur, at tað var ikki við hennara góða vilja, at skálvíkingar fingu almennan stuðul til at umvæla brimskaðan eftir kynd­ils­ messuód­nina í 2008 og tí vil hon held­ur ikki seta pening av á fíggjarlógini til hvalbingar Smuglaði 200 tons av kokaini Í New York hevur dómsvaldið givið meksikanska rúsevnabaróninum Gilberto Salinas Doria 27 ára fongsul, eftir at hann varð dømdur sekur í at hava smuglað minst 200 tons av kokaini úr Meksiko til USA í árunum frá 1994 til 1999. Gilberto Salinas Doria varð tikin í Meksiko í fjør og seinni útflýggjaður USA til rættarsókn sambært einari avtalu millum tey bæði londini. Áðrenn hann bleiv tikin, stóð Doria á odda fyri at smugla kokain úr Meksiko um markið til Texas, haðani rúsevnið bleiv sent til marknaðirnar í stórbýum sum New York og Los Angeles. Dýrt bræv Serkøn vænta metprís, nú eitt bræv hjá tí fyrsta amerikanska forsetanum, George Washington, skal seljast á uppboði í New York. Brævið, sum sjálvandi er hondskrivað, er undirskrivað og dagfest tann 9. november í 1787 og er fýra síður langt. Í brævinum skrivar George Washington um ta amerikonsku stjórnarskránna, sum var rættiliga nýggj tá, tí hon kom í gildi tann 17. september í 1787. George Washington gjørdist tann fyrsti amerikanski forsetin 30. apríl í 1789. Serkøn vænta, at bræv hansara fer fyri einar 15 milliónir krónur á uppboðnum í New York.