Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 22 VIKUSKIFTI AnAlysA Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com ‒ Tað snýr seg heilt einfalt um at gjøgnum skoða bullshit. Um at duga at skyna á, hvat er substansur, og hvat ikki er vert at reagera uppá. Orðini eigur Michael Christian­ sen, meistaraligi spinn dokt arin hjá fyrrverandi danska forsætisráð harr­ anum Anders Fogh Rasmussen. Sein­ asta vikuskiftið luttók hann á eini ráð stevnu um fjølmiðlar og politikk í Keyp mannahavn. Og við sínum sjálv­ sikra stíli hugleiddi hann um, hvussu lætt tað var at vinda journalist ar nar um sín lítlafingur í tíðini í for sætis­ málaráðnum. Búskaparsemja í evsta tíma Dagin eftir ráðstevnuna um fjølmiðlar og politikk seinasta vikuskiftið eftirlýsir for maður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, eina breiða búskaparsemju, sum skal fáa risa hallið á fíggjarlógini burtur. Flokkurin hevur havt landsfund í Klaks vík, og nakrar fáar dagar áðrenn fíggjarlógin skal samtykkjast í løg ting­ inum er Fólkaflokkurin komin fram til, at landið hevur brúk fyri eini búskapar­ semju. Ein flott niðurstøða at koma til. Sam gongan hevur arbeitt við eini búskapar semju meginpartin av ár­ inum, sum varð samtykt í juli og fekk navnið »ólavsøkupakkin«. Men kort­ ini er útmeldingin breaking news í fjølmiðlunum, og bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hugleiða eitt langt og annað breitt um nýggja útspælið hjá Jørgen Niclasen. Hálva aðru viku áðrenn fíggjarnevndin skal leggja álit fram um fíggjarlógina fyri 2010! Horvnir spurningar Uttanríkisráðharrin breiðir seg víð­ ari út um galloperandi vøksturin í al mennu útreiðslunum og bedýrar, at Fólka flokkurin vil skerja og spara, tí Fólka flokkurin stendur fyri einum ábyrgdar fullum fíggjarpolitikki. Men Jørgen fær ongan spurning um, hví Fólkaflokkurin hevur loyvt útreiðsl­ unum at vaksa so nógv. Flokkurin, sum sjálvur hevur sitið við valdið síðani 1996 undantikið seks kaotiskar mánaðir við CHE­samgonguni í 2008. Ongin spurn­ ingur um, hví landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, ikki heldur sín lut í ólavsøkupakkanum og fær inntøkutrygdina hjá fiski monn um av fíggjarlógini og út á arbeiðs markn­ aðin. Ein sparing, sum kann vinna lands kassanum 50 milliónir komandi ár. Jørgen fær ongan spurning um, hvussu man ætlar at koma hallinum til lívs uttan at breiðka inntøkugrundarlagið hjá lands kassanum. Ongin spurningur um, hvussu vit skulu hava ráð til at byggja tunlar í Norðoyggjum og undir­ sjóvar tunnil til Sandoynna fyri væl yvir eina milliard, soleiðis sum fólkafloks­ bossurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kalls berg, íðin talar fyri. Og sum Jørgen hev ur stuðlað honum í, tá Jóannes Eides gaard valdi at strika tunlarnar í sín um fíggjarlógaruppskoti. Trupulleikin er ikki Fólkaflokkurin ella Jørgen Niclasen. Trupulleikin er, at eingin setti Jørgeni teir avgerandi spurn ingarnar, so vit kundu fingið ítøki ligt innihald á borðið. »Tíðindaskrivini« hjá Edmundi Ein annar klassikari er Edmund Joen­ sen. Í fleiri ár hevur sambands mað­ urin sent miðlunum lesarabrøv, sum hann og hansara skribentur rópa fyri »tíðindaskriv«. Eitt genialt hugskot, tí tá okkurt ber heitið »tíðindaskriv«, so renna tíðindafólk glaðbeint avstað, og lesara brøvini gerast ferð eftir ferð tíðinda søgur í bløðunum og í loftmiðl­ unum. Men hvussu leingi er tað ein tíð­ inda søga, at Edmund er ímóti EFTA­ limaskapi og fyri ES­limaskapi? At hann er ímóti blokkniðurskurði og fyri at tiðna blokkin? Tjóðveldi meldaði í seinastu viku út, at blokkurin skal vera burtur í 2014. Vit fáa eitt hall uppá eina lítla milliard komandi ár, men vit skulu sambært Tjóð veldi strika eina stabila inntøku hjá landskassanum uppá 615 milliónir kom andi fýra árini. Eingin spurdi Tjóð­ veldi, hvussu vit skulu kompensera fyri mistar inntøkur. Ballónin hjá John Javnaðartingmaðurin John Johannesen bleiv høvuðspersónur fyri nøkrum vik­ um síðani, tí hann helt, at tað skal vera bíligari at flúgva til Danmarkar. Alt gott um tað. Men so hvørt sum søgan tók skap, bleiv hon meiri og meiri innan­ tóm. Ongin politisk viðgerð lá aftan­ fyri. Ongar útrokningar. Ongar ætlanir. Eingin semja. Bert ein tanki hjá John Johannesen. Og tak Javnaðarflokkin, sum í juli samtykti ein ólavsøkupakka, men sum nú ikki vil kennast við fleiri spar­ ingar í hesum sama pakka, serliga á almanna økinum. Sparingarnar í pen­ sjón unum útloystu eitt ramaskríggj, og Javnaðar flokkurin royndi at turka upp­ skotið uppá embætisfólkini í fíggjar­ málaráðnum. Tað má vera fyrstu ferð í søguni, at embætisfólk hava borið eitt uppskot í tingið uttan um lands stýris­ mannin. Skulu vit renna aftaná øllum hug­ skotum hjá øllum politikarum? Ella skulu vit gjøgnumskoða bullshittið, fáa fatur á substansinum og viðgera tey evnini, sum hava uppiborið eina við gerð? Hví runnu fjølmiðlarnir aftaná búskaparsemjuni Hjá jørgen niclasen, tá Samgongan Hevur arbeitt við eini slíkari meginpartin av árinum? Hví verða »tíðindaSkrivini« Hjá edmundi joensen altíð tikin upp? Hví slapp eidesgaard at turka Sparingar í pensjónum uppá síni embætisfólk? onkuntíð kundu vit fjølmiðlafólk gjørt tað betri ... Kynstrið at gjøgnumsKoða Nakrar fáar dagar áðrenn fíggjarlógin skal samtykkjast í løgtinginum er Fólkaflokkurin komin fram til, at landið hevur brúk fyri eini búskaparsemju Tað má vera fyrstu ferð í søguni, at embætisfólk hava borið eitt uppskot í tingið uttan um landsstýrismannin bUllshIt