fríggjadagur 4. desember 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2009
23
Politiska nervaspælið
mill um heimsins
lond við trýsti frá al
tjóða fyritøkum og
um hvørvis verndar
felags skapum er
í hásæti komandi
dagarnar á COP 15
veður lagsfundinum
í Keyp manna havn.
Tað er so at siga breið
semja um at veður
lagsbroytingar eru
mannaelvdar og at
inntriv mugu gerast
fyri at tálma útláti,
men sonevnda tposta
gølan í Bretlandi
hevur nú beint und
an fundinum sett
spurnaðartekin við
trúvirði, tí tað vísir
at ávisir gransk arar
hava gjørt myndina so
dapra sum møguligt,
og tað kann ávirka
grundarlagið fyri
samráðingunum, tí
skeptikarar nú kunnu
seta spurnaðartekin
við gransk ingarúrslit
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Mánadagin
byrjar
nógv
um rødda
veðurlags ráð
stevn an COP15 í Keyp
mannahavn. Endmálið við
ráðstevnuni hevur verið at
fingið eina nýggja avtalu
sum tekur við, tá tíðar
skeiðið fyri Kyotoavtaluna
rennur út í 2012. COP
(Con ference of the Parties)
er ein árlig ráðstevna, sum
verður skipað av UNFCCC
(United Nations Framwork
Contract
on
Climate
Change), sum kann sigast
at verða umhvørvisparturin
í ST. UNFCCC, bleiv sett á
stovn í samband við um
hvørvisráðstevnuna í Rio
de Janeiro í 1992 og fekk
virkni í 1994. Í dag eru 192
lond limir í UNFCCC.
Tað eru 4 høvðuspunkt á
skránni í samband við COP
15
fundinum
í
Keypmannahavn:
• Tálma útlát
• Veðurlagstillaging í
fátøkum og viðhvomum
økjum
• Tøknimenning og spjað
ing av tøkni, serliga at
geva triðjaheimslondum
atgongd til tøkni
• Fígging og íløgur í sam
band við nýggja avtalu,
her verður eisini hugsað
um menning av triðja
heiminum.
Bali ráðstevnan
COP 13 ráðstevnan á Bali
fyri tveimum árum síðan
setti
Keypmannahavnar
fund in sum mál og evsta
mark fyri at fáa eina nýggja
avtalu at avloysa Kyoto
avtaluna. Baliniðurstøðan
nágreinar tó ikki um talan
skal verða um eina politiska
ella løgfrøðisliga bindandi
avtalu, bert at semjast skal
fáast ílag.
Ymisk áhugamál
Nógv áhugamál skulu verj
ast tá stórar altjóða avtalur,
sum binda lond í teirra inn
lendis rásarúmi, skulu ger
ast. Áhugamálini hjá ymsu
londunum eru ymisk og
sigast kann, at tað er stórur
munur millum fatanirnar
hjá ídnaðar og menn ing
arlondunum. Ríku ídnaðar
londini hava verið bundin
av Kyotosáttmálanum at
minka um útlát. Menn ing
arlondini hava ikki havt
hesa binding. Støðan er nú
tann, at fleiri menningarlond
bæði vaksa skjótt og dálka
illa. Serliga USA hevur lagt
dent á, at størru menn ing
arlondini eisini skulu hava
krøv. Her verður serliga
hugs að um Kina. USA
hevur fleiri ferðir víst á, at
talan verður ikki um nakra
avtalu uttan Kina. Men eis
ini verður roknað við at
onn ur menningarlond skulu
hava krøv. Minst mentu
menn ingarlondini,
so
nevndu LCD; sleppa helst
undan bindingum
Bólkar
Bólkarnir av londum í sam
band við COP 15 fundin
eru nógvir, men serliga er
tað tvístøðan millum ídnað
ar lond og menningarlond,
sum er sjónlig. Tað er ein
breið fatan í menningar
londunum, at ídnaðarlondini
eiga ábyrgdina at manna
elvdu veðurlagsbroyt ingun
um, og tí eisini eiga at bera
kostnaðin av hesum og
samstundis loyva menn ing
arlondunum at menna seg.
Á
fyrireikandi
fundi
í
Barcelona í november var
greitt, at stór ósemja enn er
um, hvussu stór minkingin
av útláti skal skipast, hvussu
fígging av átøkum skal
verða og um triðjaheimslond
eisin skulu hava bindingar í
mun til útlát.
Politiska spælið
Ein altjóða veðurlagsavtala
er nógv meiri umfatandi
enn at sannføra statsleiðarar,
hvørs høvuðsábyrgd er í
teirra egna landi. Tí er tað
avgerðandi
neyðugt
hjá
stats leiðarum at fáa eina
avtalu, sum er best møgulig
fyri teirra land, og sum
politiska skipanin í teirra
landi kann taka undir við,
tá hon skal góðkennast.
Stóra myndin í altjóða
politiska spælinum er, at
Kyoto avtalan setti krøv til
ídanaðarlond um at skerja í
útláti. USA setti ongantíð
Kyoto avtaluna í verk, tí
politisk undirtøka ikki var
fyri henni í USA, hóast hon
var undirritað. Nú nýggj
av tala skal gerast, hava
ídnaðarlondini og serliga
USA víst á, at menn ingar
londum eisini skulu vera
sett krøv í hesi avtalu. Or
søkinar eru serliga tvær;
um skjótt vaksandi menn
ingarlondini ikki eisini fáa
krøv, so er tað kappingar
avlagandi í mun til heims
marknaðin. Og at tað hjálpir
ikki uppá alheimsdálking,
at flyta dálkandi framleiðslu
úr einum ídnaðarlandi til
eitt menningarland, sum jú
eisini
samstundis
tekur
arbeiðspláss frá ídnaðar
londum. Tá ES samráddist
um síni 20/20/20 krøv
gjørdi
týski
kanslarin
Angela Merkel beinanvegin
greitt, at Týskland undir
ongum umstøðum fór at
taka undir við einum leisti
hvørs avleiðing var, at týsk
arbeiðspláss blivu flutt til
menningarlond, samstundis
sum savnaða dálkingin í
heimshøpi var tann sama.
Obama hevur arbeitt hart
við at fáa politiskan stuðul
til eina veðurlagsavtalu, tí
hann ynskir ikki at enda í
somu støðu sum Clinton,
sum ikki fekk Kyoto avtal
una góðkenda í tinginum.
Hinvegin, so hevur Obama
lagt mestu orkuna í at fáa
eina nýggja heilsuskipan
uppá pláss í USA. So sigast
kann, at raðfestingar í inn
lendis amerikonskum poli
tikki hava stóra ávirkan á
hvat ber til og ikki á Keyp
ma nnahavnar fundinum. Og
tí eru heimsins eygu eisini
vend ímóti politisku við
gerðini í USA um teirra
framtíðar politikk á hesum
øki. Veðurlagsavtalan setir
karmar fyri framtíðar vinnu
og skal finna ein leist fyri
burðardyggari menning av
menningarlondum, og tí er
talan um eitt torskilt polit
iskt spæl, sum umfatar
nógv meiri enn at tálma
út láti. Avtalan kann fáa
ávirk an á framtíðar búskap
ar politisku valdsjavnvágina
í heiminum, og at veðurlag
og umhvørvi tykist at hava
so stóra ávirkan, at evni nú
eisini er ein fastur táttur í
trygdarpolitikki.
COP 15
Bøgøta 5, 100 Tórshavn, tel 310088
sær tú møguleikarnar?
... annars hava vit eisini sjóneykur!
Allir kikarar
og sjóneykur -10%
Allir kikarar
og sjóneykur -10%
Bogi Eliasen, cand.scient.pol, hevur seinastu árini skrivað nógvar
greiningar, analysur og bakgrundsgreinar í Sosialinum um ymisk
aktuell mál. Í sambandi við veðurlagsfundin í Keypmannahavn fer
hann í komandi bløðum at skriva frá og rundan um fundin.