fríggjadagur 4. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 233 - 4. desember 2009
viðmerkingar
Qlaxvík? Zumba? Er
henda stævsedingin ykky
sgeiv? Jú, hon er høpisleys.
Og argumentini fyri
skerda stavraðnum eru
eisini høpisleys. Latið
okkum gera tað, sum er
skilabest. Tað ger einki um
tey, sum hava rætt, eisini
fáa rætt
"... tað er nakað helvitis tvætl".
"Sjúrður Skaale hevur einki
annað gjørt í tveir mánaðir enn
at profilerað seg við at søkja at
tí føroyska málinum".
Orðini segði Tobbi í eini
samrøðu við Rás2 um hetta
góða alfabet-málið.
Tá uppskotið varð viðgjørt á
tingi segði sami maður, at hevði
ein sambandsmaður lagt tað
fram, hevði hann "verið ákærd-
ur fyri landasvik og alt tað
fúlasta mann kann siga um eitt
menniskja". Og hann helt fram:
"hevði tað verið í einum
U-landi, so hevði hann allar-
helst verið skotin".
Eitt sindur hvøss orð má sig-
ast - sjálvt tá tey verða verða
tikin út Tobbasa stundum
óstort liga vocabularium.
Tað merkiliga er, at tað ikki
var nakað málsligt stórmál,
sum fekk sinnið í Tobban. Ein-
ans eitt uppskot um, at nakrir
bók stavir skulu setast inn í
okkara alfabet. Ikki fremm-
andir bók stavir, men stavir
sum vit øll, eisini Tobbi, brúka
hvønn ein asta dag tá vit skriva
før oyskt. Og stavir, sum fleiri
túsund føroyingar bera í
sínum navni.
Tað snýr seg altso um at
fremja eina neyðuga justering,
so samsvar verður
millum alfabetið og veru leikan.
So føroyska alfa betið kann hýsa
veruleikanum. So vit ikki
longur hava eitt føroyskt alfabet
til pynt, og eitt útlendskt, sum
vit brúka.
Men tað var ikki bara Tobbin,
sum sló hart á knappaborðið.
Tað, sum onnur hava sagt -
bæði alment og (serliga) í
privat um teldubrøvum - hevur
verið lítið mildari.
Men tað er ókey. Grund leggj-
andi er tað jú positivt, at kjak
um málið vekir so sterkar
kensl ur. Tað vísir, at Føroya
mál, enn sum áður, kann "røra
hjarta streingir". Fólk eru ikki
líkasæl - og so leingi tey ikki
eru tað, skal føroyskt nokk
yvirliva.
Kritikkur tikin til eftirtektar
Men hvat var tað, sum gjørdi
nøkur fólk so ill?
Í fyrstani var ónøgd við
ætlanina um at skipa alfabetið
við løgtingslóg. Løgtingið skal
ikki avgera ein málfrøðiligan
spurning við lóg, varð sagt. Tí
hvat verður so tað næsta?
Hesin kritikkur var skila góð-
ur - og hann var eisini tikin til
eftirtektar: Løgtingið avgjørdi
ikki spurningin við lóg (- hóast
meiriluti helst hevði verið fyri
tí). Í staðin varð samtykt, at eitt
málráð skal fáa heimild at gera
hetta av. Tey kritisku fingu altso
sín vilja.
Løgtingslimir søgdu kortini
sína hugsan um spurningin,
eins og ein samd mentanar-
nevnd mælti til, at vit fáa eitt
fult alfabet. Men við hesum
tilmæli slepti Løgtingið
málinum.
Qlaxvík?
Kritikkurin helt kortini fram:
At víðka alfabetið fer at
skapa ruðulleika! segði ein. Tað
fer at "smildra føroyska
rættskriving", segði ein annar.
Fólk fara at sleppa øllum
reglum. Tey fara ikki longur at
skriva sirkus, men circus, segði
ein. Einki barn fer at skriva
Selatræ! segði ein annar. Tey
fara at skifta millum Celatræ og
Zelatræ! Sára fer antin at
skrivast Zára ella Cára. (Eg fari
helst at eita Cjúrður...)
Hugsanin tykist altso vera, at
fólk gera sær sína egnu stav-
seting burtur úr alfabetinum.
Og jú fleiri stavir, jú størri
ruðulleiki.
Hetta er, orsaka vendingina,
nakað forferdiligt tvætl. Eingin
fer nakrantíð at skriva hvørki
Celatræ, Wiðareiði, Zumba ella
Qlaxvík!
Alfabetið er bara eitt yvirlit
yvir teir stavir, vit nýta. Stav-
setingin sigur, hvussu teir skulu
nýtast. Hon sigur, hvat er rætt
og hvat er skeivt. Henda
stævsedingin er sgeiv. Og
hendan er røtt.
Vit hava bæði fyrra I og
seinna Y í alfabetinum. Men
fyri tað er eingin, sum skrivar
"ykky" tá hann skal skriva
"ikki". Tí "ykki" er skeivt og
"ikki" er rætt.
Skeiv samkoma
Tað hevur eisini verið tosað um
at ynskja danskt prestastýri.
Um at vilja steðga allari orða-
gerð. Um at vanvirða 100 ára
málstrev. Og mangt annað, sum
ikki er vert at svara til.
Men tann mesti - og mest
áhugaverdi - kritikkurin, hevur
snúð seg um persónar:
"Tú gevur Málfelagnum
rætt!"
"Tú ert farin í part við André
og teimum!"
"Tillukku við tínum nýggju
vinum!"
Problemið var, at eg gav tí
skeiva partinum rætt...
Hetta vísir, hvussu partarnir í
málkjakinum farnu árini er
dotnir niður í tvær skotgravir.
Øðrumegin hevur staðið tað
konservativa Fróðskaparsetrið
og hinumegin tað liberala
Málfelagið. Tað hava verið
Jóhan Hendrik og hansara
menn móti André og hansara
monnum.
Og tað hevur ikki borið til at
verið kritiskur móti báðum.
Ella at tikið undir við báðum.
Tann, sum ikki hevur verið við,
hevur verið ímóti.
Tað, sum teir konservativu
hava sagt um Málfelagið, hev ur
mint um tað, sum víð gongd ir
babtistar kundu sagt um kirkj-
una: Prestar ber ikki til at tosa
við! Teir hava ikki bara skeivt -
teir eru sjálvur skeivleikin!
Tað, sum málfelagsmenn
hava sagt um teir konservativu,
hevur verið í sama duri. Báðir
partar hava hildið, at hin partur-
in hevur viljað málinum ann.
Júst sum tann víðgongdi kristni
heldur tey, sum hoyra til skeiva
samkomu, vilja sjálvum kristin-
dóminum ann.
Góður dynamikkur
Eg fegnist stórliga um, at
nýggja Málnevndin er meira
pragmatisk enn tann gamla. Tí
eingin vil málinum ilt. Øll tey,
sum nýta tíð og orku til kjakið,
økja málsligu tilvitanina. Tey
gagna málinum. Tey vilja
málinum tað besta. Men tey eru
ósamd um, hvat tað besta er.
Eg haldi vit øll mugu ásanna,
at tann puristiska kósin á mang-
an hátt hevur verið gagnlig.
Somuleiðis er greitt, at "mál-
reinsingin" stundum er farin ov
langt. Mál er ein livandi organ-
isma, sum má sleppa at menn-
ast frítt millum fólk. Málið hjá
fólkið kann ikki og skal
ikki stýrast meira enn eitt vist.
Ósemjan millum setur og
Málfelag hevur skapt ein fínan
dynamikk í kjakinum. Men tá
tað verður sekteriskt og
ideolog iskt, er tað ikki gagnligt
longur. Tá tað avgerandi ikki er
hvat verður sagt, men hvør
sigur tað, eru vit farin av kós.
Orðaskiftið um alfabetið
vísir, at tað er hetta, sum er
hent.
Tí argumentini fyri skerda
alfabetinum eru ikki logisk. Tey
snúgva seg ikki um sjálvan
spurningin, men um flokka-
drátt. Persónsstríð. Ideologi. Alt
tað, sum sum so mangan forðar
skilagóðum loysnum. Tey
byggja á eina hugsan um, at
hóast mótparturin hevur rætt, so
skal hann ikki fáa rætt.
Eitt dømi um hetta var
maður in, sum illsliga segði við
meg: Her skal einki broytast!
Tað føroyska ABC'ið er
ivaleysa gott...!
Tá málið verður ein ideologi
Tíðargreinin
tíðargreinin
Sjúrður Skaale
» Ósemjan millum setur og
Málfelag hevur skapt ein
fínan dynamikk í kjakinum.
Men tá tað verður sekter iskt
og ideologiskt, er tað ikki
gagnligt longur «
» Bæði liberal og konserva
tiv vilja málinum tað besta.
Men tey eru ósamd um,
hvat tað besta er «
» Eingin fer nakrantíð at
skriva hvørki Celatræ,
Wiða reiði, Zumba ella
Qlaxvík «
» Hevði tað verið í einum
Ulandi hevði tann, sum
setti uppskotið fram, helst
verið skotin «
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hvat er betri, rakstur ið
skap ar vøkstur – ella íløga
ið skapar viðlíkahald? Hvat
loysir seg betur, at geva fólki
hægri útbúgving ella breið-
ari veg? Tíðin er komin at
brøla fyri skúlaskapi.
Øll søgdu seg undan val-
in um farna at vilja raðfesta
útbúgving og bjóða bleytar
virðispakkar. Sjálvstýrisfólk
høvdu hug at biða hini ikki
troka soleiðis inn á okkara
higartil so einsamøllu hug-
sjónir, men fegnaðust kort-
ini, tí nú mundi okkurt fara
at henda. Sjálvstýris flokk-
urin fór tí á val uppá betri
skúlaskipan, hægri útbúgv-
ing í Føroyum, at fáa ung-
dómin heim, at síggja les-
andi sum arbeiðsmegi, og at
leggja dent á, at útbúgving
er vinna. Í hesum liggur
bæði okkara lívsfatan –
skúli og mentan eru vegurin
til størri eydnu og samfelag í
landinum – og okkara
íløguraðfesting – skúli og
mentan eru vegurin til størri
framleiðslu og búskaparligt
fjøl broytni.
Men hóast lyftini um al -
tjóða universitet og tíggju-
tals milliónir eyka til skúl-
anna, sóu vit, hvussu flestu
tingfólk hugsa: 23 atkvøddu
fyri at bora tunnil til Sand-
oyar uttan fyrst at tryggja
búskaparliga grundarlagið;
31 tingfólk atkvøddu fyri
fíggjarlóg við tveimum
tunnl um Norð um Fjall uttan
fyrst at hugsa um framtíðar
búskapin hjá Norðoyggjum,
sum heldur krevur, at skúla-
depil verður bygdur og út -
búgv ingarumhvørvi verður
skipað.
Sjálvstýrisflokkurin mátti
traðka til at bjarga Skúla-
deplinum í Marknagili. Vit
høvdu lovað at plaffa teir
leysa revolvaramenninar í
CHE niður – og vit gjørdu
tað – okkara broytingar upp-
skot varð samtykt, sum
tryggjar knappar 400 milli-
ónir til hesa útbúgv ingar-
íløgu, umframt at atlit verða
tikin til orku, umhvørvi,
byggilist og skúlatørv. Men í
løtuni rógva vit andróður í
hesum stríðnum, tí flestu
tingfólk eru sosialiseraði inn
í somu vanahugsan, sum
frammanundan ráddi. Tey
flestu kenna ramsuna í Ani-
mal Farm (Kammerat
Napoleon), at ‘fýra føtur eru
góðir – tveir føtur ringir.’
Nakað líknandi er á tingi,
har flestøll jabba upp í
saman ‘íløgur eru góðar,
rakstur er ringur.’
Løgur mugu hava tenn
Í almennum skjølum (óvist
hví) eita íløgur nú bara
‘løgur.’ Men verri enn
stavimátin er definitiónin
av løgu. Alt úr betongi,
stáli ella asfalti ið fer yvir
ávísan kostnað ella tíðar-
karm er løga. Síðani verður
fíggjarlógin býtt í tveir
part ar – løgur og rakstur.
Mytan, ella rættari polit-
iska lívslygnin, verður síð-
ani skapt, at løgur eru góð-
ar, tí tær bert kosta eina-
ferð, meðan rakstur er
ring ur, tí hann bara vindur
uppá seg, kann ikki mink-
ast aftur. Økt upptøka á
hægri skúlum er tí ring,
økt tunnlalong er tí góð.
Veruleikin er oftast beint
øvugtur. Kári P. Højgaard
fekk til dømis staðfest, at
Leynatunnilin kostaði kr.
17.300.000 at umvæla – ein
ørandi upphædd, svarandi til
meira enn árligu út reiðsl-
urnar til at granska og undir-
vísa á gamla Fróðskapar-
setrinum. Hetta kann bókast
sum løga – men prógvar
eisini, at antin løga ella
rakst ur altíð má koma í løgu
stað. Tunnlar eru óendaliga
dýrir, serliga teir, sum ikki
skapa nakran búskapar-
vøkstur, men bert bøta um
vælferðina hjá teimum
ferðandi.
At velja túsundtals undir-
vísignartímar heldur enn
einstakar tunnilsmetrar
krevur afturímóti onki
viðlíka hald ella fleiri ‘upp-
fylgjandi’ løgur. Tí tey, sum
hava fingið fak, førleika,
menning og eftirútbúgving,
kasta pengar av sær, økja
framleiðslu, skapa vælferð
hjá okkum øðrum at fordeila
Sum løgur brøla útbúgv-
ing og gransking so nógv
harðari enn betong og asfalt!
Hvør løga brølar harðast?
løgtingsmaður
Sjálvstýrisfloksins
Kári
á rógvi