Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 233 · 4. desember 2009 24 VIKUSKIFTI Ummæli Kinna Poulsen kinna_poulsen@hotmail.com Einki er so vist sum tað, at tygara um mælari fer aftur í Listaskálan at hyggja, áðrenn henda fram sýn ing er at enda komin, tí stórfingnari og áhuga verd ari minnisframsýning skalt tú leita leingi eftir. Men sum skilst hongur framsýningin »Ingálvur av Reyni 1920-2005 – Svartur og villur« í Lista savn inum til 28. februar 2010, so høvið er at fara aftur at vitja fram sýn- ing ina upp til fleiri ferðir, og hetta kann gerast neyðugt, skalt tú náa at hyggja ná greini liga at hesum 150 verkunum, ið øll hava tað uppiborið so ella so. Framsýningin er næstan ør kyml- andi, so stór er hon, men áhugavert er at fylgja gongdini hjá leitandi lista - mann inum frá teimum fyrstu roynd- unum til læruárini hjá Bizzie Høyer og víðari til ta freistandi løttu loysn ina í mótsetningslitskipanini hjá aka demi - læraranum Aksel Jørgensen. Hesar litríku landslags- og býarlýsingar eru als ikki vánaligar, um tær ikki eru eins originalar og sterkar og tær seinnu myndir nar, tá Ingálvur av Reyni verður for loyst ur í gráum og svørtum, og Jack Kamp mann hjálpir honum við at gerast varug ur við styrkina í einum tálmaðum lita vali. Her hanga dømi um listarlig gjøgn- um brot so sum ein av non figura- tivu kompositióninum við heiti- num »Kurpali« og kvirra, afturlatna meista r a verkið »Gráur morgun« sam- an við dapra verkinum »Tey ganga á vegnum og bíða«, tá Ingálvur á fyrs ta sinni roynir seg við eini størri figur- samanseting. Tað er serliga áhuga vert at síggja tær nýggjaru monumentalu kompositiónirnar, sum vit hava sæð ymsastaðni á fram sýningum, á Listasavninum, Den Frie osfr., men sum eru læntar frá privatum og almennum stovnum bæði innan- og uttanlands, og sum vit nú hava møgu leikan at uppliva sum partar av einari stórslignari heild. Tað besta Tú kennir teg evarska lítla og týdn- ingar leysa framman fyri hesum myrku, gløðandi løriftunum, ið sum veldugar apo teosur reisa seg uppi yvir tær í abstraktum, ekspressivum myndum, sum innihaldsliga tykjast snúgva seg um júst tað sama eksistentiella evnið, um stokkutu tilveru einstaklingsins, sum hjálparleysur eitt lítið bil rekur á havi alheimsins, meðan hann roynir at geva seg til kennar. »Trolaradekk« (1999), sum Lista- savnið eigur og »Brimbrot. Kolandi ódn«, sum Statens Museum for Kunst keypti í 2003, eru báðar millum tað allar besta, sum Ingálvur av Reyni hev ur gjørt, og sum á løgnan hátt geva hugasamband við »Bardagan við San Romano«, sum Paolo Uc cello málaði í 15.øld. Tað er sami dyna mikk ur og litaval, ið merkir báðar myndir nar og aðrar av teimum stóru kom posi tión i- num við á framsýningini, har vit eisini kunnu uppliva eina serstakliga áhuga- verda parafrasu frá 1979 yvir hesa stóru fyrimyndina hjá Ingálvi av Reyni. Ein skilagóð introduktión Bókin, sum er givin út í sambandi við minnisframsýningina, er stór og prýði- lig við reyðsvørtu permuni og hópin av mynd um og áhugaverdum teksti, sum danski, kendi listfrøðingurin Mikael Wivel hevur skrivað á donskum, og sum er týddur til føroyskt og enskt. Teksturin við undirheitinum »Ein introduktión um Ingálv av Reyni og list hansara« lýsir á skilagóðan hátt menningina hjá málaranum og tekur støði í Mikinesmálaranum, sum høvundurin heldur gerast verri listamann við árunum mótsett Ingálvi, ið gjørdist betri. Sjálvt um hetta á ein hátt er rætt, mugu vit nú ikki gloyma dygdirnar og ósamanberligu styrkina í eldri myndunum hjá tí viðkvæma Miki nes, men tað haldi eg heldur ikki, at høvundurin ger. Mikines verður nýttur sum saman- bering av tí, at hann á mangan hátt er ymiskur frá Ingálvi av Reyni, tó at verkini hjá báðum listamonnum hava eksistentiellan dám: ”Tískil var tema- tikk urin enn serstakliga føroyskur, har menniskjað varð lýst í samljóði við og sum andsøgn til náttúrumegina. Men hjá Ingálvi varð hann lyftur upp á eitt annað og heldur abstraherandi støði, har dramatikkurin ikki lá so nógv í sjálvari frásøgnini, sum hann lá í arbeiðnum við teimum fýra, grund- leggjandi eindunum sum eru treyt in fyri, at ein mynd skal eydnast: flat ar, litir, strikur og rúm – í júst hesi rað- fylgju.” (s.116). Satt at siga fái eg lætt útslett av setn ingum sum ”Føroyingar eru jú ikki sorg blíðir rættiliga leingi í senn, um vit skulu trúgva tjóðarskøldum sum Jørgen- Frantz Jacobsen, Williami Heinesen og Regini Dahl..”, tí teir minna meg um niður látandi jovialkoloniala tónan í fleiri tekstum, sum uttanfyristandandi skriva um føroyska fyribrigdi. Men hesum heldur Mikael Wivel seg sum heild frá í tekstinum, ið sum heild er merktur av hollu listsøguligu vitan hansara. William Heinesen, Bárð ur Jákupsson, Gunnar Hoydal og Finn Terman Frederiksen hava allir við gjørt listina hjá Ingálvi av Reyni á hvønn sín áhugaverda hátt. Tað, sum er nýtt í hesi viðgerð Wivels er millum annað, at teknilærarindan Bizzie Høyer verð ur tillutað størri týdning fyri abstraktiónina í seinni myndunum hjá Ingálvi, og hóast eg haldi hesa met ing vera alt ov avgjørda, er hetta sum heild áhugaverd vitan, sum verður víðari førd. Serstakliga áhugavert er at lesa um tey ymisku listasøguligu spor ini, sum Wivel sær í myndunum hjá Ingálvi frá danskari, franskari og amerikanskari myndlist Svartur sannleiki? Skulu vit loyva teirri kritisku røddini framat, og tað skulu vit sjálvandi, kunnu vit undrast á, at framúrskarandi filmurin um Ingálv av Reyni Svartur sann leiki (1999) ikki er at síggja á hesi annars so umfatandi og pedagogiskt disponeraðu framsýningini. Harum- framt tykist framsýningin eitt sind ur óruddilig í støðum, men hetta kemst helst av, at so nógv er við á fram sýn- ing ini. Ein kundi eisini undrast á, at fram- sýningin lat upp í ár og ikki næsta ár, eins og ein kundi funnist at sjálvum evnisvalinum, tí vit kunnu skjótt semjast um, at eitt nú Elinborg Lützen meira enn Ingálvi tørvar eina bók, so at kunnað verður um hennara meistara- verk. Tó er tað sum um, at allar hugs an- di atfinningar hava lyndi at hvør va í svart skyggjandi glæmuni frá lívsverki Ingálvs (svartur og garvill ur), hvørs ómetaligi týdningur fyri før oyska myndlist nú av álvara gongur upp fyri øllum okkum gánandi fram sýn ingar- gestum. GarVIlt! Í skyggjandi glæmuni frá svarta og garvilla lÍvsverki ingálvs, gongur hansara ómetaligi týdningur nú av álvara upp fyri gánandi gestunum á framsýningini á listasavninum Gátuføra og afturlatna verkið »Gráur morgun«