fríggjadagur 4. desember 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóri flogbóltsdysturin
hetta vikuskiftið verður
í Sørvági, har Fleyr skal
royna at fáa samband við
oddin
Fult flogbóltsumfar er aftur hetta
vikuskiftið, og hjá monnunum
verður mest spennandi uppgerðin
helst í Sørvági.
Sørvingar hava verið sera stinnir
størsta partin av kappingini, men
teir eru aftan fyri Mjølnir í
oddastríðnum, og samstundis
hevur Fleyr fleiri ferðir trýst tey
ovaru heilt nógv.
Megnar Fleyr at taka stikkið í
Sørvági, leggja teir seg av álvara
nær oddinum, meðan sørvingar
hinvegin hava sítt at síggja til í
kapprenningini móti Mjølni.
Júst Mjølnir skulu hetta
vikuskiftið spæla móti unga
ÍF-liðnum, sum kanska ikki hevur
styrkina, sum liðið áður hevur havt,
men sum kortini hevur víst, at teir
væl og virðiliga kunnu bíta frá sær.
Hjá kvinnunum hevur eingin
steðgað SÍ higartil, og tað er lítið,
sum bendir á, at ÍF skal verða fyrsta
liðið at gera hetta.
Mjølnir, sum er nummar tvey,
heldur frí hetta vikuskiftið, og tað
gevur Fleyr møguleika at vinna seg
upp á silvurplássið, men tað verður
avgjørt ikki lætt móti Drátti, sum
her hevur sín møguleika at toga
seg upp móti heiðursmerkjum.
Seinasti dysturin í kvinnudeildini
verður í Trongisvági, har TB eisini
hevur møguleika at nærkast
heiðursmerkjum, um tær vina
dystin móti KÍF, sum enn eigur síni
fyrstu stig til góðar.
-mørk
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 4. desember 2009
Manskappingin er
somikið tøtt í ár, at tað er
vónleyst at peika á greiðar
favorittar til nakran dyst
Við einum KÍF-liði, sum av álvara er
farið at bíta frá sær. Einum VÍF-liði,
sum er í óvanligum trupulleikum,
og sveiggjandi avrikum hjá Kyndli,
H71, StÍF og partvíst eisini
Neistanum er spenningurin stórur
undan hvørjum tí einasta umfari av
Atlantic Airways-kappingini í
hondbólti.
Hesa ferð skal Neistin á vitjan hjá
VÍF, men hóast stigatalvan ger
Neistan til greiðan favoritt, er
eingin ivi um, at VÍF væl kann spæla
við í uppgerðini.
Hvussu er og ikki, so er Neistin
framvegis oddalið eftir vikuskiftið,
men dysturin um at fylgja teimum í
finalukósini er knallharður.
Tveir av biðlunum eru Kyndil og
H71, sum hittas tí grannauppgerð
longu leygardagin, og har eru lyfti
um eina sera intensa uppgerð. Og tí
kann eisini roknast við á Skála, har
KÍF kemur á vitjan. Kollfirðingar
vóru púrasta sørir fyrstu nógvu
umførini, men seinastu ferðirnar
hava teir bitið hart frá sær, og tí
kann StÍF væl fáa trupulleikar.
Parkapping
Hjá kvinnunum stendur kappingin í
ár millum Stjørnuna og Tjaldur, og
lítil ivi er um, at tey bæði eru
stórfavorittar móti ávíkavist StÍF og
VB.
Í Vestmanna er spenningurin á
pappírinum kanska eitt vet størri, tá
Neistin vitjar hjá VÍF.
Neistakvinnurnar tykjast longu nú
at stevna móti einum tryggum
bronsuplássi, har styrkin er væl
størri enn hjá botninum, men
samstundis hampuliga langt frá
oddinum.
Hondbóltur
Sunset-deildin
Dagur Klokkan Dystur
05.12
17.00
StÍF-Stjørnan
06.12
14.30
VÍF-Neistin
06.12
15.00
Tjaldur-VB
Atlantic Airways-kappingin
05.12
16.00
Kyndil-H71
05.12
15.30
StÍF-KÍF
06.12
16.00
VÍF-Neistin
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
05.12
14.00
Dráttur-Fleyr
06.12
14.00
SÍ-ÍF
06.12
14.00
TB-KÍF
Eik-ligan, menn
05.12
15.00
SÍ-Fleyr
06.12
14.00
ÍF-Mjølnir
Dystaryvirlit
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Fleyr vil upp í part
Spenningurin er
hjá monnunum
Menninir hjá Neistanum hava á
pappírinum nógv tað sterkasta
liðið í mansdeildini, men tætta
kapprenningin ger, at eingin
dystur er lættur. Og eingin ivi er
um, at vestmenningar vilja gera
sítt sunnudagin