Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2009 29 lýsing Søkt verður eftir SSP-ráðgeva at byrja 1. februar 2010 ella eftir nærri avtalu. Starvið sum SSP-ráðgevi er eitt spennadi starv við nógvum avbjóðingum, har viðkomandi skal menna SSP-skipanina og samskipa SSP-arbeiðið. Um starvið SSP-ráðgevin skal bæði virka sum sambindingar- og samskipanarlið millum myndugleikarnar og arbeiðið í økjunum at fyribyrgja kriminaliteti og niðurbrótandi atburði millum børn og ung. Eisini skal ráðgevin skipa fyri arbeiðinum at byggja upp eina ráðgevingartænastu innan SSP. Endamálið við SSP-arbeiðinum er at fyribyrgja kriminaliteti millum børn og ung og at hjálpa teimum, ið hava framt kriminalitet, ella sum eru í hesum vandabólki, at koma burtur úr aftur tí truplu støðu, tey eru í við atliti at m.ø. harðskapi, rúsevnum, lógarbrotum, óhóskandi og niðurbrótandi atburði. Høvuðsuppgávur hjá SSP-ráðgevanum eru: • at samskipa SSP-arbeiðið • at menna hugskot til fyribyrgjandi arbeiði • at vera sambindingarlið millum leiðslubólk, samskipanarbólk og arbeiðið í økjunum kring landið • at ráðgeva og vegleiða bæði skúlum og stovnum um fyribyrgingararbeiði • at skipa fyri undirvísing og upplýsing fyri børnum, ungfólki, foreldrum og øðrum í sambandi við fyribyrgjandi átøk • at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í sambandi við útgreiningar, átøk og nýhugsan um fyribyrging Vit vænta, at viðkomandi: • hevur eldhuga, orku og áræði at standa á odda fyri at fáa SSP-arbeiðið í Føroyum at virka • dugir at seta í verk kanningararbeiði og leiða verkætlanir • dugir væl at samstarva og skapa virðing fyri arbeiðinum • hevur hugsjónir um fyribyrgjandi arbeiði og menningarmøguleikar innan økið. Vit bjóða Eitt sera spennandi starv við nógvum ymiskum uppgávum og góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Umsøkjari kann hava eina fakliga útbúgving sum t.d. sosialráðgevi, lærari, løgreglufólk ella aðra viðkomandi útbúgving. Harumframt er tað ein fyrimunur, at viðkomandi hevur kunnleika til økið og royndir innan ráðgeving og fyribyrgjandi arbeiði millum børn og ung. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmála- ráðið. Væntast kann, at starvið krevur nakað av ferðing bæði í Føroyum og uttanlands. Partur av arbeiðinum verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð. SSP-ráðgevin starvast á Barnaverndarstovu Føroya saman við sálarfrøðingi, sosialráðgeva og skrivara. Umsókn Umsókn saman við avriti av prógvi, skeiðs- váttanum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skal verða Barna- verndarstovu Føroya í hendi í seinasta lagi 21. desember 2009 kl. 12.00. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Barnaverndarstovu Føroya, Oddbjørg Balle, leiðara, tlf. 30 24 95. Umsóknin verður stílað til: Barnaverndarstovu Føroya R.C. Effersøesgøtu 30 100 Tórshavn Ella sum teldubræv: ob@bvs.fo SSP-ráðgevi SSP – skúli, sosialir myndugleikar og politi Tekna hald nú ...altíð við tí nýggjasta Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Send lepan til: Sosialurin · Boks 76 · FO-110 Tórshavn kr. 495,- um ársfjórðingin Spar 560,- í mun til leysasølu